Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 1. mars 2001 13 gult cyan magenta svart 12 Nr. 42 - 1. mars 2001 gult cyan magenta svart Føroyavitjanin hjá Olaf Berg Nielsen í 1978 gjørdist nógv longri enn æltað, og seinastu 15 árini hevur hann havt egna prentsmiðju í Klaksvík PRENTARI Eyðun Klakstein Tá danin Olaf Berg Nielsen kom til Føroya í 1978 skuldi hann bara verða her í tvey ár Men Olaf býr fram- vegis í Føroyum, og sein- astu 15 árini hevur hann havt egna prentsmiðju og lýsingavirki í Klaksvík. Olaf kom til Føroya í sambandi við tilknýti sítt til Jehova Vitni. – Vit trivust so væl í Før- oyum, at vit vórðu verandi her, sigur Olaf. Serliga norðoyingar Olaf Berg Nielsen hevði út- búgving sum typografiskur prentari, tá hann kom til Føroya, og hann starvaðist í seks og eitt hálvt ár á Norð- lýsinum. Síðani var hann í hálvt- annað ár á 14. September, áðrenn hann í 1986 fór undir sítt egna virki. Olaf Berg Nielsen hevur framvegis prentsmiðjuna og lýsingarstovuna sum kallast Norðoya Reklama, og hann hevur ovmikið at gera í hesum døgum. – Mínir kundar eru ser- liga norðoyingar, men tað eru eisini aðrir kring land- ið, sigur Olaf. Litir og skriftir Olaf Berg Nielsen hevur drúgvar royndir sum prent- ari, og hann hevur eisini fylgt við í fakinum, síðani hann fekk útbúgving sína. Í dag prentar hann alsk- yns prentlutir fyri fólk og fyritøkur. – Tað er týdningarmikið, at ein prentari dugir at meta um litirnar, og hann skal eisini duga at brúka skriftir skilagott, heldur Olaf. Norðoya Reklama liggur í Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík. Írski sangarin, Johnny Logan, hevur gjørt nýggja fløgu, sum føroyski Óli Poulsen hevur framleitt. Logan rósar Óla Poulsen fyri avrikið TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Mánadagin kom ein nýggj útgáva av Grand Prix hitt- inum »Hold me Now« frá 1987 á gøtuna. Tað er framvegis kendi írski sangarin, Johnny Logan, sum syngur sangin, men hesaferð er tað før- oyski Óli Poulsen, sum hevur lagt heimshittið til rættis. Johnny Logan hevur ver- ið í Keypmannahavn og gjørt upptøkurnar til nýggju fløguna hjá sær, og hendan steðgin er hann væl nøgdur við. – Eg havi funnið meg sjálvan í upptøkuhølunum í Kepmannahavn, sigur Johnny Logan við danska blaðið BT. Í óføri Umframt eina duett við kendu donsku sjónvarps- kvinnuna Natasjha Crone, syngur Johnny Logan fleiri gamlar sangir á nýggju fløguni. Og so er tað sjálvandi kendasti sangur hansara, »Hold me now«, sum hann vann altjóða Grand Prix kappingina við í 1987. Hetta var aðru ferð, at Logan vann hesa kapping. Fyrru ferð var í 1980 við sanginum »What´s another year«, og eftir hendan sig- urin fór lív hansara rættil- iga av sporinum. Hann kom í fíggjarligt og persónligt óføri, og tað var meðan hann var ringast fyri, at hann skrivaði »Hold me now«. Betri enn tann fyrra Avgerandi vendin í lívi hansara kom, tá hann slapp við í írsku Grand Prix kappingina. Hesa kapping- ina vann hann, og tað gjørdi hann eisini, tá altjóða final- an var. Síðani hevur Johnny Logan vunnið nógvar peng- ar, og hann er væl fyri bæði fíggjarliga og persónliga í dag. Nú roynir hann seg aftur við eini útgávu, og »Hold me now« er eitt av løgun- um. – Mær dámdi ómetaliga væl