Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar 3. partur. Dinnafía og Jógvan Sofus Ferjá: Meira um Acorn, konfirma- tión í Gøtu og útróður Í hesum partinum í frásøgnini hjá Dinnufíu og Jógvan Sofusi taka vit fyrst aftur í aftur frásøgnina um Acorn, sum var í seinasta parti. Síðan frætta vit um, tá ið beiggi Dinnu­ fíu, Jógvan, varð kon­ firmeraður í Gøtu í 1933 og um útróður. Jógvan Sofus hevur seinna partin av frá­ søgnini um hansara fyrsta túr til skips Annar partur av frásøgnini hjá Dinnufíu snúði seg um Acorn, og varð søgan lýst í síni heild. Vit endurgivið nakað av tí, sum longu hevur verið skrivað. Afturat hesum er tann týðandi parturin, sum Dinnafía kundi leggja afturat, og sum ikki hevur verið á prenti fyrr. Afturat hesum vóru ymisk íkøst, sum vit hava fingið frá øðrum, sum varða av hesi vanlukku. Úrslitið gjørdist ein heilt eina­ standandi frásøgn, sum hevur verið ómetaliga væl umtókt ikki minst av teimum avvarðandi. Nógv hava fyrstu ferð fingið eina vitan um hendingina, sum tey ikki høvdu framman undan. Okkurt lá eftir, sum ikki pláss var fyri í fyrru greinini. Millum hetta vóru eisini viðkomandi myndir, sum so koma við hesa ferð. Av ítøkiligum nýggjum upp­lýs­ ingum kann nevnast, at samb. sjófrágreiðingini var tað ein, sum doyði beinanvegin vanlukkan hendi, og var tað Djóni Debes, sum lá deyður í koyggjuni. Tveir aðrir doyðu seinni sama dag. Annar var hesum var kokkurin Dánjal Pauli Olsen. Hann var ann­ars sjálvur komin upp á dekkið beint eftir vanlukkuna, men er so deyður seinni sama dag, og hinir doyðu dagarnar aftaná. Fríðrik Klein skrivar eisini til konuna, at teir vóru ræddir fyri, at skipið fór at kolast upp, alt sum tað var, og at eingin fór at verða bjargaður, sum líkindini vóru. Frida hjá Jákup Paula greiðir frá: Vit hava eisini eitt sindur meira frá Fridu hjá Jákup Paula Biskopstø, og sum hon hevur tosað á band. Her greiðir hon eisini frá vanlukkuni, tá ið Pól, beiggin, doyði. Hann var farin í Stórutorvu í Gjónni eftir hvonnum. Hetta var vanligt hjá dreingjum. Men av eini ella aðrari orsøk hevur hann verið áhaldsin og er dottin. Hetta hendi 3. juli 1925. Pápin var til skips, og hann fekk einki at vita, fyrr enn hann kom heim beint fyri ólavsøku. Tað hevur verið ein ring heimkoma. Frida greiðir eisini frá degnum, tá ið boðini um eldin umborð á Acorn komu til Gjáar. Sum greitt varð frá í seinasta parti, var Frida eisini í skúla hendan dagin. Hetta var fríggadag, dagin eftir at Acorn kom á Reykjavík. Tey høvdu sang, tá ið tað bankaði á hurðina, og lærarin varð róptur út. Frida minnist eisini, hvussu friðarlig børnini vóru, meðan lærarin var úti, sum um tey ánaðu óráð. Børnini plagdu annars ikki at vera friðarlig, meðan tey vóru einsamøll. Eisini minnist Frida, hvussu álvarsamur lærarin var. Síðan greiðir Frida frá, at tá mamman, Hansina, hevði fingið at vita frá Sofusi Debes, at sonurin var deyður sigur hon: ”So man Jákup Pauli ikki hava tað so gott heldur!” ”Helst tað,” svarar Sofus. Men hann visti væl beskeð, at tað tá eingin vón var um Jákup Paula, men hann orkaði ikki at fortelja tað. Hon frættir einki, fyrr enn hon fær tað at vita frá prestinum Fibiger Jensen. Men Frida frætti hesi tíðindi fyrr enn mamman. Tað vóru onnur av teimum raktu húsunum í bygdini, sum høvdu frætt um støðuna hjá Jákup Paula. Frida hevði spurt hesi, um pápin mundi hava verið við til jarðarferðina? Nei, tað orkaði hann ikki, var svarið. Sagt hevur annars verið frá, at Jákup Pauli varð lagdur til síðis sum deyður, men ein sjúkrasystir varnaðist, at tað kortini var lív í honum. Eisini varð sagt, at Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Manningin á Acorn búði á Hotel Heklu mitt í Reykjavík, meðan skipið lá har. Hetta er høvdið á brævpappírinum, sum t.d. Fríðrik Klein nýtti, tá hann skrivaðu heim. Jákup Pauli var so illa brendur, at hann varð lagdur til viks sum deyður á sjúkrahúsinum í Íslandi. Her sæst hann, í føroyskari húgvu, saman við medsjúklingum í Danmark Forsíðan á gravarsangunum við jarðarferðini hjá teimum við Acorn Fía í Oyndarfirði í torvi. Hon var eisini í skúla hendan vanlukkudagin, tá boðini um Acorn komu til Gjáar. Hini børnini skiltu ikki, at hon sat og græt í skúlanum. Men tá visti hon av vanlukkuni, tí hon búði á telefonstøðini