Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 1. mars 2001 7 gult cyan magenta svart 6 Nr. 42 - 1. mars 2001 gult cyan magenta svart - Tað hevði verið brot á alla vanliga manna- gongd, og tað vildi verið sera óklókt av Tjóðveldisflokkinum at farið í tingð við uppskotinum um fólkaatkvøðu, sigur løgmaður. LONDON, TÝSKVØLD KL 23:50: Jan Müller - Eg haldi ikki, at politiska støðan er broytt, síðani eg fór úr Tinganesi fríggja- kvøldið, burtursæð frá tí, at nógv er sagt og skrivað síð- ani. Hetta sigur Anfinn Kalls- berg, løgmaður, sum er staddur í London, við Sos- ialin í kvøld. Hann vísir á, at tað einasta, sum skilir landsstýrisflokkarnar er, at teir eru ósamdir um fólka- atkvøðuna. Men hesum eru sam- starvsflokkar hansara, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ikki heilt samdir við honum í. Við útvarpið í fyrr í dag segði Høgni Hoydal, at naggatódn er í politisku støðuni. Hann segði, at Tjóðveldisflokkurin vil halda gjørdar avtalur, og sipaði hann helst til avtal- una um at skriva út fólka- atkvøðu um fullveldisleist- in 26. mai. Helena Dam á Neystabø, forkvinna Sjálvstýrisflokk- sins, segði við útvarpið, at tey ikki halda so fast við kravið um fólkaatkvøðuna 26. mai, men at tey eisini kunnu semjast um aðra loysn á málinum. Men tað verður eingin fólkaatkvøða yvirhøvur. Hetta hevur løgmaður gjørt greitt, og tað leggur hann enn einaferð dent á. Og um Tjóðveldisflokkurin kortini fer í tingið við uppskotin- um um fólkaatkvøðu, so biður flokkurin um trupul- leikar, sigur løgmaður: - Eg havi fingið at vita, at Tjóðveldisflokkurin tví- heldur um, at uppskotið um fólkaatkvøðuna skal niðan í tingið. Tað er sera kaotiskt fyri Føroya fólk, um tað hendur, at uppskotið fer niðan í tingið, uttan at man ætlar at gjøgnumføra tað - og tað verður ikki gjøgn- umført, tí meiriluti er ikki fyri tí, sigur løgmaður. - Fer Tjóðveldisflokkurin niðan í tingið við einum uppskoti, sum hann veit, ikki kemur ígjøgnum, so biður hann um trupulleikar, og tað er júst tað, sum vit hava roynt at sloppið und- an, sigur løgmaður, sum vísir á, at landsstýrið alla tíðina hevur roynt at funnið semju, áðrenn mál hava verið borin niðan í tingið. - Men verður tað soleiðis, at vit semjast um eitt annað uppskot – ella eitt tillagað uppskot – so ber væl til at leggja tað fyri tingið, hóast tíðarfreistin er farin, sigur Anfinn Kallsberg, sum kortini leggur dent á, at tað verður so ikki eitt uppskot um fólkaatkvøðu. Sjálvt um tað er púra klárt, at samgongan ikki fer at semjast um at halda fólkaatkvøðu, og at Fólka- flokkurin ikki er at vika í hesum máli, so væntar løgmaður kortini ikki, at Tjóðveldisflokkurin fer at leggja fram uppskotið í sjálvdrátti. - Tað hevði verið brot á alla vanliga mannagongd, og tað vildi verið sera ó- klókt at gjørt tað, sigur løg- maður. Skuldi tað hent, at sam- gongan skrædnaði, so væntar Anfinn Kallsberg ikki, at vit fara at hava eitt minnilutalandsstýri. - Vit hava onga traditión við minnilutastjórn, so tað dugi eg ikki at ímynda mær. Upp á spurningin, um nýval verður útskrivað, svarar løgmaður, at tað loysir als ongar trupulleik- ar. Og tá vit spyrja hann, um hugsandi er, at hann fer at bjóða øðrum flokkum við í samgonguna, um hon skrædnar, hevur hann als onga viðmerkingar. Løgmaður vónar, at hann situr sum løgmaður restina av hesum valskeiði, men hann viðgongur, at hann hevur eitt turbolent bak- land, og tí kann hann ikki kenna seg heilt tryggan. LØGMAÐUR: Kaotiskt