mikudagur 11. apríl 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 • 11. apríl 2007
MIÐvikan
22
Jákup Pauli ikki fekk etið, og at
hann bert kundi fáa føði gjøgnum
eitt súgvirør. Restin av søguni um
Jákup Paula var í frásøgnini hjá
Dinnufíu í seinasta parti.
Frida greiðir eisini frá um, tá
mamman Hansina doyr tvey ár
seinni. Hon var sera sjúklig alla
sína tíð. Hon hevði havt kikhosta
sum barn og hevði hostað so
illa, at lunguni vóru skadd. Hetta
bara versnaði, og 2. jóladag 1931
legst hon í seingina, og hon doyr
26. mars 1932, tvey ár eftir, at
Jákup Pauli kemur heim aftur
av sjúkrahúsi í Danmark. Hetta
er páskaaftan, tá kirkjuklokkan
ringdi fyri páskum, og síðan
tá dámdi Fridu einki at hoyra
kirkjuklokkuna ringja fyri høgtíð.
Nú mamman var deyð, mátti
tað vera Frida, sum var 15 ára
gomul, ið mátti taka ábyrgdina av
húsarhaldinum og taka á seg allar
tær skyldur, sum mamman annars
hevði havt, sum t.d. at mjólka,
at ganga til neyta og annars tað,
sum var at gera í einum húsi.
Sum nógvar aðrar gentur
hevði Frida hug til at royna okkurt
annað enn at vera heima, sum
t.d. at fara av bygdini í húspláss
ella fiskaarbeiði. Eisini hevði
hon hug til at fara at læra at
seyma. Men hetta bar als ikki til.
Hon kundi snøgt sagt ikki fara
frá pápanum, so skerdur sum
hann var. At seyma dugdi hon
kortini væl. Hetta lærdi hon av
mammuni, sum sjálv hevði lært
í Havn.
Eftir hesa sera truplu lívsbyrjan
fekk Frida kortini eitt gott lív. Hon
fekk ein góðan mann, Tummas
Debes, sum giftist inn til teirra.
Tey bæði giftust sama dag
sum Dinnafía og Jógvan Sofus
3. desember 1937. Frida og
Tummas høvdu verið góð, síðan
tey vóru 10 og 12 ára gomul!
Tá Frida væntaði fyrsta barnið,
ynskti hon so hjartaliga, at tað
skuldi verða ein drongur, so hon
fekk kallað beiggjar sínar upp.
Tað var eisini ein sonur, sum fekk
navnið Poul Hans Jacob, sum býr
í Skopun.
Hóast Frida ikki slapp ”út”
sum ung, slapp hon tað seinni.
Tá ið hon var 50 ára gomul, fór
hon út at sigla við Tummasi, sum
var stýrimaður, og tá slapp hon
longri út í heim, enn hon hevði
droymt um sum ung. Tá kom
hon til Amerika, í Miðalhavið, í
Svartahavið og aðra staðni. Sjálv
var hon eisini sera takksom fyri
tað lív, hon fekk. Frida var eitt
framúr menniskja, sum hugsaði
um øll. Skilagóð var hon sum fáur,
hon mintist allar føðingardagar í
ættini.
Sangurin hjá Sigurd
Joensen
Sorgarleikurin við Acorn setti
sjálvsagt sín dám á bygdina.
Hetta verður væl lýst av Sigurd
Joensen, sum seinni gjørdist
kendur sakførari. Hann var 17 ára
gamal í 1928. Tá skrivaði hann
ein sang til fráhaldsfelagið við
Gjógv. Her skulu verða endur
givin tvey ørindi, sum vísa til teir,
sum doyðu við Acorn. Tey ljóða
so:
Nú man felagið ársgamalt vera,
sum av unglingum stovnað
her var.
Stórar sorgir tað hevur at bera
yvir limir, tað misti frá sær.
Ja, vit limirnar mistu teir bestu,
tí er sorgin nu nívandi tung,
burtur eru nú garparnir reystu,
sorgin tyngir tí gomul og ung.
Konfirmatión
Eg konfirmeraðist sjálv í 1931 í
Fuglafirði. Tá var Karl Sørensen
Hvass prestur. Prestahús vóru
bygd tá í Fuglafirði. Vit vóru 3
konfirmantar frá Gjógv. Brim var,
so vit gingu til Funnings. Haðani
vóru 4 konfirmantar. Mamman
at einum teirra fekk leigað ein
motor úr Funningsfirði. Hann førdi
okkum til Fuglafjarðar. Vit vóru 12
tilsamans við teimum, sum fóru
við konfirmantunum.
