mikudagur 11. apríl 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 69 - 11. apríl 2007
Ymiskur tørvur
Tá Mortan møtti til arbeiðis
týsmorgunin í farnu viku
fór hann beinanvegin undir
at fylla tangabilin við
fóðri.
Hetta er ein stórur tanga
bilur, sum íalt rúmar eini
18 tonsum við fóðri. Hóast
rúmdin og nøgdin kunnu
tykjast øgiligar, so er rætti
liga skjótt at sleppa av við
alt fóðrið. Tað er nevniliga
rættiliga ymiskt, hvussu
nógv fóður ið bøndurnir
hava tørv á.
– Summir skulu hava 10
tons og meiri enn tað,
meðan aðrir hava kanska
bert brúk fyri trimum tons
um, greiðir Mortan frá.
Eftir at hava fylt tanga
bilin um morgunin, legði
hann beinanvegin leiðina
til Velbastaðar, har fleiri
bøndur bíðaðu eftir fóðri.
Tá vit hittu Mortan nakað
undan middegi, hevði hann
longu verið hjá tí eina
bóndanum í bygdini, og
skuldi
síðani
til
tann
næsta.
– Eg ordni hesar tríggjar
bøndurnar her á Velbastað
fyrst, og fari síðani norður
til Kollafjarðar at fylla
bilin aftur.
– Tá tað er gjørt, fari eg
víðari til Leirvíkar og á
Kambsdal, greiðir Mortan
frá.
Ikki føst ruta
Hjá Mortani og hinum
manninum,
sum
koyrir
fóðurbilin, er ikki talan um
nakra fastlagda rutu sum
verður koyrd hvønn einasta
dag kring landið.
– Nei, tað er ikki ein føst
ruta. Bøndurnir, teir ringja
tá teir mangla fóður. Og so
koyra vit tað út.
– Vanliga rokna vit við
eini leveringstíð upp á
einar tríggjar dagar. Tí fáa
vit
planlagt
alt
so
nøkulunda, sigur Mortan.
Fóðrið frá MBM er væl
umtókt millum bøndur og
kríatúr teirra, helst tí at tað
er bæði gott og sera krafta
mikið: Sum eitt beinleiðis
úrslit av góða fóðrinum
hevur onkur bóndi enntá
fingið heiðursprógv fyri
góða mjólk.
Tað kemur ikki av ong
um!
Ein rótfestur partur
Í 1987 fór MBM (Meginfelag Búnaðarmanna) undir
at flyta inn og selja kraftfóður, handilstøð og annað.
Síðan tá hevur málið hjá deildini verið at keypa og
selja fóður, tøð, grasfræ, nýtsluvørur og tílíkt til
landbúnaðin, og við árunum hevur MBM-Fóður
ment seg til at vera ein rótfestur partur av MBM.
MBM-Fóður hevði heimstað á bryggjuni í Kollafirði
til januar 2003, tá ið eldsbruni beindi fyri bygn
inginum. Eftir av hava húsast í leiguhølum í
Búnaðardeplinum í Kollafirði síðani eldsbrunan,
var fóðursølan flutt, og er nú saman við øðrum
virksemi hjá MBM at finna í nýggja høvuðsbygningin
í Hoyvík.
Fóðursøla er hjá ymsum umboðum kring landið. At
MBM kann lata limum sínum fóður og handilstøð,
samstundis sum felagið keypir vøru teirra til
virkingar og sølu, hevur givið bæði eigarum og
fyritøku fyrimun. Við góðari ráðgeving og samskifti
millum ráðgevara, viðskiftafólk og fyritøku hevur
MBM-Fóður fingið støðugt meira at gera.
MBM-Fóður hevur í dag ein 19 tons stóran fóð
urtangabil, sum koyrir A-blanding út til størsta
partin av lutaeigarunum, ið nærum allir keypa frá
sínum egna felag.
(Kelda: mbm.fo)
Tað er altíð áhugavert at síggja,
hvar alt fóðrið, sum vit selja, fer
”
Eg ordni hesar tríggjar bøndurnar her á
Velbastað fyrst, og fari síðani norður til
Kollafjarðar at fylla bilin aftur
”
Bøndurnir ringja tá teir mangla fóður. Og so koyra vit tað út, sigur Mortan Poulsen
Mynd: Jens Kr. Vang
Fiskimaður druknaði
Ein 49 ára gamal maður varð funnin deyður í havnini í Nuuk skírisdag. Grønlendska
útvarpið sigur, at maðurin var við einum trolara, sum lá uttan fyri havnina. Maðurin
fór í land mikudagin, men tá hann ikki var at síggja dagin eftir, fóru menn at leita
eftir honum. Seinni skírisdag varð líkið av manninum funnið flótandi í havnini.
Løgreglan sigur, at tað var rættiliga kalt og hált, og at maðurin helst er gliðin á sjógv
og druknaður.
Skjálvtar í Íslandi
Teir seinastu dagarnar hava fleiri veikir jarðskjálvtar verið undir havbotninum á
Reykjanesrygginum í útsynning úr Íslandi. Fyrrakvøldið var ein lítil steðgur, men
so bygjaðu skjálvtarnir aftur, og vórðu teir harðastu 4,0 á Richter-stiganum. Um
mánaðarskiftið februar-mars vóru fleiri skjálvtar einar 45 fjórðingar úr landi, og tá
var tann harðasti 4,8 á Richter-stiganum. Skjálvtarnir nú hava verið umleið 20
fjórðingar úr landi.