mikudagur 11. apríl 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 11. apríl 2007
15
tíðindi
Gongst illa
Fyri trimum vikum síðani kunngjørdi danska fyritøkan
Vestfrost, at framleiðslan gav so mikið stórt hall, at leiðslan
hevði gjørt av at flyta meginpartin av virkseminum av
landinum. Nú hevur fyritøkan so kunngjørt roknskapar
tølini. Tey vísa, at Vestfrost seldi fyri meiri enn eina mia.
krónur í fjør, men at fyritøkan hevði góðar 75 mió. krónur
í halli. Tí er einki at gera uttan at flyta framleiðsluna av
landinum, har lønin er lægri, sigur leiðslan.
Sjódjór doyði
Fyri nøkrum vikum síðani fingu japanskir granskarar
eitt higartil ókent sjódjór á 1200 metra dýpi.
Granskararnir halda, at djórið hevur livað á størri dýpi
enn so, men at tað av einari ella aðrari orsøk er komið
upp á grynnri vatn nú. Teir vísa á hesum viðfangi á, at
hetta er aðru ferð í nakrar mánaðir, at higartil ókend
djór eru fingin á djúpum vatni við Japan. Eins og tað
fyrra varð tað seinna djórið koyrt í eitt kar, men í gjár
doyði tað.
Tað sjáldsama djórið
iva í søguni
Olaf framløgu
Á
samkomuni
á
Beta
hósdagin fer Olaf Olsen at
siga nøkur orð um tíðina,
sum farin er.
- Tað virðismikla í øllum
hesum eru skjølini, har
hvørt einasta eitt er tókt
heilt síðan byrjanina í 1977.
Tað er ein »dylla« hjá mær
at goyma gomul skjøl, og tá
hesi eru vorðin gomul, fært
tú ikki í lag at koyra tey
burtur.
Tíbetur, kunnu vit siga.
Í dag eigur Beta Files
stívliga 3000 brævornarnar
við flewiri enn einari miljón
skjølum og nakrar hundrað
skipsdagbøkur.
Hetta man soleiðis vera
drúgvasta skjalatilfar, ið
finst um virksemið hjá
einum støðugum reiðaríi
yvir so mong ár.
- Bóklingurin, sum vit
hava gjørt, er bert ein »for
smakkur« upp á alt hetta til
far, ið sjálvsognargrunnurin
eigur.
Granskingartilfar
Olaf Olsen heldur, at hetta
tilfar saktans kundi verið
nýtt í granskingarhøpi, men
hann væntar ikki, at tað
verður hann sjálvur, sum
fer at gera tað arbeiði, sum
kann spyrjast burtur úr
øllum hesum.
- Nei, eg vænti ikki, at eg
fari at granska hetta tilfar í
tann mun, tað hevur uppi
borið, men vit fara at gera
tað klárt til møguliga gransk
ing.
Hann sigur, at hann
soleiðis er farin undir at
skanna øll hesi skjøl, og tað
fer at taka sína tíð, tí her má
eitt skjal skannast fyri og
annað eftir.
- Vit vita ongan snildari
máta at gera hetta upp á,
leggur Olaf aftrat.
Ein miljón krónur
Sjálvognargrunnurin Beta
Files, sum Olaf Olsen og
Tjaldur hava stovnað í
felag, verður stjórnaður av
eini trímannanevnd, men
Olaf er ikki sjálvur við í
nevndini.
Hann avdúkar kortini, at
hann hevur sett eina hálva
miljón krónur í Beta Files,
og Tjaldur hevur somuleiðis
sett
eina
hálva
miljón
krónur í grunnin, sum nú
eigur
rættindini
til
alt
skjalatilfarið.
- Seinni hevur so Faroe
Seafood keypt felagið og
hevur yvirtikið allan rakstur
og soleiðis eisini alt kom
andi skjalatilfar hjá felagn
um, sigur Olaf Olsen at
enda.
Samkoman, sum Beta Files skipar fyri í morgin, verður í
hølunum hjá P/F Beta í Saltangará, sum Faroe Seafood nú
eigur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Olaf Olsen, fyrrverandi
reiðari, heldur, at
skjalatilfarið, sum Beta
Files nú eigur rættindini til,
saktans kundi verið nýtt í
granskingarhøpi, men hann
væntar ikki, at tað verður
hann sjálvur, sum fer at gera
tað arbeiði, sum kann spyrjast
burtur úr øllum hesum
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Olaf Olsen var ein
fyrimyndarligur reið
ari. Eg havi ikki eitt
ringt orð at bera hon
um øll hesi mongu ár,
eg havi siglt hjá Beta.
Hann var ein ótrúlig
ur diplomatur, sum
dugdi serstakliga væl
at takla tingini og
loysa málini, sigur
Ólavur Samuelsen,
skipari á Baki, sum
hevur siglt hjá Beta
síðan 1978
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein av monnunum, sum
hevur siglt hjá reiðarínum
Beta at kalla øll árini, síðan
felagið fór undir at reka
fiskiveiði, er víkarmaðurin,
Ólavur Samuelsen, sum býr
í Elduvík.
