mikudagur 11. apríl 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 11. apríl 2007
11
Kristindómur hevur verið
nógv frammi í teimum før
oysku bløðunum í seinast
uni. Bíblian verður álopin,
men ein partur av kristin
dóminum skal varðveitast,
sigur onkur. Onnur hava
hug at skilja kirkju frá stati.
Myndugleikarnir eru í ferð
við at yvirtaka kirkjuna.
Samstundis sum tosað verð
ur um at flyta evsta valdið í
kirkjuni frá hennara hátign
Margrethu drotning til løg
ting ella landsstýri, rópa
summi upp um, at Guds orð
ikki má takast uppá tungu í
løgtinginum, ella í minsta
lagi, tað má ikki vera ov
nógv av tí. Eitt sindur løgið
tykir mær. Altso, okkara
fólkavaldu skulu vera evsta
vald í kirkjuni, tað verður
sæð ógvuliga stórt í, tá ið
tey ganga skrúðgongu sam
an við bispi, dómsprósti og
prestum í kirkjuna einaferð
um árið, á ólavsøku, men
Guds orð má helst ikki
verða nevnt har allíkavæl.
Mann hetta ikki tykjast
eitt sindur fløkjasligt, fyri
tann, sum hugsar eitt sindur.
Jú, tað er fløkjasligt.
Eg fari at royna eftir føri
muni at greina eitt sindur út
frá skriftini, hvat ið er krist
indómur. Hvaðani stavar
navnið – kristin - frá, hvør
hevur rætt at bera hetta
navnið. Kunnu vit gera okk
um eina trúðarjáttan, ella
filofisera okkum til okkurt
slag av átrúnað og so kalla
okkum kristin.
Heitið kristin kom fyrstu
ferð fyri í einum býi norðar
laga í Sýrialandi, sum kall
aðist Antiokia. Hetta hendi
í tí fyrstu tíðini, tá ið evan
geliið varð prædika fyri
heidningum. Ta fyrstu tíð
ina talaðu ápostlarnir bara
evangeliið fyri jødum, men
í ápostlasøguni 11. kap.
lesa vit, at nakrir menn úr
Kýpern og Kýrene talaðu
evangeliið til grikkar, altso
heidningar við, og stórt tal
kom til trúgv og vendi við
til Harran. Síðani lesa vit ,
at
Barnabas
og
Saul
(Paulus) komu hagar, har
var stór samkoma, og teir
lærdu har eitt heilt ár. Síðani
lesa vit, at tað var har, at
lærisveinarnir fyrst vóru
kallaðir kristnir.
Legg til merkis, tað vóru
lærisveinarnir, ið kallaðir
vóru kristnir. Hvørji vóru
hesi? Jú hesi somu vera í
ápostlasøguni 9,2 kallað:
Tey sum hoyrdu til vegin.
Hesi vóru samkoma Guds ,
tey trúgvandi, tey, sum
høvdu latið seg doypa. Tey
vóru ein flokkur, sum helt
seg saman, hini tordu ikki
at halda seg afturat teimum,
men fólkið prísaði teimum
stórliga, ápostlasøgan 5,13.
Altso ein flokkur av fólki,
endurfødd við trúgv á Harr
an Jesus. Hesi eru tey, sum
trúgva, at Jesus er Kristus
Sonur Guds. Jesus talar um
hetta, tá ið hann sigur við
Nicodemus “Tit mugu føð
ast av nýgggjum. Jóh.
ev.3,3.
Bíblian er so greið hesum
viðvíkjandi. Tað, sum vit
síggja, táið vit lesa nýggja
testamentið er, at tað vóru
samkomur á hesum ymisku
støðunum, har evangeliið
hevði vunnið fram, og tá ið
Paulus lærir hesar samkom
ur, lærir hann um eina stóra
globala samkomu, øll tey,
sum trúgva á Jesus Kristus
hoyra til her. Tey, sum ikki
trúgva á Jesus sum Kristus,
hoyra ikki við her. Orð
Guds skilir sundur. Helst
var tað hetta, Jesus hugsaði
um, tá ið hann talar um, at
hann ikki var komin við
friði til jarðar, men við
stríði, Luk.ev.12,51. Hann
tekur til dømi, at faðir og
sonur liggja í stríði, og hús
fólk mansins eru fíggindar
hansara. Tað eru tveir flokk
ar, tey sum trúgva, og tey
sum ikki vilja trúgva.
