Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 11. apríl 2007 13 nøvn Kistan við Ernst Hansen, Toftir kemur við flogfari í dag. Bønarhald verður í missionshúsinum á Toftum klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Fríðriks­ kirkjuni hósdagin 12 apríl klokkan 14. Tey ið vilja minnast Ernst, kunnu lata eina gávu til missións­ húsið á Toftum. Villy Stampe, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar sjúkrahúsi týsdagin 10. apríl 81 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinri. Niels Salmony, ættaður úr Trongisvági, búsitandi í Vallensbæk, andaðist 6. apríl 63 ára gamal. Jarðarferðin verður leygardagin 14. apríl klokkan 11.30 frá Opstandelses kirken, Albertlund Andlát og jarðarferðir Á Sandi verður hann vanliga nevndur Marius á Klettum. Hann er sonur Jákup Petur og Olgu Clementsen. Mamma Marius kom úr Funningi, og fingu tey tríggjar dreingir og eina dóttir. Marius kenni eg best frá arbeiðarafelagnum. Hann bleiv fyrstu ferð valdur í nevnd mars 1994 og bleiv seinni, í 1999, valdur sum formaður og situr enn í dag sum formaður í Sands Arbeiðarafelag. Eitt skifti sat Marius eisini sum nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag til hann ikki stillaði uppaftur. Marius sit­ur eisini sum formaður í Sand­oyar Sjúkrakassa. Álitis­ maður um ein háls. Hóast hann fyllir 70 ár sæst lítið til aldur. Marius er til arbeiðis á flaka­virkinum, tá ið nógv er at gera. Eisini dámar hon­um væl at ganga burtur í haga. Seinnu árini hevur hondum dámt serliga væl at lært børnini føroyskan dans í Virkinum. Marius hevur altíð brent fyri tí føroyska dansinum, og munnu tað vera nógv, sum hava biðið hann syngja brúðarvísuna. Marius heldur føðingardag sín fyri innbodnum í Virk­in­ um nú leygarkvøldið. Hjarta­ liga tillukku við degnum Terji Dalsgaard Marius á Klettum sjeyti Tyngstu boð eg havi fingið í lívi mínum var tann 21 desember, tá bróðir ringdi og fortaldi mær, at babba var farin, hann var ikki gamal, hann var ikki sjúkur, nei ein hvirla tók bilin hjá honum av vegnum. Eg sat spyrjandi hví? Men eg veit, at ein dag skal eg fáa svar, og tá skulu vit síggjast aftur, heima hjá Gudi. Babba var sjómaður, og eg minnist hann sum ein friðaligan, góðsligan og fryntligan pápa, eg havi altíð elska pápa mín, hann var so nemmur at elska og hevði eg brúk fyri hjálp ella bara eitt prát, so var hann har. Tá eg og Hans Marius vóru ung, vóru vit nakað buldraslig, men ongan­tíð hann segði nakað, men vit vistu, at mamma og babba bóðu fyri okkum, og hann slapp eisini at síggja fruktina av bønum sínum, og tað eru vit ómetaliga glað fyri. Tá eg hugsi um babba, so er tað ikki nógv, hvat hann gjørdi ella segði, sum myndaði hann. Meira hvør hann var. Tað var hettar, sum hevði slíkan ávirkan á okkum sum stóðu honum nær. Tað leggja vit einamest til merkist, nú hann ikki er her longur, tað veldiga tómrúmið, sum stendur eftir ein mann, sum var so friðarligur. Var tað ikki fyri tað lívsglaða bríkslið, ja, so visti mann mangan ikki, nær hann kom ella fór. Babba hevði sínar meiningar og um vit prøvaðu at broyta tær, so tos­ aði hann okkum eftir munninum og útførdi tað sum hann meinti, vit kundi bara læra av honum. Tey síðstu seks árini hevur babba selt fisk frá fiskabilinum AíB fisk, hann var