um fólkaatkvøðan kemur í tingið Nýggja kringvarpslógin eigur eisini at tæna teimum deyvu í Føroyum, so tey kunnu fáa ta kunning, sum er neyðug. Hetta gera áhugafeløgini hjá teimum deyvu vart við í skrivi til løgtingið. KRINGVARPSLÓGIN Magnus Dam Í næstan tíggju ár hava tey deyvu í Føroyum stríðst við myndugleikarnar um at fáa betri sømdir, tá ið tað snýr seg um tíðindaflutning og sendingar fyri deyv. Men líkt er til, at tey hava tosað fyri deyvum oyrum. Í øllum førum er ikki stórur bati at síggja, tá ið kagað verður í sjónvarps- skránna. Tíðindi fyri deyv verða send einaferð um vikuna, og annars eru onkr- ar aðrar sendingar fyri deyv, sum tó fyri tað mesta eru framleiddar í Danmark. Sum í so nógvum øðrum førum er trupulleikin peng- ar. Tað kostar at teksta sendingar, at senda send- ingar við simultantulki og at framleiða sendingar, ið venda sær til deyv. Hesar pengarnar hevur sjónvarpið ikki. Men nú ein nýggj kring- varpslóg er løgd fyri løg- tingið, royna Deyvafelagið og Foreldrafelagið Hoyrnin at gera vart við síni sjónar- mið einaferð enn. Feløgini vilja sleppa á fund við mentanarnevndina hjá løg- tinginum, sum viðgerð málið í løtuni, og tey skjóta millum annað upp, at kringvarpslógin verður broytt, so hon tænir teimum hoyribrekaðu betri. Rættindini skulu lógarfestast Tey bæði áhugafeløgini skjóta upp fyri mentanar- nevndini, at deyv, sum nyta teknmál, fáa lógarfest ta kunning, sum er neyðug, fyri at virka sum borgarar í Føroyum. Í einari av lógargreinun- um skal Sjónvarp Føroya áleggjast at framleiða so nógvar sendingar við sim- ultantulki ella á teknmáli, sum til ber. Málið er, at tey, sum brúka teknmál, fáa ta kunning, sum er neyðug, skriva Deyvafelagið og Foreldrafelagiði Hoyrnin í einum brævi til mentanar- nevndina. Áhugafeløgini vísa eisini mentanarnevndini á nógvu orkuna, sum feløgini hava lagt í at fáa teimum hoyri- brekaðu betri sømdir hesi seinastu tíggju árini. Nógv- ir fundir hava verið milllum landsstýrismenn, umsiting- ina og Sjónvarp Føroya, og fleiri ferðir hava ítøkiligar ætlanir ligið á borðinum um at bøta um viðurskift- ini. Eitt nú hava uppskot verið frammi um at senda tíðindi fyri deyv fleiri ferðir um vikuna og at senda Dag og Viku við simultantulki. Men hvørja ferð hevur av- markaða fíggjarorkan hjá sjónvarpinum tarnað ætlan- unum. Meira føroyskt Landsstýrismaðurin í ment- anarmálum sigur í lógar- uppskotinum, at tað helst verður neyðugt at játta sjónvarpinum nakrar mill- iónir krónur til at framleiða fleiri føroyskar sendingar og teksta fleiri sendingar til føroyskt. Málið er, at helvt- in av sendingunum skulu framleiðast í Føroyum og helvtin av tilfarinum skal sendast við føroyskum teksti. Skulu sendingar eisini simultantulkast, so mugu politikararnir játta neyðuga peningin, og áhugafeløgini hjá teimum deyvu og hoyri- brekaðu fara at gera sítt til, at hetta verður veruleiki. Enn hava feløgini ikki fing- ið fundarboð frá mentanar- nevndini, sum annars við- gjørdi kringvarpslógina á fundi í gjár. Tey deyvu vilja eisini sleppa uppí part Samgongustríðið herðist Formligi landsstýris- fundurin fyrrapartin í gjár varð brádliga avlýstur. Orsøkin var eitt bræv, sum løg- maður sendi Høgna Hoydal úr London beint áðrenn fundin. Løgmaður metir samgongusamstarvið vera brotið, um Høgni Hoydal, sum virkandi løgmaður, avgreiðir uppskotini um fólkaatkvøðu SAMGONGUKREPPA John Johannessen Stríðið í samgonguni um leiðina fram móti føroysk- um fullveldi harðnar