Tað skal skoytast uppí, at Gjógv
er brimpláss, og tað var ofta,
at tað ikki var siglandi til Gjáar.
Tá kom báturin til Funnings, og
neyðugt var at fara til gongu
hagar. Hetta var ein fittur teinur,
minst ein tími hvønn vegin, og
tað var sera tungt at ganga oman
aftur til Gjáar. Brekkan niðan úr
Funningi er bæði brøtt og tung.
Tá menn fóru til skips ella komu
av skipi høvdu teir eisini nógv
viðføri við sær, og tað skuldi
berast. Hetta gjørdi tað ikki
lættari.
Smiril sigldi eisini til Gjáar,
men hetta kundi eisini taka
sína tíð. Í 2003 hevði FF-blaðið
samrøðu við ta tá 102 ára gomlu
Onnu Askham, sum hevði verið
við Gjógv og ferðast og skuldi við
Smirli aftur til Havnar. Hendan
ferðin tók trý samdøgur. Leggjast
skuldi at ymsa staðni. Afturat
hesum gjørdist illveður.
Jógvan bróðir verður
konfirmeraður í Gøtu
Í 1933 verður yngri beiggi mín
Jógvan konfirmeraður. Teir vóru
tríggir konfirmantar frá Gjógv.
Ofta fór onkur við børnunum, tá
ið tey fóru av bygd at “ganga
at lesa,” at fyrireika seg til
konfirmatiónina. Eg fór so við
Jógvan beiggja, eg var tvey ár
eldri enn hann. Ein var sum æt
Inga, og mamma hennara fór
við henni. So var tað ein sum
æt John, og systir hansara fór
við honum. Hon hevði verið
arbeiðskona hjá Líggjas bónda,
og tey gistu har. Líggjas bóndi og
Jógvan Sofus vóru trímenningar.
Vit búðu hjá Jóan Magnusi
har Niðri í Syðrugøtu. Har búðu
eisini Inga og Lena. Jóan Magnus
var ein kendur skipari, og var
umrøddur í røðini um Andrias í
Tarti í FF-blaðnum. Vit skuldu
búgva hjá gamla Jóan Paula, sum
tey kallaðu. Jóan Pauli var sonur
gamla Magnus, sum var beiggi
Pætur og Jógvan í Barbustovu,
og vóru vit tískil skyldfólk. Jóan
Pauli átti sonin Magnus, sum í
Gøtu var nevndur Magnus hjá
gamla. Konan æt Anna Sofía,
og hon var systir Jóan Magnus
har Niðri. Har høvdu vit biðið um
hús, tí gamli Jóan Pauli hevði
verið at vera í Jákupsstovu við
Gjógv sum húskallur. Vit fóru við
einum báti til Fuglafirðar, hann
kallaðist “Svenskarin”. So fóru
vit til Gøtu við bili. Tá ið vit koma
til Gøtu, kemur ein kona ímóti ➙
Inni í Tjørnustovu hitti Dinnafía eisini sonin, sum búði í húsinum, Óla Jákup,
sum var einkjumaður. Her sæst hann saman við sínum synum Albert t.v. og
Vilhelm. Vilhelm mintist Dinnafía frá tí, hann varð konfirmeraður við Gjógv í
1929, og hon kendi hann aftur í Vági, tá hon fór hagar at vaska fisk í 1935
Milja var dóttir Petru og Absalon í Tjørnustovu. Hon var gift við Elias Martin
hjá Langa Petur Hansi. Tann dagin í 1933, Dinnafía var inni á gólvinum í
Tjørnustovu, vóru stólarnir útlæntir til barsil hjá Milju og Elias Martin
Hetta er myndin av Elspu Sofíu,
1893-1917, ommu skrivaran av hesi
frásøgn, sum Dinnafía minnist at
hava sæð í Tjørnustovu í Norðragøtu
í 1933, og henda myndin hongur enn
í sama stað
Barslið, sum Dinnafía minnist, var hjá
Ólfríðu, sum verður 74 ár í summar.
Her sæst hon saman við beiggja
sínum Absalon, uppkallaður eftir
abbanum.
Petra og Absalon í Tjørnustovu