hósdagur 1. mars 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 1. mars 2001
9
gult cyan magenta svart
8
Nr. 42 - 1. mars 2001
gult cyan magenta svart
Fyrsta skotið til
undirsjóvartunnilin
vágamegin varð latið
av týsdagin. Formað-
urin í Felagskomm-
ununi í Vágum trýsti
á knøttin
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
á Reynsbakka
Eitt buldur. So aftur eitt - og
eitt aftrat. Og so var sum í
Orminum Langa, at roykur
stóð til skýggja upp. Men
ikki litaðist Sundið reytt
kortini, men var framvegis
blátt og vakurt at síggja.
Tað koma fleiri innbodnir
gestir í land av Ternuni á
Oyrargjógv. Tað stendur ein
bussur fyrin teimum, og
skal flyta teir suður til
inntakið suðuri á Reyns-
bakka, har fyrsta skotið til
undirsjóvartunnilin undir
Vestmannasund skal skjót-
ast Vágamegin.
Illa nokk eru buldrini frá
tunnusláingini í gjár tagn-
að, áðrenn fólk aftur leggja
til brots at hoyra fleiri
brestir. Við arbeiðsvegin
oman fyri Fútaklett er fólk
á gongd. Vágafólk, sum
fara suður at hygga at, tá
skotið verður. Bussurin
steðgar og tekur uppí. Og
soleiðis heldur hann á, til
fult er. So tey, sum fyrst
fóru, noyðast at ganga, tí
tey vóru komin ov langt,
áðrenn bussurin kom.
Tað er nevniliga so, at
ikki slepst suður til munnan
við persónbilum. Bara hes-
in bussurin og onkur hend-
ingur annar bilur við ser-
ligum loyvi sleppa suður
eftir arbeiðsvegnum.
Og so hjálpir tað ikki, um
ein er løgtingsmaður fyri
Vágar. Tann, sum ikki er
við bussinum, sleppur at
ganga suður.
Fólkarúgvan veksur, alt
meira verður komið suður-
eftir. Og suðuri við inntakið
er væl av fólki savnað. Her
eru bæði kommunalpo-
litikkarar úr Vágum, vága-
fólk annars og almennir
gestir, sum komnir eru
aðrastaðni frá til at vera við
hesa løtuna.
Tó landspolitikkarar eru
ongir at síggja, uttan annar
vágatingmaðurin, sum ikki
hevur verið í Tinginum í
dag. Hin, sum var á ting-
fundi fyrrapartin, varð ov
seinur og mátti bíða, til
skotið var, tí løgreglan vildi
ikki lata fólk ganga eftir
vegnum, meðan vandi var
fyri flúgvandi gróti. Aðrir
løgtings- og landsstýris-
menn vóru upptiknir av
Brimli í Løgtinginum.
Nakað norðan fyri sjálvt
boriplássið bíður stjórin í
P/F Vágatunnlinu, Dávid
Reinert Hansen, vælkomin,
Hann sigur eitt sindur um
gongdina í málinum.
Hann sigur millum ann-
að, at skotið verður í
grundini ein mánað fyrr,
enn roknað varð við frá
byrjan. Og tað kemst av, at
vegarbeiðið, sum byggife-
lagið J&K Petersen stendur
fyri, varð handað NCC,
sum skal gera sjálvan tunn-
ilin, ein mánað undan tíðar-
ætlanini.
Síðan verður farið heilt
oman at berginum, har ar-
beiðsleiðarin
hjá
NVV
greiðir frá, hvussu løtt er,
og hvussu ætlanin er at
gera.
Her eru ongar máttur ella
annað lagt fyri, so væntast
kann, at skotið fer norður
gjøgnum hagan ella eftir
vegnum. Tí verða øll, sum
saman eru komin, beind
nakað væl niðan suður um
sjálvt benið. Her skulu ikki
takast nakrir kjansir.
Og
tað
hóvaði
ikki
myndamanninum, tí nú for
møguleikin fyri at fáa eina
mynd av sjálvum skotinum.