rættuliga stoltur, tá hann fekk tann nýggja bilin við navninum á, eg plagdi at hjálpa honum, onkrar dagar, tað vóru hugnaligar løtur, vit vóru saman og prátið gekk lívliga, har fortaldi hann mær um alt tað, hann kundi tonkt sær at gera, fantasi hevði hann gott og nógv, men sum hann segði tað kostaði onki. Um eg var rithøvindur, so hevði eg kunna skrivað eina heila bók um babba, men tað eri eg ikki og tárini stoppa mær, so nøkur fátøk orð blíva tað til. Babba bleiv foreldraleysur sum 14 ára gamal, og hetta merkist á hon­ um alt lívið, hann elskaði síni og hann vísti tað við orðum og verkum, hvussu droy vit vóru, so var hann har kærleiksfullur og vinarligur, og hann forsvaraði okkum altíð, og tað kann Helena eisini sanna, av tí at hon kom so nógv seinni, heili 22 ár eftir meg, babba var alt fyri hana og hann var sera stoltur, tá hon bleiv fødd. Í gjøgnum alt hennara lív var hann bara har, og hon kundi kasta alt á hann og siga alt við hann, fara allastaðni við honum, hon var stolt av at siga at hatta er babba. Tá hon so valdi at fara á læraraskúla, var hann stoltur, og tann dagin hon verður liðug, tá rokni eg við, at hann smílist í himli og sigur við seg sjálvan og hinar einglarnar, eg segði tað altíð, hon kláraði tað, og brettir sær á, sum tann stolti pápi hann var. Eg takki Gudi fyri, at hann unti mær babba sum pápa, og gleði meg skjótt at síggja hann aftur, har sum vit aldri aftur skulu skiljast. Eg fari at enda við sanginum, sum vit fingu yrktan til jarðarferðina hjá babba, eg haldi at hann sigur alt. Tá eg veikan meg kenni og lítlan Haldi eg ikki strekki so langt Men so eigi eg orðið ið sigur At í Jesusi orki eg alt Orki eg alt Orki eg alt Ja, í Jesusi orki eg alt. Jesus takk at títt lyfti ei svíkur Jesus takk at títt orð stendur fast Takk at lívið á fold er ein gáva Sanna skal eg at lyftið ei brast Lyftið ei brast Lyftið ei brast Sanna skal eg at lyftið ei brast. Vit sum børn áttu heimið tað kæra Babba silgdi so víða um hav Og vit gleddust tá babba var heima Á tann kærleiki okkum tú gav Okkum tú gav Okkum tú gav Á tann kærleika okkum tú gav Góði babba vit sáran teg sakna Besti babba vit nú hava mist Tó í himlinum aftur vit vakna Tá vit møtast ein dag tað er vist Ja, tað er vist Ja, tað er vist Tá vit møtast ein dag tað er vist. Góði babba vit vilja tær takka Fyri kærleika tú okkum gav Altíð var her so trygt og tann gleði Styrkir okkum til dagin í dag Dagin í dag Dagin í dag Styrkir okkum til dagin í dag Takk fyri alt Takk fyri alt Góði babba, takk fyri alt. Dóttur tín Kathrina Minningarorð um pápa mín Anker í Byrgi Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Anna Maria Hoydal (Mia) andaðist á ellisheiminum Tjarnargarður skírhósdag, 5. apríl, 88 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju hósdagin, 12. apríl kl. 13.00. Familjunnar vegna Rannvá og Torleivur Tey, ið vilja minnast mammu, kunnu lata eina gávu til ellisheimið Tjarnargarður. Konta í Eik Banka. Dagurin 12. apríl. Julius, deyður í 352. Til minnis um pávan Julius I. Rómverskt ættarnavn. Jarðarferðin hjá Ernst Hansen Toftir verður úr Fríðrikskirkjuni í morgin kl. 14.00. Familjunnar vegna Kate, Marita, Tummas, Krista, Eyðun og Kaj Eli Tey, ið vilja minnast Ernst, kunnu lata eina gávu til missiónshúsið á Toftum.