alsamt. Formligi landsstýrisfund- urin, sum Høgni Hoydal, virkandi løgmaður, hevði boðað frá klokkan níggju gjáramorgunin varð brád- liga avlýstur, tá allir lands- stýrismenninir vóru komnir á fund. Seinni varð fundur- in ásettur at byrja á mid- degi, og uppaftur seinni varð fundurin útsettur til klokkan 13. Orsøkin til ruðuleikan var eitt bræv, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður, sendi Høgna Hoydal úr London beint fyri fundin. Í brævinum ger Anfinn Kallsberg greitt fyri Høgna Hoydal, at hann metir tað, sum at samgongusamstarv- ið er sagt upp, um Høgni Hoydal leggur lógarupp- skotið um fólkaatkvøðu fyri tingið, meðan løgmað- ur er burturstaddur. Harraboð Høgni Hoydal staðfesti í fjølmiðlunum týskvøldið, at hann ætlaði sær at halda tær avtalur, sum eru gjørdar í samgonguni. Hetta kann tulkast, sum at Høgni Hoy- dal hevur ætlað sær at fáa uppskotið í tingið meðan løgmaður er burtur. Høgni Hoydal hevur nevniliga sagt, at avgerðin hjá løg- manni, um at uppskotið ikki skal fyri tingið, er brot á gjørdar avtalur. Løgmaður segði við Internetsosialin týskvøldið, at hann hevði fingið at vita, at Tjóðveldisflokkurin tví- heldur um, at uppskotið um fólkaatkvøðuna skal í ting- ið. – Fer Tjóðveldisflokkurin niðan í tingið við einum uppskoti, sum hann veit, ikki kemur ígjøgnum, so biður hann um trupulleikar, og tað er júst tað, sum vit hava roynt at sloppið und- an, segði løgmaður við Internetsosialin. Hesum boðaði løgmaður Høgna Hoydal frá formliga í brævinum gjáramorgunin, og var tað hetta, ið gjørdi, at landsstýrisfundurin varð útsettur. Deadline klokkan 16 Klokkan 16 í gjár var sein- asta freist í hesi tingsetuni hjá landsstýrinum at leggja lógaruppskot fyri tingið. Tí var ætlaði formligi lands- stýrisfundurin í gjár ein ógvuliga týdningarmikil fundur. Talan var um 28 mál, sum skulu avgreiðast úr landsstýrinum áðrenn klokkan 16. Fýra av hesum uppskotunum átti Høgni Hoydal, og snúu tey seg millum annað um fólkaat- kvøðuna. Tískil var tað ósemjan millum løgmann og Høgna Hoydal, sum forðaði fyri, at hini 24 málini vórðu við- gjørd á landsstýrisfundi fyrrapartin í gjár. Hetta skapti ógvuliga stóra ónøgd millum landsstýrisum- boðini hjá Fólkaflokkinum, sum harðliga mótmæltu framferðini hjá Høgna Hoydal. Tá Sosialurin fór til prentingar á middegi í gjár var enn ikki greitt, um nak- ar landsstýrisfundur varð hildin. Heldur ikki bar til at fáa fatur á Høgna Hoydal. Heini O. Heinesen, for- maður í tingbólki Tjóðveld- isfloksins, sigur tó, at støð- an næstan kann metast, sum at løgmaður hevur sagt samgonguna upp. – Men løgmaður torir ikki sjálvur at boða frá, at samgongan verður søgd upp. Tí brúkar hann Javn- aðarflokkin sum jarnbrot, fyri at fáa Tjóðveldis- flokkin at siga hana upp, sigur Heini O. Heinesen. Sosialurin skilir, at ítøkil- igt samband framvegis er millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin um polit- isku støðuna. Løgmaður skuldi í gjárkvøldið flúgva úr London til Keypmanna- havnar. Formaðurin í Javn- aðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, er eisini stadd- ur í Keypmannahavn, men vit vita einki um, at teir báðir skulu hittast. Løg- maður flýgur heim til Før- oya í morgun. Samgongustríðið, sum tók seg upp á landsstýrisfundinum fríggjadagin, harðnar alsamt. Løgmaður sendi gjáramorgunin Høgna Hoydal fax úr London við greiðum boðum um, at samgongusam- starvið var brotið, um uppskotið um fólkaatkvøðu kom í tingið í gjár