Well, so er bara t royna tað
næstbesta og vóna at fáa
grótrok ella royk.
Formaðurin í Felags-
kommununi í Vágum, Du-
rita Jacobsen, bygdarráðs-
limur í Miðvági, fekk tann
heiður at trýsta á knøttin,
sum loysti fyrsta skotið av.
Tá tað er gjørt, fer allur
riðilin norður aftur eftir
vegnum at síggja hvussu
vorðið er. Nógv ganga og
heinta sær steinar at hava til
minnis um hendan dagin,
eins og gjørt varð, tá fyrsta
skotið varð latið av í Leyn-
um í fjør.
Síðan bjóða vertirnir ein
kaffimunn og smákøkur í
arbeiðsskúrinum við inn-
takið, áðrenn alt fólkið
heldur sína leið norður eftir
arbeiðsvegnum aftur.
Summi við bussi og onn-
ur til gongu. Bussurin við
innbodnu gestunum heldur
aftur á Oyrargjógv, meðan
flestu av hinum, sum hava
verið og hugt at, fara til
bilar sínar, sum standa par-
keraðir fram við landsveg-
num oman fyri Fútaklett.
Fyrsta skotið í Vágum
Durita Jacobsen, formaður í Felagskommununi í Vágum, skeyt fyrsta skotið vágamegin
Mynd: John Johannesen
Fyrsta skotið er júst latið av
Mynd: Edvard Joensen
Fólk gjørdu útferð burtur úr degnum, og ein heitur kaffimunnur kom væl við
Mynd: Edvard Joensen
– Eg havi onki ímóti,
at Strandferðslan
tekur rúsdrekkar-
oyndir av skiparum
og stýrimonnum á
strandfaraskipunum,
sigur Ellintur Abra-
hamsen, formaður í
Skipara- og
Navigatørfelagnum
RÚSDREKKA-
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
– Eg haldi, at tað er trygdin
hjá ferðafólki, manning og
skipum, sum hevur alt at
siga.
Ellintur
Abrahamsen,
formaður í Skipara- og
Navigatørfelagnum hevur
onki ímóti, at Strand-
ferðslan nú fer at taka rús-
drekkaroyndir av starvs-
fólkinum.
Hann leggur dent a, at
felagið hevur ikki viðgjørt
málið og at hetta tí stendur
fyri hansara egnu rokning.
Strandferðslan
keypti
herfyri útgerð at taka rús-
drekkaroyndir av starvs-
fólkinum við, um illgruni
er um, at onkur hevur
drukkið.
Ellintur Abrahamsen er
samdur við leiðsluna á
Strandferðsluni um, at tað
er trygdin hjá ferðafólk-
inum, manningini og skip-
unum, sum hevur alt at
siga.
– Tí fer hann ikki at seta
seg ímóti, at rúsdrekka-
royndir verða tiknar av
skiparum og stýrimonnum
á Strndfaraskipunum.
– Eftir mínum tykki eig-
ur rúsdrekka at verða full-
komiliga bannað í sam-
bandi við arbeiðið. Tí hevði
eg ikki á nakran hátt følt
tað niðrandi um eg stovns-
leiðslan tók eina rúsdrekka-
roynd av mær, sigur hann.
Men hann leggur dent á,
at alt skal veravið máta.
– Tað kann ikki vera so,
at hvør maður skal blása í
ballón, hvørja ferð hann fer
á vakt, sigur Ellintur Abra-
hamsen.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, hevur áður
sagt fyri Sosialinum, at ætl-
anin er ikki at taka rús-
drekkaroyndir at starvsfólki
í tíð og úrtíð.
– Ætlanin er at hava tólið
um illgruni er um drykkju-
skap. Við eini einfaldari
roynd kunnu vit so fáa stað-
fest, ella avsanna ein ill-
gruna. Tað er best fyri allar
partar, tí so sleppa vit und-
an gitingum, segði hann.
–Tað er rættiliga óvist
um tað nýggja
suðuroyarskipið
verður tað, sum
Strandferðslan hevur
skotið upp í samráð
við suðuroyingar
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Tað dregur út hjá lands-
stýrinum at taka støðu til,
hvussu tað nýggja suður-
oyarskipið skal síggja út.