Tað kann tykjast løgi, at
Jesus segði hatta. Var hann
ikki komin við friði til jarð
ar. Var tað ikki júst tað ið
einglarnir kunngjørdu “frið
ur á jørð” jú vissuliga var
tað tað. Eitt annað skriftstað
sigur :“Hann er friður okk
ara.” Men tey sum standa
Gudi ímóti og orði hansara
- ikki vilja trúgva, har verð
ur stríð. Rættur kistindómur
kann ikki ganga undir kom
promis, her ber ikki til at
sita ímillum tveir stólar.
Sannleikanum trúgv í kær
leika, áminnir Paulus, og
aðrastaðni sigur hann: ”Ikki
út um tað, sum skrivað
stendur.
Menn tað varð, júst tað ið
hendi. Farið varð út um tað,
sum skrivað stendur. Lær
dómar, sum ápostlarnir ikki
lærdu, eru komnir við innan
sokallaðan
kristindóm.
Statur og kristindómur vóru
vavd saman, og so varð alt
ein fløkja.
So ein kristin, er ein sum
trýr á Jesus sum son Guds.
Ein, sum hevur tikið ímóti
honum sum sínum frelsara.
Hann er eitt Guds barn. Jóh
ev. 1,12. Framvegis, tey
eru, tey sum hoyra til vegin,
lærisveinarnir,
samkoma
Guds. Skriftin brúkar onnur
nøvn eisini: Likam Kristus
ar, hús Guds, kongligur
prestaskapur osfr.
Velja vit ikki at trúgva á
bíbliuna, men heldur at upp
hugsa okkum ein gud, sum
kanska er góður, náðiríkur,
og hvat annað vit vilja hann
skal vera, taka nakað úr
bíbliuni, og nakað frá okk
um sjálvum, og soleiðis
evna okkum hann til. Ja, so
kunnu vit tað, tað verður
okkara vaæl, men vit mugu
ikki kalla tað kristindóm.
Vit kunnu kalla slíkt, hvat
vit vilja, men Gud kallar
tað avgudar. Um vit telgja
teir úr træi ella telgja teir til
í hugaheiminum, eru teir
avgudar eftir bíbliuni. Hon
viðurkennir bert ein Gud og
ein Harra, Jesus Kristus.
(Framhald)
Ikki tyngir pungurin
K
onur eru kvikar, dugnaligar og góð arbeiðsmegi.
Tær geva køllum einki eftir. Kortini eru menninir
í stórum meiriluta teirra, sum hava vald í stjórnarmálum
og fyritøkum, sum eiga og ráða yvir pengum og sita í
nevndum og ráðum. Kvinnurnar bæði vilja og eiga
eisini at fáa fótin fastan hesum økjum, tí ikki ber til at
tosa um veruligt fólkaræði í nøkrum samfelag, uttan
at bæði kynini eru javnsett á hesum økjum.
B
er tað til at tosa um veruligt fólkaræði, tá ið kvinn
ur eru minkandi lutfall av teimum, sum stjórna
fyritøkum og kapitali og sita í nevndum og ráðum?
Ber tað til at tosa um veruligt fólkaræði, har sum
kvinnur fækka á tingi, og tá at tær eru langt frá at
vera helvt av valevnum, soleiðis sum tað var á seinastu
tingvalum bæði á Íslandi og í Føroyum?
M
enn eru ikki eins og kvinnur. Teir hava annan
roynsluheim og síggja viðurskiftini við øðrum
eygum enn kvinnur. Í ymisku royndum kynjanna eru
goymd virði, sum samfelagið eigur at nýta. Saman eru
kynini sterk. Har sum einans sjónarmið hjá monnum
telur, verður sjónin einoygd. Fullkomið sýni fæst, tá ið
bæði eyguni virka saman – tá ið sjónarmiðini hjá báð
um kynum koma fram.
F
yrsta konan, sum varð vald í Altingið, Ingibjørg H.
Bjarnason, er søgd at hava verið løtt upp á spor
ið, bragdlig, sera javnstøðusinnað og væl skorin fyri
tungubandið. Søga sigur, at einaferð tá ið hon fór renn
andi við ferð upp gjøgnum trappurnar á Altingi møtti
hon tingforsetanum, sum segði skundisliga við hana,
hesa einastu tingkvinnu, ”Sum tú ert løtt á føti, frú
Ingibjørg”. Svaraði hon tá, stíliga í lopi: ”Ikki tyngir
pungurin”. Í hesum orðum hennara vóru innballaðu
boðini: Eg eri kvinna, skundi mær og havi nógvar
talentir. Kvinnur eru ikki eins og menn. Tó hava tær
eins nógv og gott at lata frá sær.