hendan sangin, men eg sang hann so oftani, at eg misti hugin at syngja hann. Men nú hevur Óli Poulsen givið honum eitt meiri soulmerkt ljóð, og tað var í grundini soleiðis, at eg skrivaði sangin uppruna- liga, sigur Johnny Logan við BT. – Útgávan hjá Óla er nógv betri enn tann fyrsta útgávan, sum seldi fleiri enn seks milliónir eintøk, staðfestir írski sangarin. Í dag er seinasti dagur at gita um, hvussu nógv høvd Trøllabarnið fer at fáa. Trølla-Pætur fer 10. mars at fáa eitt systkin, og í hesum sambandi verður skipað fyri eini kapping um, hvussu nógv høvd Trølla-barnið fer at fáa. Børn – ella onnur sum hava hug – kunnu at- kvøða á heimasíðuni hjá Trølla-Pæturi, og valið stendur millum 2, 5 og 7 høvd. Trølla-Pætur sigur, at sera nógv hava roynt at gita, hvussu nóvd høvd Trøllabarnið fær, men enn eru stundir at gita. Seinasta freist er í dag. Lutakast verður mill- um tey, sum gita rætt, og vinningurin er eitt gávu- kort frá BR Leikum. Kapping um høvd Rós til Óla Poulsen – Tú skalt duga at meta um litirnar Olaf Berg Nielsen hevur starvast í Føroyum síðani 1978, men ætlanin var, at danski prentarin bara skuldi verða í Føroyum í tvey ár, tá hann kom higar Óli Poulsen hevur lagt til rættis nýggja útgávu av kenda sanginum »Hold me now« hjá heimskenda írska sangaranum, Johnny Logan. Írski sangarin er sera væl nøgdur við avrikið hjá Óla Níggju bátar seldu góð níggju tons um gólvsøluna hjá Fiskamarknaðinum týs- dagin. Sum tað framgongur av yvirlitinum niðanfyri, so átti línubáturin, Ægir, størsta partin av søluni Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 9 JÓGVAN NORÐI LÍNA 39 TN 483 ÆGIR LÍNA 8.157 VA 132 LÍV SNELLA 97 VA 164 NIKLÁI SNELLA 177 VA 221 CARINA SNELLA 104 VA 34 DUNGA HANS M/B SNELLA 445 VA 60 DÁVA DÁNJAL SNELLA 67 VA 81 GUTTA JÓGVAN SNELLA 115 XV 45 VAÐHORN SEAFOOD P/F BOTNTROL 60 Sølan hjá bátunum sundurliðaði seg soleiðis: VøruNavn Kilo LONGA 4 15 STEINBÍTUR 23 HAVTASKA 0 68 TOSKUR 1 23 TOSKUR 2 412 TOSKUR 3 2.622 TOSKUR 4 3.969 TOSKUR 5 566 HÝSA 2 211 HÝSA 3 625 HÝSA 4 17 BROSMA 0 21 LONGA 0 3 TOSKAROGN 419 SIL 267 Gólvuppboðssølan FISKIVINNUTÍÐINDI Jústinus Leivsson Eidesgaard Skiparin á Norðborg, Krist- ian Martin Rasmussen varð í gjár avhoyrdur hjá løg- regluni Vadsø. Um middagsleitið týs- dagin komu menn frá norska vakrarskipinum “Stålbas” umborð á Norð- borg, sum er á lodnuveiðu í Barentshavinum. Norðborg royndi á gráu leiðini einar 55 fjórðingar norður úr Vardø. Norska blaðið Nordlys skrivar, at Norðborg var ikki undir illgruna, tá menn fóru umborð, men eftir at hava gjøgnumgi pappírini varð skiparin biðin um at fylgja við inn til Vadsø. Norðborg er skuldsett fyri ikki at hava boðað frá, tá teir fóru fram við einum ávísum punkti og fyri ikki at hava sent út fyldisveina- signal, sum kann siga myndugleikunum, hvar skipið er statt. Palli Ziskason, frá reiða- rínum hjá Norðborg sigur, at teir ikki rættuliga skilja hví onki signal er sent til fyldisveinin. – Vanlig mannagongd er tann, at radiosendarin sendir eitt signal einaferð um tíman og er okkurt galið við sendaranum, so sigur Vaktar og Bjargingartæn- astan frá. Tað er so ikki hent í hesum førinum. Hendan skipanin ger, at myndugleikarnir til eina og hvørja tíð kunnu siga, hvar