hósdagur 1. mars 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Munn- og kleyv-
sjúkan, sum í løtuni
gongur í Bretlandi, er
ikki vandamikil fyri
fólk, sigur lands-
djóralæknin
DJÓRASJÚKA
Edvard Joensen
Munn- og kleyvsjúka rakar
ikki menniskju, sigur Bjørn
Harlou, landsdjóralækni.
Tað hava verið onkur ein-
støk dømi, sigur hann, men
tá hevur talan verið um
fólk, sum dyrkaðu bakter-
iurnar á eini starvsstovu.
Og tað er als ikki vanda-
mikið at eta neytakjøt,
hóast sjúkan er ávíst í
Europa. Soleiðis smittar
hon ikki, sigur landsdjóra-
læknin.
Munn- og kleyvsjúka er
ein virussjúka, sum rakar
kríatur. Neyt, seyð og svín
er tað vanliga. Eisini kunnu
eitt nú ross fáa sjúkuna.
Tað sjúka kríatúrið fer at
sleva og verður sárføtt,
greiðir landsdjóralæknin
frá. Og er talan um mjólki-
neyt, sleppast tey. Sleppa
kríatúrini at liva, verða tey
vanliga frísk aftur eftir
nøkrum vikum, sigur Bjørn
Harlou.
Tað, sum ger, at fólk ræð-
ast sjúkuna so illa, er í
stóran
mun
fíggjarligi
missurin av, at kýrnar verða
sleptar.
Men
landsdjóralæknin
sigur, at tað sjálvandi skal
ansast sera væl eftir, at vit
ikki fáa sjúkuna hendan-
veg. Smittan verður borin á
ymsan hátt. Eitt er, at fólk
og kríatúr ferðast í millum
øki, og kunnu soleiðis bera
smittuna. Ein annar møgu-
leiki er, at smittan verður
borin við vindi.
Tað er hent einaferð í
Danmark. Tá var sjúkan
staðfest í Eysturtýsklandi
og kom stutt eftir til
Danmarkar. Eingin flutn-
ingur hevði tá verið í
millum londini, og tí varð
hildið, at smittan var borin
við vindi um Eystrasalt.
Hjá okkum skuldi tann
vandin verið rættiliga lítil
sum er, sigur landsdjóra-
læknin. Hann metir, at tað
skal ein rættiliur stormur til
at bera smittuna úr syðra
parti av Englandi til Før-
oya.
Annars hava vit full-
komið
innflutningsbann
sum er, til nýggju ES regl-
urnar eru setta í gildi í
Føroyum. Og eisini tá,
kunnu vit seta bann fyri
innflutningi av kríatúrum,
kjøti og kjøtúrdráttum, um
illgruni um er smittu.
Men sum er, er útflutn-
ingsbann úr Bretlandi, og
bretar taka støðuna rætti-
liga álvarsliga. Teirra eftir-
lit og tiltøk eru so mikið
strong, sigur Bjørn Harlov,
landssjóralækni, at hann
metir ikki reellan vanda
vera á ferð í Føroyum í
løtuni.
Ófarlig fyri fólk
Her á Sosialinum,
hava vit avgjørt, í
sambandi við teigin
»Ì býin«, at fara út at
vitja matstovunar
kring landið, og
síðani skriva um
hvussu hetta royndist
Oda Ellingsgaard
Vit hava verið inni á gólv-
inum hjá Café Natúr.
Café Natúr er eitt stað
har nógv fólk samlast, tey
seta seg niður at práta og
fáa sær okkurt at eta. Og
tað at fáa sær at eta er
kanska serliga lekkurt nú
Café Natúr júst hevur
endurníggja teirra matar-
seðil. Nógv nýtt og leskiligt
er at fáa, t.d. av víni, café-
drykkum, og fleiri nýggj
sløg av sandwich. Hartil
kann man eisini fáa heima-
gjørda lasagnu.
Tey eru eisini byrjaði at
selja alt út úr húsinum.
Eg havi, saman við einari
vinkonu, verið niðri Café
Natúr og roynt hendan
nýggja matarseðilin.
Vit koma inn og seta
okkum niður, hetta er ein
mánadag klokkan trý, so
tað vóru ikki so nógv fólk
har.
Matarkortini
koma
beinavegin á borið. Tað er
sera ringt at velja hvat vit
skulu eta, alt ljóðar so
lekkurt. Eg geri av at eg vil
hava eina Café Natúr
Sandwich; Ciabattina við
skinku sum kostar 42
krónur. Og Silvia fær sær
eina Sesam Sandwich við
kylling, salat, karrydress-
ing, ananas, majs, pipar-
frukt, agurk og bacon fyri
45 krónur.
Tað gongur ein løta, og
vit sita og práta. So kemur
maturin á borið, tað sær
sera spennandi út og vit
leggja í vagið. Tað smakkar
ótrúliga væl.
Vit sita eina løtu og nýta
hendan lekkra mat.
Tá ið vit eru lidnar, kem-
ur eitt av starvsfólkinum.
Hann spyr um vit ikki vilja
hava omaná, tað halda vit
ljóðar lekkurt. Sjálvt um vit
eru mettar, so keypa vit
okkum omaná.
Eg velji mær pannukøkur
við ísi og súltutoy, og Silvia
fær sær ískakao.
Vit geva okkum góða tíð,
vit eru mettar av rættunum
vit júst hava eti, men tað
smakkar eisini so væl at vit
vilja geva okkum tíð til at
nýta hetta.
Vit sita eina løtu og bara
práta saman og hugna okk-
um.
Vit vóru sera væl nøgdar,
bæði við matin og við
starvsfólkini sum vóru sera
blíð við okkum og vit fingu
sera góða tænastu.
Ein følir seg vælkomnan
inni í Café Natúr, har er
reint og ruddeligt og ein
fær góða tænastu..
Café Natúr
Nr. 42 - 1. mars 2001
11
gult cyan magenta svart
10
Nr. 42 - 1. mars 2001
gult cyan magenta svart
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Streymoy
Vilja tygum við í
Í býin - hvønn hósdag
Ynskja tygum at lýsa í teiginum í býin, so
fyllið út henda lepan og sendið hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
Mat-
seðilin
-tað
loysir
seg
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Sig okkum frá
Hendir okkurt, sum
er hugvert hj ¿Ýrum at vita,
eru vit til reiÝar at bera tÝindini vÝari.
Sosialurin leggur seg eftir at bera
tÝindi r ¿llum landinum.
Vit koyra runt t kenda, gra Toyota
bilinum viÝ eyÝkendu frmerkjunum.
FerÝandi blaÝstjrnin er dagliga ti kring landiÝ.
Vit eru at hitta telefon nr. 31 18 20.
Telefax nr. 31 47 20.
Edvard Joensen mannar l¿tuni ferÝandi
blaÝstjrnina. Hann er at hitta telefon nr.
42 36 17 ella fartelefon nr. 22 05 07.
Eisini ber til at senda teldupost til:
edvard@sosialurin.fo
ella post@sosialurin.fo