F
ramskygdir føroyingar fáa nú kærkomið høvi til at
styrkja lut kvinnurnar í føroyska samfelagnum við
at gera nýtslu av portalinum www.kveik.fo. Heimasíð
una hava framtakssamar kvinnur sjálvbodnar evnað
til, og ynski eg teimum eydnu við hesum týdningarmikla
og glæsiliga tiltaki.
Á
hugaðar og dugnaligar kvinnur kunnu nú koma
sær lættliga fram við at skráseta seg á nevnda
portali. Um føroyingar ynskja framgongd og størri
gróður í samfelagnum, mugu teir gera sær gagn burtur
úr megi og virði, sum býr í Kveik-kvinnunum. Tillukku
føroyingar, konurnar eru við í leiki - tí ikki tyngir
pungurin ...:)
Siv Friðleifsdóttir, heilbrigðis- og
tryggingarmálaráðharri á Íslandi
(…og áhugað í javnrættindi á
Íslandi
og í Føroyum eins og aðrastaðni)
Vit eru tríggir samgongu
flokkar sum hava sett nøkur
ítøkilig mál í okkara sam
gonguskjal, sum vit eru væl
á veg til at gjøgnumføra
hetta valskeiðið.
Tað stendur hinvegin ikki
ein bókstavur í samgongu
skjalinum um minking av
blokkinum.
Løgmaður okkara sum er
samgonguleiðari
hevur
meldað út, at hann vil hava
blokkin burtur 2015 – tað
gylta ár, har alt verður loyst
úr lagdi og so sára gott fyri
vælferðasamfelagið Føroy
ar.
Hesi boð vóru so aftur at
hoyra á DR1 í vikuskiftinum
og haldi eg, at hetta er átalu
vert.
Gongur tað nú so fantast
iska væl í samfelagnum,
sum løgmaður vil geva fat
an av, ja so væl, at blokkurin
kann skerjast – eg loyvi
mær at ivast.
Tað minnir ikki sørt um
80´ini - og tann endin kann
gerast bráður.
Eitt er, at formaður Javn
aðarfloksins og samgongu
leiðarin sigur sína hugsan
– men hann skal ikki tosa
sum samgonguleiðari um
skerjing av blokkinum - har
er Sambandsflokkurin ikki
við og Sambandsflokkurin
er partur av samgonguni.
Javnaðarflokkurin
sum
sigur seg vilja verja tann
veika í samfelagnum fremst
av øllum, hvat er eftirhond
ini hansara veruliga aðal
mál?
Hevur flokkurin nakra
uppskrift upp á inntøku
skapanina sum skal til
ístaðin fyri blokkin?
Uttan hesa verður væl
ferðin skerd, og tað veit løg
maður eisini.
Jú víst vilja vit allir verða
sjálvbjargnir, vit vita øll, at
tað verða vit einans við
størri inntøkuskapan í sam
felagnum, og tá meini eg
ikki inntøkuskapan við
størri óbeinleiðis skattum
og avgjøldum, men øktum
vinnumøguleikum.
Um vit ikki eru førir fyri
at fáa inntøkuskapanina til
vega, sum kann fyllast í hol
ini sum verða orsakað av
blokkniðurskurðinum,
so
fær samfelagið ein trupul
leika, tí inntøkurnar skulu
fáast til vega so ella so fyri
at halda kostnaðin av væl
ferðartænastunum
fram
yvir.
Higartil hava vit ikki ver
ið førir fyri at skapa hana,
og tíðin vil vísa, hvussu vit
vera førir fyri hesum.
Mær kunnugt so hevur
Javnaðarflokkurin frá byrj
an verið ein ríkisfelags
skapssinnaður
flokkur
,
men er blivin eins loysingar
sinnaður og Miðflokkurin
og Tjóðveldisflokkurin, tí
verri fyri javnaðarveljaran.
Vágur 10.04.2007
Richard
Danielsen
løgtingsmaður
Johan
Dahl
Kristindómur – Kristindómur
(fyrsti partur av trimum)
Løgmaður tosar ikki samgongunnar vilja tá hann tosar blokkskerjing
viðmerkingar