Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 69 - 11. apríl 2007 Við fóðrinum út til føroysku bøndurnir Mortan Poulsen av Signabø arbeiðir vanliga inni á goymsluni hjá MBM-Fóður í Hoyvík. Av og á fer hann tó runt landið og koyrir hetta sama fóðrið út til bøndurnir. – Hetta er gott til eina avveksling, sigur Mortan. Í páskavikuni hittu vit hann og stóra fóðurbilin á Velbastað. Bøndur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Velbastaður: Eitt sum henda bygdin í Tórshavnar Kommunu er vorðin kend fyri, eru tey mongu fjósini og bóndagarðarnir. Mitt í bygdini liggur eitt fjós beint í vegin, og fram­ manfyri tað stendur ein stórur tangabilur hjá MBM, sum er ein stytting fyri Meginfelag Búnaðar­man­na. Bilførarin er komin hig­ ar, tí hann skal lata nøkur tons av fóðri til bóndan. Hetta er ikki bara sum at siga tað, tí neyðugt er at bakka stóra tangabilin nið­ an eina lítla og smala brekku, fyri at koma so nær til fóðursilo’ina sum gjørligt. Hóast hetta ikki hevði verið eins lætt hjá øllum at gjørt, er líkt til at Mortan hevur ta neyðugu royndina í slíkum manereringum. Eftir lítlari løtu hevur hann fingið bilin uppá pláss, og fer beinanvegin at gera ta einu slanguna klára. Gjøgnum hesa slanguna verður samband fingið við eitt rør í fjósinum, hagar fóðrið skal. Hann tryggjar sær at slangan er forbundin rætt á báðum støðum, og setur síðani motorin í gongd, sum skal blása fóðrið inn í silo’ina. Løtu seinni hoyrist, at gongd er komin á veitingina av fóðrinum. Í hesum føri skulu sjey tons latast bóndanum. – Hetta tekur ein hálvan tíma ella so, sigur Mortan við Sosialin. Har fóðrið fer Mortan starvast vanliga sum goymslufólk innan ta deildina hjá MBM, ið tey nevna Búrøkt. Á goymsluni tekur hann sær millum annað av at avgreiða teir innkomnu bí­ leggingar frá viðskifta­fólk­ unum, sum eru at finna kring alt landið. Men av og á tekur hann við øðrum avbjóðingum í starvinum: – Tað er kortini altíð áhugavert at síggja, hvar alt fóðrið, sum vit selja, fer, sigur Mortan við einum brosi. Um páskirnar var tann fasti bilførarin farin í frí, og í slíkum føri, plagar Mortan at loysa hann av. Fyrrapartin henda týs­ dagin lá leiðin altso til Velbastaðar. Dagin eftir skuldi hann vestur í Vág­ arnar við fullum tangabili, har fleiri bøndur hava bílagt sær fóður, nú høg­ tíðin stundaði til. Fóðrið frá MBM er væl umtókt – og haraftrat gott Mynd: Jens Kr. Vang Leggur ikki uppí Almanna- og heilsumálaráðið fer ikki at leggja seg út í kjakið millum Vestmanna kommunu og Kvívíkar kommunu um, hvar best er at byggja felags ellis- og røktarheimið. Vestmanna kommuna heldur uppá, at heimið skal byggjast á Grønanesi, men Kvívíkar kommuna vil hava heimið bygt á Stykkinum. Poul Gert Hansen, aðalstjóri, sigur við Útvarpið, at almanna og heilsumálaráðið fer ikki at leggja seg út í trætuna. Archibald í Leikalund Fríggjadagin 13. apríl kl. 16 letur listamaðurin Archibald Black upp framsýning í Leikalund í Klaksvík. Hetta er hansara triðja framsýning í gomlu handilshúsunum í Klaksvík, sum nú eita Leikalund. Á framsýningini hesaferð sýnir Archibald Black fram sínar nýggjastu oljumálningar. Til ferniseringina, sum verður fríggjadagin kl. 16, fer Karl Martin Samuelsen at syngja og spæla. Framsýningin í Leikalund er opin til 3. mai.