mikudagur 11. apríl 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 69 - 11. apríl 2007
Í páskavikuni og um
páskirnar førdu
føroysku svartkjafta
skipini stóran fong til
lands, og á Havsbrún
hava bæði landarar og
tey, sum eru í mót
tøkuni og fram
leiðsluni á virkinum,
havt úr at gera
seinastu dagarnar
Svartkjaftur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndina, vit prenta saman
við hesi greinini, tók borgar
stjórin í Fuglafjarðar komm
unu, Sigurd Simonsen, um
18-tíðina 2. páskakvøld.
Ytst úteftir norðara armi
á Fuglafirði liggur Fagra
berg við umleið 3.000 tons
um, og beint frammanfyri
hann liggur Christian í Grót
inum við stívliga 2.000
tonsum.
Bæði skipini eru at kalla
fullfermd við svartkjafti.
Skipið, sum ikki sæst á
myndini, men sum í hesi
løtu, myndin er tikin, liggur
og landar, er Jupiter, sum
man hava út við 2.000
tons.
Høgaberg hevur eisini
landað í Fuglafirði um pásk
irnar, og tá hann var liðugur,
slapp Jupiter fram at.
Út at gera
Havsbrún landar eitt skip í
senn, og tað gongur skjótt
fyri seg, tí virkið megnar at
draga undan eini 2000 tons
um samdøgnið.
Tá henda myndin er tikin,
liggja Christian í Grótinum
og Fagraberg og bíða eftir
landingartørni.
Fagraberg liggur við
nýggju
oljubryggjuna
í
Fuglafirði, og Christian í
Grótinum liggur við frysti
bryggjuna, beint niðanfyri
Bergfrost.
Havsbrún hevur seinastu
dagarnar tikið ímóti stórum
nøgdum av svartkjafti, og
um páskirnar høvdu bæði
landarar og fólk á virkinum
soleiðis úr at gera.
Flaggdagshald í London
Mikudagin 25. apríl skipar Sendistova Føroya í London fyri almennari
móttøku í sambandi við flaggdagin.
Á móttøkuni fer Bjarni Djurholm, varaløgmaður, at halda røðu, umframt
at Lena og Niclas fara at undirhalda við tónleiki.
Eins og í fjør fer hátíðarhaldið fram á The Arts Club nærhendis St.
James´ Park í London, har møguleiki verður hjá føroyingum at hittast til
prát og hugna. Høvi verður eisini at njóta spritubitar og okkurt drekkandi
afturvið.
Fyrri partur av tiltakinum er bert fyri innbodnar almennar gestir. Seinni
partur av tiltakinum, sum byrjar kl. 18, er opin fyri almenninginum, ið tó
av trygdarávum skal boða frá luttøku frammanundan.
Áhugað verða biðin um at boða frá luttøku við at senda ein teldupost til
info@tinganes.fo ella við at ringja á tlf. 020 7333 0227 (ella 020 7333
0200). Allir luttakarar skulu upplýsa navn og bústað. Atgongdin er
avmarkað, og tí verður mælt til at boða frá luttøku skjótast gjørligt.
Seinasta freist at boða frá er týsdagin 17. apríl.
Tíð og stað: Mikudagin 25. apríl, kl. 18.00 – 20.00
The Arts Club
40 Dover Street
London, W1S 4NP
Havsbrún keypir nógvan svartkjaft
Ein vøkur sjón, halda fuglfirðingar. Risaskip við bryggju, fullfermd við svartkjafti, samstundis sum Norrøna fer grøvandi norður
ígjøgnum Dúpini. Myndin er tikin 2. páskadag
Mynd: Sigurd Simonsen
Tað er ikki bara sum
at siga tað hjá eini
kommunu at taka
ímóti so stórum
skipum sum teimum,
ið eru grundarlagið
undir virkseminum á
Havsbrún í Fuglafirði.
Men kommunan
hevur ásannað tað
neyðuga í, at umstøð
urnar eru góðar
Fuglafjørður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nýggja oljubryggjan, sum
Fuglafjarðar kommuna hev
ur latið byggja, er 65 metrar
long, og hevur eitt dýpið,
sum er heilar 14 metrar.
Hon telist soleiðis millum
djúpastu havnir í Føroyum
– fyri ikki at siga tann allar
djúpasta.
- Tað ljóðar rímiliga nógv,
at nýggja oljubryggjan er
65 metrar long, men skipini,
sum koma higar, eru sum
øllum kunnugt rættiliga
stór, og stundum hava vit
fleiri skip inni á Fuglafirði
í senn.
Sigurd Simonsen, borgar
stjóri, vísir á, at Fagraberg,
sum seinastu dagarnar hev
ur ligið við oljubryggjuna,
er heilar 82,05 metrar lang
ur, og tá røkka endarnir út
um bryggjukantarnar.
- Frystibryggjan beint
frammanfyri Bergfrost, har
Christian í Grótinum hevur
ligið og bíðað eftir landing,
er 55 metrar long, men tá
Christian í Grótinum er
74,5 metrar langur, er hel
dur ikki hendan bryggjan
líka long sum skipið.
Hann sigur, at bryggjan
við mjølsiloirnar eisini er
55 metrar long, og bæði
frystibryggjan og bryggjan
við siloirnar hava eitt dýpi,
sum er 13 metrar.
- Vit hava eitt væl útbygt
virki á Havsbrún, sum hev
ur stóra móttøku- og fram
leiðsluorku, og tá ið tað
gongur væl, kann virkið
taka alt undan, sum kemur
upp úr skipinum, eini 2000
tons um samdøgnið.
Aftrat hesum hevur virkið
tangar, sum fiskurin kann
koyrast í, áðrenn hann verð
ur virkaður inn á virkinum.
- Við tað at framleiðslu
orkan á virkinum er so stór,
hevur virkið onga orsøk til
at landa meira enn tað eina
skipið í senn, heldur borgar
stjórin.
Hann veit annars at siga,
at tríggir oljutangar til tung
olju skjótt koma upp úti við
nýggju oljubryggjuna, og
hann heldur, at hesir til
samans fara at rúma út við
20.000 tonsum av olju.
- Kommunan hevur bygt
bryggjuna
og
planerað
økið, og nú fara so teir, ið
eiga verkætlanina, at seta
tangarnar upp, sigur Sigurd
Simonsen.
Borgarstjórin nýtir eisini
høvi at fegnast um tað stóra
virksemi, sum er við havna
lagið í Fuglafirði og heldur,
at framtíðin hjá kommununi
og fólkinum á staðnum er
bjørt.
- Alt hetta virksemi hevur
ein ómetaliga stóran og
avgerandi týdning fyri okk
um, sigur Sigurd Simon
sen.
Fuglafjarðar
kommuna
arbeiði longu aftur við
nýggjum
ætlanum
um
útbygging av havnalagnum,
sum vit fara at frætta meira
um seinni.
Stór skip sum krevja nógv pláss
Skipini eru
velduga stór og
taka nógv pláss
við bryggjuna í
Fuglafirði
Mynd:
Vilmund Jacobsen
- Alt hetta virksemi hevur ein
ómetaliga stóran og avgerandi
týdning fyri okkum, sigur
Sigurd Simonsen, borgarstjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen