Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 69 - 11. apríl 2007 tíðindi Lagið Declare Independence, ið Bjørk á konsert síni fyrradagin ognaði føroyingum og grønlendingum, tykist at viðgera málið um føroyska flaggið á sendistovuni í Reykjavík Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Boðini til føroyingar og grøn­­lendingar frá Bjørk vóru greið á konsertini í Lau­gardalshøllini í gjár­ kvøld­ið. - Eg vil ognað Føroyum og Grønlandi hetta lagið, segði Bjørk, tá hon varð klapp­að uppaftur á pallin at spæla eykalag eftir lokna konsert. Hon spældi síðani lagið Declare Indenpen­ dence av komandi fløgu síni. Lagið var sambært Arn­ar Eggert Thoroddsen, blaðmanni á Morgun­blað­ num, eitt hart pumpandi tekno punklag, við teksti­ num: »Declare Independence« Don’t let them do this to you. Raise the flag higher and higher.« Arnar Eggert greiður frá, at tey nógvu fólkini, ið vóru komin saman í Laugar­dals­ høllini, vórðu tikin á bóli av hesum, tí hetta kom óvart á, men rómurin var øgiligur. - Øll tyktust at taka undir við hesum, ja, kanska ikki teir danirnir, sum vóru har, men øll onnur, sigur tón­ leika­tíðindamaðurin í tele­ fonini úr Reykjavík. Arnar sigur, at hann fer at skriva um hendingina í Morgunblaðnum. Konsertin í fyrravøldið hjá Bjørk var tann fyrsta á hennara heimsumfatandi kon­sertferð í sambandi við útgávuna av nýggju fløguni Volta. Fyrsta stakfløgan kom út á alnetsølu í fyrra­ dagin. Konsertferðin fer veruliga í gongd um nakrar vikur við fleiri konsertum í USA, áðrenn leiðin gongur aftur til Evropa, har millum ann­ að Roskilde Festivalurin stendur á skránni. Men áðrenn USA var á skránni, stóð Laugardalshøllin í Reykjavík fyri tørni. Nýggja fløgan hjá Bjørk er nógv umrødd, millum ann­að tí hon á henni sam­ starvar við heimskenda fram­leiðaran Timbaland. Nær­um alt, ið Timbaland rørir, gerst gylt, og tí er ikki ósannlíkt, at føroyska flagg­ stríðið endar á Billboard sølu­listanum, áðrenn vit vita av. Declare independence, sang heimskenda íslendska popp­ stjørnan, tá ið hon 2. páskakvøld helt sína fyrstu konsert við nýggja bólki sínum fyri eini 6.000 fólkum í Laugardalshøllini í Reykjavík. Sosialurin hevði ummælara á staðnum Ummæli Carl Johan Jensen Á konsertini, sum vardi í slakar tveir tímar, vísti Björk, hví hon er heimsstjørna. Hon hevur tað, sum í stóran mun vantar í føroyskum popp- og rokktón­ leiki. Tað frumskapur í tónlist hennara, í sanglagi og pall­fram­ framførslu hennara, ein kraft, sum bert kann verða til, har tilvitið er loyst frá bandi og øll tey smáligu atlit sett til viks, sum vilja halda føroyska poppmentan á bási. Eitt nú atlitið til vana­ bundnan smakk ella reint og beint smakkloysi. Björk, sum teir næstu 18 mánaðirnar verður á konsertferð um heimin við nýggja bólki sínum, hevði bæði eldri og nýskrivað tilfar á skránni í Laugardagshøllini. Nýggja tilfarið er øðrvísi, um enn ikki beinanvegin ó-björskt. Her merkist eitt ávíst áhersluskifti. Björk er vorðin meira atkomulig, kanska minni nýbrots-heit bæði í tónleikagerðini og framførsluni. Minni tilgjørd hevði onkur kanska sagt. Hon tyktist at vilja venda sær til ein breiðari áhoyraraskara. Eitt av teimum frumskrivaðu løgunum og lagið, sum hon endaði konsertina við, var: Declare Independence. Hetta er eitt lag við einun greiðum og einføldum, politiskum boðskapi í tekstinum, ið minnir ikki sørt á: Give Peace a Chance hjá Lennon og er eisini tónlistarliga í ætt við tað lagið. Declare Independence er ognað føroyingum og grønlendingum, og teksturin er ein áheitan á fólkið í hesum seinastu hjálondunum í Evropa um at taka dik á seg og bróta hjálandabondini (ella trillutráðin?) av sær. Don’t let them do this to you, sang Björk og meinar helst við, tað mentunarliga og politiska deyðadumsið, sum ný-skipanar- hjá-landa-danskur hugburður (undir ríkisfelagsskapsmerkjum, hvat tá) leggur yvir Føroyar og Grønland. Hvat sjálvræði í víðastu merking hevur at siga fyri mentunarligt framtak og vøkstur, er Bjørk sjálv og tónlist hennara tey seinastu tjúgu árini, eitt gott dømi um. Hennara listarligu avrik verða ikki mett í mun til tað, sum poppumheimurin ger tvørtur ímóti umheimurin metir seg upp ímóti henni. Bjørk leggur upp í flagg­ stríðið Björk var væl uppløgd, tá hon fór á pall frammanfyri 6000 vælnøgdum áskoðarum Mynd: Polfoto Lýsið tykkum sjálvstøðug sigur Björk