Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 69 - 11. apríl 2007 Nógvastaðni er tað ein trupulleiki, at fólk at fólk blaka rusk frá sær, akkurát, sum best ber til, uttan at leggja petti í tyrvingarpláss og bingjupláss Burturkast Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hjá teimum allarflestu er onki at seta fingurin á. Men tað eru nøkur fá sum liva og láta sum tey vilja, uttan at hugsa um hini. Hvalba er eitt av teimum plássunum, sum hevur trupul­ leikar av, at nøkur fá fólk í bygdini virða ikki skipanina, sum kommunan hevur í samband við burturkast. Trygvi Midjord er for­ maður í teknisku nevnd og hann sigur, at tann stóri meiri­lutin av fólkinum aktar ta skipan, sum kommunan hevur sett í verk. Men tað eru nøkur fá, sum ikki leggja í nakað og sum tveita frá sær, akkurát, sum best ber til. Og tey elva til stórt fortreð og nógv eykaarbeiðið hjá kommununi. Hann sigur, at serliga sjónskt hevur hetta verið, nú bingu­plássið hevur verið stongt, tí ovnurin hjá IRF hevur verið óvirkin. Hóast bingjuplássið hevur verið stongt, eru tað fólk, sum kortini tveita burturkast frá sær á bingjuplássið og sleppa tey ikki inn við tí, verður tað bara tveitt uttanfyri. Høgt stik er rundanum plássið og tað er eisini komið fyri, at stikið er klipt fyri at fáa rusk innum. Avleiðingin er, at hóast rusk­plássið varð stongt, mátti umsjónarmaður frá komm­ununi hvønn dag yvir at rudda. Hetta sama ger seg gald­ andi nógva aðrastaðni. Eitt, sum eisini kemur fyri, er, at fólk koyra gráa IRF posan í bingjurnar. Men kommunan betalir fyri at fáa bingjurnar tømdar og hon betalir eisini fyri at fáa ruskposarnar tiknar. Verða posarnir koyrdir í bingjuna, noyðist kommunan sostatt at betala tvær ferðir fyri sama burturkast. Tað sama ger seg galdandi við tyrvingarplássunum. Har sigur stór skelti, at tey eru bara til tøð og gamalt hoyggj, men kortini kemur fyri at síggja plastposar og annað burturkast har. Eisini hetta krevur eyka arbeiðið av kommununi. Tí heita tey, sum standa fyri ruskplássinum í Hvalba staðiliga á fólk um at Tað er eisini so sum so, hvussu fólk skilja burtur­ kastið. Hendan dagin, umsjónar­ mað­urin í Hvalba var á rusk­plássinum og ruddaði, sovorðið burtur, sum fólk høvdu tveitt uttanfyri, kom hann fram á einum kláran plastposa við seks óskotnum høglpatrónum í. Hetta halda teir, eru heilt ábyrgdarleyst, tí óskotnar patrónir kunnu gera skaða, ella tær kunnu fella í óvita­ hendur og so veit ongin, hvat kann henda. Arni Nielsen hevur Faroe Trade í Fámjin og hann selur byrsur og alskyns útgerð til byrsur og sostatt eisini patrónir. Hann sigur, at tað eru lítil sannlíkindini fyri, at patrónir, sum verða koyrdar í bingjuna hjá IRF kunnu gera skaða. Men ongin veit, hvat kann henda, leggur hann afturat. Í øllum førum sigur hann, at patrónir hoyra hvørki heima í bingjuni ella í gráa ruskposanum. - Tað er blýggj í patrónum og tí skulu tær beinast burtur í tann grøna posan, sum er til vandamikið burturkast. Sjálvur hevði hann skorið toppin av patrónunum, stoytt høglini úr og koyrt tað í tann grøna posan. Nøkur fólk spilla spælið Bingjurnar á ruskplássinum í Hvalba stóðu at bresta, tá ið stongt var eitt skifti herfyri. Men, sum tað sæst, liggur nógv órudd uttanfyri, tí fólk tveittu bara á plássið kortini Ovast í horninum standa óskotnu patrónurnar, sum umsjónarmaðurin hjá kommunini fann í einum plastposa á ruskplássinum Fyrsti føroyski bólkurin, sum Fjarðafestivalurin kunnger er ungi og vælumtókti bólkurin Proclaim. Festival summarið Nielsu Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Proclaim varð stovnaður í 2005 og hevur síðan tá spælt nógvar konsertir runt um landið. Proclaim spælur eina blanding av gospel og funk og hevur fingið íblástur frá m.a Kirk Franklin og Stevie Wonder. Á Fjarðafestivalinum 2006 hevði Proclaim eina sera góða framførslu. Sambært fyrireikarunum vilja summi vera við, at hettar var ein tann besta framførslan á festi­valinum, tí verður sagt úr Skála­botni, at tað er við spenningi at tey kunngera hetta navnið. Proclaim spældi eisini til tí árligu HMU konsertina, sum var í mars mánaði, har vóru 300 væluppløgd fólk komin at lurta. Leivur Vitalis, bass leik­ ari í Braquet, ummældi hesa konsertina og skrivaði soleiðis um bólkin: “... so hava teir spælt rættiliga fitt saman, síðani teir byrjaðu. Og hetta hoyrist aftur í teirra framførslu. Teir eru væl samanspældir og spæla sum ein eind. Eisini ”konceptið” Proclaim er rætti­liga fullfíggjað. Teir vita, hvat fyri tónleik, teir spæla, og er tað ein reyður tráður ígjøgnum øll løgini og allar útsetingarnar... Meira kann lesast um Proclaim á www.myspace. com/proclaimband. Proclaim á Fjarðafestivalin Herfyri spældu nøkur av fremstu føroysku tónleikanøvnunum í Reykjavík, í sambandi við Atlantic Music Event í spælistaðnum NASA, nú kann konsertin upplivast á alnetinum. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Størsta íslendska útvarps­ rásin Rás 2 var við, tá At­lantic Music Event vitjaði íslendska høvuðsstaðin. Útvarps­støðin bandaði kon­ sertirnar við Brandi Enni, Teitur, Eivør, Høgna Lis­ berg og Gestum. Langa fríggjadag varð konsertin send á íslendsku Rás 2 í sending, ið varaði yvir 2 tímar. Á heimasíðuni hjá Rás 2 ber nú til at hoyra upptøkurnar í fullari longd. Her er høvi at hoyra nýggj løg við eitt nú Teiti, Eivør, Høgna Lisberg og Brandi Enni. Millum løgini er frálíka Grát Ei, ið Eivør vann sangskrivarakappingina hjá Atlantic Music Event við og lagið Tú ert ein eingil av komandi føroysku útgávuni hjá Teiti. Hoyr konsertina á net­ in­um: http://dagskra. ruv.is/streaming/ras2/ ?file=4347462 Hoyr AME – Reykjavík á alnetinum