Í øllum førum er tað
rættiliga óvist um tann
nýggi Smyrilin verður tað
skipið, sum nevndin hjá
Strandferðsluni, ið hevur
fyrireikað
byggingina,
hevur mælt til.
Í nevndini hjá Strand-
ferðsluni, sum fyrireikar
byggingina, hava eisini
umboð fyri kommunurnar
og vinnulívið í Suðuroynni,
sitið.
Eftir at nevndin hevur
arbeitt við málinum í meiri
enn eitt ár, hevur Strand-
ferðslan lagt eitt tilmælið
fyri landsstýrismannin í
Vinnumálum, Bjarna Djur-
holm, um, hvat skip skal
byggast.
Hvørki Strandferðslan,
ella landsstýrismaðurin í
vinnumálum, vilja siga
nakað um, hvat skip mælt
verður til at byggja.
Men tað skilst á ymsum
keldum, at Strandferðslan
hevur hugsað nógv um, at
tað skal bera til at fáa
túratalið upp, tí júst túra-
talið verður mett at hava
avgerðandi týdning fyri
livilíkindini í Suðuroynni
framyvir.
Tí er tilmælið til Bjarna
Djurholm, at byggjast skal
eitt skip, ið siglur 21 míl.
Eitt slíkt skip kann sigla
upp til fýra ferðir ímillum
Havnina og Suðuroynna
um dagin, um tað skuldi
blivið neyðugt.
Men tað er eisini soleiðis
við skipum, at skal sum
mest fáast burturúr, er
støddin
rættiliga
neyvt
tengd at ferðini, skipið skal
sigla. Og eitt skip, sum
siglur 21míl, verður góðar
130 metrar langt. Eitt slíkt
skip kostar 300 milliónir
krónur.
Øll hava tó ikki verið so
fegin um hetta uppskotið og
tí er Strandferðslan biðin
um at gera fleiri uppskot
um skip í ymsum støddum.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, vil ikki siga,
hvat tilmælið hann hevur
lagt fyri landsstýrið. Men
keldur hava upplýst fyri
okkum, at hann hevur mælt
landsstýrinum til at byggja
eitt skip, sum siglur 19 míl
og sum er einar 115 metrar
langt. Eitt slíkt skip kostar
um 275 milliónir.
Málið hevur nú ligið í
landsstýrinum
í
einar
tríggjar vikur, men enn er
ongin avgerð tikin.
Ongin vil siga nakað
serligt um málið, men tað
skilst á øllum brøgdum, at
landsstýrislimir eru ójavnir
á málið um, hvat skip skal
byggjast.Tí er tað rættiliga
óvist, hvussu skipið fer at
síggja út.
Teir
suðuroyingarnir,
sum hava sitið í fyrireik-
ingarnevndini, hava sett
rættiliga hart uppá, at skip-
ið, sum skal byggjast, skal
vera tað, sum Strandferðsl-
an hevur mælt til.
Teir síggja hetta nýggja
skipið sum lívæðrin a hjá
Suðuroyingum
og
teir
halda, at tað er altavgerandi
at hava eitt skip, sum lyftir
samferðsluna til meginøkið
upp á eitt væl hægri støði,
enn hon nú er á.
Og sum ein av nevnd-
arlimunum, Viberg Søren-
sen á Tvøroyri segði.
– Vit hava longu eitt skip,
sum kann sigla 19 míl. Tað
er ongin orsøk at byggja
eitt afturat.
Nýggi Smyril dregur út
Í lagi Strandferðslan tekur
rúsdrekkaroynd av fólki
Trygdin er í hásæti. Tí er onki at finnast at, hóast Strandferðslan tekur rúsdrekkaroyndir av skiparum og stýrimonnum á
ferjunum, sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum
Myndin er tilvildarliga vald
Smyril syngur nú sín
svanasong. Men enn er tað
rættiliga óvist, hvussu
avloysarin fer at síggja út