Hann hevur verið skipari
við fleiri av gomlu kubabát
unum, og er eisini maðurin,
ið hevur fingið heiðurslønir
sum stinnasti skiparin hjá
felagnum at fiska.
Síðan nýggju trolararnir,
Bakur og Stelkur komu,
hevur Ólavur ført Bak.
- Eg havi siglt hjá Beta
heilt síðan tíðliga í 1978, tá
tey fyrstu skipini komu
aftur
úr
Noregi
eftir
umbygging. Í umleið eitt ár
av øllum hesum, var eg við
Neptun og Skansatanga, og
síðan fór eg aftur at sigla
fyri Beta.
Góður reiðari
Ólavur Samuelsen sigur seg
hava alt gott at bera Olafi
Olsen, sum øll hesi árini
var reiðari hjá felagnum.
- Jú, Olaf var ein fyri
myndarligur reiðari, og eg
havi ikki eitt ringt orð at
bera honum øll hesi ár.
Hann var ein ótrúligur diplo
matur, sum dugdi serstak
liga væl at takla tingini og
loysa málini allan vegin
ígjøgnum. Tað skal Olaf
Olsen eiga frá mær.
Ólavur vísir á, at tá tú
hevur siglt so leingi hjá
einum og sama felag, er tað
altíð okkurt, sum hevur
stungið seg upp og skal loys
ast.
- Olaf var ógvuliga góður
at fáast við. Hann var so
avbalanseraður, róligur og
siðiligur. Eg trúgvi neyvan,
at nakar annar hevði megn
að at loyst málini betur, enn
hann gjørdi hesi árini.
Skiparin heldur, at tað sig
ur ikki so lítið um reiðaríið,
at so lítið skifti hevur verið
í manningunum við kuba
trolarunum hesi sløku tríari
árini.
Alternativini
Ólavur vísir á, at stundum
verður høgt eftir teimum,
sum reka fiskivinnuna á
sjónum.
- Tað er so javnan, vit
síggja og hoyra, at nú mugu
aðrir sleppa fram at í vinn
uni, og tað er ikki so sjáldan,
at høgt verður eftir teimum,
sum reka skip og bátar.
Kortini vísir tað seg, at
hvørja ferð, tað hevur ging
ið illa í vinnuni, eru tað teir
somu
menninir,
sum
»dukka« uppaftur, tá vinnan
fótar sær aftur.
Hann spyr tí, hvar alter
nativini eru til teir, sum
reka skipavinnuna í dag.
- Ikki tí; eingin hevði ver
ið fegnari enn eg sjálvur,
um tilgongd var, bæði til
skiparaksturin – og til skip
ini, heilt av dekkinum og
upp á brúnna. Skulu vit
framhaldandi
sigla,
er
umráðandi, at ungar kreftir
taka yvir, tí teir, sum eru
meira tilkomnir í dag, verða
ikki verandi í allar ævir, sig
ur skiparin.
Besta árið
Bakur og Stelkur vóru aftur
í Saltangará í morgun við
440 kørum, sum viga eini
460.000 pund tilsamans.
- Tað hevur verið heldur
minni at fingið í seinastuni,
men hetta er ein góður
túrur, har vit selja fyri einar
800.000 krónur.
Skiparin veit at siga, at
árið higartil í ár hevur verið
tað besta hjá Baki og Stelki,
síðan skipini komu í flotan.
- Vit hava fiskað fyri
slakar 13 miljónir krónur
higartil í ár, og tað er óføra
gott.
Hann vísir á, at í fjør kom
eldur í annan bátin, meðan
hann lá við bryggju í
Saltgangará, og hetta gjørdi,
at skipið var úr vinnu ein
fittan part av tí góðu tíðini.
- Í ár hava vit mist ein túr
vegna okkurt brek, og so
skjótt vit missa ein túr,
missa vit eisini umleið eina
miljón krónur, soleiðis sum
fiskiskapurin hevur verið.
Tá ið alt gongur, sum tað
eigur, fiska vit fyri umleið
eina miljón hvønn túrin,
sigur Ólavur.
Góður eftirmaður
Vit spurdu hann eisini at
enda, hvat honum dámar
nýggja reiðaran hjá felagn
um, sum nú eigur skipini,
Jónsvein Knudsen, ið stend
ur fyri skiparakstrinum fyri
Faroe Seafood, sum nú
eigur Bak og Stelk.
- Jú, mær dámar væl Jón
svein Knudsen, og hann
hevur stóran áhuga fyri
skiparakstrinum. Vit kenn
ast væl og práta nógv sam
an. Hann er ein góður eftir
maður, sigur Ólavur Samu
elsen, skipari.
Olaf óførur reiðari
Árið í ár hevur
higartil verið tað
besta hjá Baki
og Stelki, síðan
skipini komu í
flotan. - Vit hava
fiskað fyri slakar
13 miljónir krónur
higartil í ár, og tað
er óføra gott, sigur
skiparin, Ólavur
Samuelsen, sum
kom aftur av túri í
morgun
Mynd: Vilmund