skipið er statt og tað skuldi, samstundis sum teir hava eftirlit við okkum, eisini bøtt um trygdina, sigur Palli Ziskason. Enn er skipanin við fylgi- sveinaeftirlitið ikki gald- andi fyri føroysk fiskiskip undir Føroyum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskimálum arbeiðir við eini ætlan, har øll føroysk fiskiskip skulu hava hesa tøkni umborð. Jørgen Niclasen leggur á dent á, at hendan skipan verður ikki sett í verk fyri at elta skip, heldur fyri at økja um trygdnina og vísa at skip halda nógv betri reglugerðirnar enn vanliga verður hildið. Sparikassin er ikki longur bara ein sparikassi, hann er nú eisini ein banki og hann er rættuliga farin úr í vinnulívið. – Vit fíggja umleið helvt- ina av føroysku alivinnuni og vit eru eisini við í vinnulívinum, serliga, tá tað snýr seg um fiskivinnu, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Sparikassanum við Sosialin. Sparikassin hevur júst almannakunngjørt rokni- skapin fyri í fjør. Rokni- skapurin verður endaliga góðkendur á aðalfundinum hjá Føroya Sparikassa, sum verður hildin 30. mars. Sparikassin hevur eftir skatt í ár ein vinning upp á 50 milliónir krónur. Netto rentuinntøkurnar øktust við 12,2 prosentum upp til 189,1 millión krónur. Gjaldføri Sparikassans er nú beint undir eina milli- ard. – Okkara leiklutur í vinnulívinum er blandaður, men størsra økingin er í alivinnuni. Annars fíggja vit fiskivinnu, handils- vinnu, tænastuvinnu og so víðari, sigur Marner Ja- cobsen Vinnulívslánini eru í fjør økt við 12 prosentum, með- an lánini til privat er økt við fimm prosentum. – Privatkundin er fram- vegis okkara álit, men eftir- hondini, so eru vinnulívs- lánini vorðin ein stórur partur av okkara virksemi, sigur hann. Vestlax og harvið eisini PanFish ger í løtuni út- byggingar á smoltstøðini við Laksá í Oyndarfirði. Hendans støðin kann í dag virka umleiðs tvær milli- ónir smolt árliga og ætlanin er at økja hetta til fimm milliónir árliga Ein nýggj stór høll verð- ur bygd í løtuni og hendan skal tryggja Vestlaks smolt í framtíðini. Panfish er størsti útlendski eigarin í Vestlaks samtakinum. Vest- laks er í dag størsta alifyri- tøka í landinum og hon veksur skjótt. je Norðborg tikin í Barentshavinum Sparikassin fíggjar helvtina av føroysku alivinnuni Sparikassin virkar í dag sum ein vanligur banki og hann krevur stóra trygd, gongur hann við í eina verkætlan. – Vit hava ikki nakað fast mark fyri hvussu stórur eginfíggingin skal verða, um vit játta at fíggja eina verkætlan. Tað velst nógv um hvussu nógv vit vága. Í einstøkur førum krevja vit upp um 40 prosent í øðrum føri eru vit lægri. Støðið í dag liggur mill- um 20-40 prosent, sigur Marner Jakobsen. Vestlax víðkar á Hellunum Sparikassin krevur stóra trygd frá vinnulívinum Í næstseinastu viku vóru 810 tons tikin í føroysk- um alibrúkum og hesi vóru kruvd á teimum 10 sláturstøðunum í landin- um. Eisini vóru 807 tons av sílum tikin. Higartil í ár eru tilsamans 4,833 tons av aldum fiski tikir í Føroyum, harav 807 tons av sílum. Átta sláturvirkir tóku laks í næstseinstu viku og tey hava kruvt 183215 laksar. Miðalvektin var 4,43 kilo. 4,800 tons av alifiski tikin í ár Norðborg liggur nú inni í Vadsø í Norðurnoregi Marner Jacobsen, sparikassastjóri