mikudagur 11. apríl 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 69 - 11. apríl 2007
Borgarstjórar mótmæla
Borgarstjórarnir í Eysturoynni vilja ikki góðtaka kunn
gerðina um røktarheim, sum almanna- og heilsumálaráðið
hevur sent kommununum til hoyringar. Í svarskrivi siga
teir níggju borgarstjórarnir, at kunngerðin er ágangur ímóti
kommununum og virkseminum hjá sjálvsognarstovnunum,
og teir vilja ikki góðtaka, at Eysturoyar Røktar- og Ellis
heim, ið sambært skrivinum virkar sera væl, skal leggjast
undir Nærverkið.
Stanley á rundferð
Guitarsnillingurin og sangarin Stanley Samuelsen býr í
Danmark, men í hesum døgum er hann á konsertferð í
Føroyum. Í annaðkvøld er hann í Kagganum í sambandi
við AME, fríggjakvøldið kl. 20 í Haldarsvík, leygarkvøldið
kl. 22 í Vági, sunnudagin kl. 15 í Skálavík, mánakvøldið
kl. 20 í Losjuni Gøtu, har Stanley eisini spældi á kyndils
messu í 1966, og tann seinasta konsertin á hesum sinni
verður á Eiði týskvøldið 17. apríl kl. 20.
Í morgin klokkan 15
verður áhugaverd
samkoma í hølunum
hjá P/F Beta í
Saltangará.
Samkoman, sum er
almenn fyri øllum
áhugaðum, verður
skipað sum framløga
av øllum skjølum hjá
reiðaravirkinum P/F
Beta – heilt síðan
felagið varð stovnað í
1977
Skjøl og tøl
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Olaf Olsen, sum at kalla øll
árini var reiðari í felagnum,
hevur saman við Tjaldur, ið
er gamla Skipafelag Føroya,
stovnað ein sjálvsognar
grunn við navninum, Beta
Files. Hesin grunnur eigur
nú øll arkivini og soleiðis
eisini øll skjølini hjá reið
aravirkinum gjøgnum øll
hesi mongu ár.
Alt til skjals
Olaf Olsen sigur, at øll
skjølini síðan stovningar
dagin eru til skjals, og talan
er um meira enn eina miljón
skjøl tilsamans.
Áður hevur verið nevnt,
at rúgvusmikla skjalatil
farið, sum lýsir øll viður
skifti hjá reiðavirkinum
hesi tríari árini, avgjørt
hevði verið vert eina neyv
ari gransking og greining.
- Vit hava nú gjørt ein
bókling yvir alt tilfarið –
bæði á føroyskum og ensk
um, og hetta yvirlit, ið telir
sjeyti síður, verður eisini
lagt fram á samkomuni
hósdagin, har øll áhugaði
eru meira enn vælkomin,
sigur Olaf Olsen, sum hesi
ár hevur verið ímyndin av
P/F Beta.
Á samkomuni í hølunum
í Saltangará verður eisini
okkurt til matna.
Umbygdir til fiskiveiði
Mong av teimum, sum eru
hampiliga tilkomin, munnu
antin minnast allar hesar
trolararnar, tá teir lógu við
Havnarmola – ella myndina
av teimum, sum upp ígjøgn
um árini fleiri ferðir hevur
verið á prenti í føroyskum
bløðum.
Skipini vórðu keypt av
Kuba, og tí vórðu bátarnir
heilt til endans róptir undir
felagsnavninum, kubatrolar
arnir, ið allir høvdu fugla
nøvn.
Hóast felagið, sum fór
undir at reka skipini á fiski
veiði, ikki varð stovnað fyrr
enn í 1977, komu hesi skip
til landið longu um ólav
søkutíð í 1973.
- Øll skipini komu í senn,
og tey vóru 9 í tali, sigur
Olaf.
Hann sigur, at teir, sum
slóðaðu fyri hesi verkætlan,
í fyrsta lagi vóru Oddur
Niclasen, stjóri og Knútur
Nolsøe, sum tá var tekniskur
stjóri hjá Skipafelag Før
oya.
Standby-skip
- Skipini komu upprunaliga
til Føroya sum standby-skip
í oljuvinnuni og fóru í
vinnu stutt eftir, at tey vóru
komin til landið. Men tað
vísti seg, at tey fingu ov
lítið at gera, sum tíðirnar
vóru tá.
Olaf vísir á, at meðan
fleiri feløg, sum hava rikið
fiskiveiði, partvís ella heilt
hava lagt um til tænastuvirk
semi í oljuvunnini, avgjørdi
Skipafelag Føroya tá at
byggja kubatrolararnar um
til fiskiveiði.
- Vit hava fleiri dømir úr
eitt nú Noregi og Skotlandi
um, at fiskiskip eru umbygd
til tænastuvirksemi í olju
vinnuni, og vit hava eisini
fleiri dømir um, at feløg
partvís hava salað um og
síðan hava verið virkin
bæði í fiskivinnuni og olju
vinnuni.
Hann vísir soleiðis á, at
føroyska felagið Thor í Hós
vík í fyrstani rak fiskiskip
og seinni av álvara fór upp í
oljuvinnuna.
- Nú í vetur hava vit so
aftur sæð, at felagið hevur
keypt stórar trolarar og nú
er rættiliga virkið bæði
innan fiski-og oljuvinnu.
Umbygd í Noregi
Í 1977 avgjørdi Skipafelag
Føroya at stovna felagið
Beta og umbyggja kuba-
trolararnar til fiskiveiði.
Olaf Olsen varð spurdur,
um hann vildi átaka sær at
skipa fyri rakstrinum av
skipunum, og tað hevur
hann gjørt at kalla øll hesi
ár við undantaki av tveimum
umførum í Tinganesi sum
landsstýrismaður.
- Skipini vórðu umbygd í
Noregi, og umbyggingin
tók einar 10 mánaðir. Fyrstu
skipini
komu
aftur
úr
Noregi til jólar 1977, og í
1978 vóru átta av skipunum
til fiskiskap.
Hann sigur, at teir átta
trolararnir vóru í vinnu øll
hesi árini.
- Tey seinastu skipini av
teimum gomlu vórðu seld
til Noregs í november 2005,
og frammanundan vórðu
trý seld til hvør sín heimslut,
Argentina, Gambia og Mur
mansk. Tey fyrru vórðu
seld og skuldu halda fram
at fiska, meðan skipini,
sum seinast vórðu seld til
Noregs, endaðu har, so norð
menn kundu skifta onnur
skip út fyri hesi.
Hann sigur, at norðmonn
um vantaðu skip um hetta
mundið, og tí keyptu teir
hesi gomlu skipini fyri at
taka tey úr flotanum aftur
fyri nýggjari skip.
Reiðaravirki í skjølum og tølum:
Kubatrolararnir fara at l
Tíðir broytast og umstøður
við. Myndin er tikin, tá
nýggju og flaggskrýddu
skipini hjá Beta, Bakur og
Stelkur, koma á Runavík.
Við bryggjuna liggja fleiri av
gomlu kubatrolarunum
Mynd: Álvur Haraldsen