hósdagur 1. mars 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 1. mars 2001
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 42 - 1. mars 2001
gult cyan magenta svart
– Føroyar og Bretland
eru grannar. Havið
millum okkum skilir
ikki bert sundur, tað
bindur eisini saman
segði løgmaður til
stóru móttøkuna í
London og nevndi
hann millum áhuga-
málini vit hava til
felags, havum-
hvørvið. At tað ikki
verður dálkað.
ALMENN VITJAN
Jan Müller úr London
Eftir eina sera turbulenta
vitjan í Skotlandi, har lim-
osinin við løgmanni eitt
skifti var innikavað við
meturhøgum fannum eydn-
aðist tað tó løgmanni og
fylgi at sleppa úr Edin-
burgh og til London.
Týskvøldið var móttøka
á donsku sendistovuni í
London, fyri umleið 100
innbodnum ur Bretlandi og
Føroyum.
Her vóru nakrir av odda-
monnunum í risastóru olju-
feløgunum, sum síggja
stórar møguleikar í før-
oysku undirgrundini, eitt
nú BP. Til móttøkuna helt
løgmaður eina rættiliga
positiva og áhugaverda
røðu, har hann eisini nam
við viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark. Vit
prenta røðu løgmans:
Fyrst vil eg takka danska
sendiharranum fyri at halda
hesa móttøku, nú bretska
stjórnin hevur boðið mær
higar til Bretlands sum
gestur hjá bretsta uttanrík-
isráðnum.
Hesa innbjóðing fekk eg,
tá ið eg saman við danska
uttanríkisráðharranum
bretska varauttanríkisráð-
harranum Tony Lloyd und-
irritaði sáttmálan um hav-
mørkini millum Føroya og
Bretlands 18. mai 99.
Hesin sáttmálin var ein
fortreyt fyri, at føroyskir
oljumyndugleikar kundu
fara í holt við at fyrireika
fyrsta føroyska útbjóðing-
arumfarið, ið varð lýst í
februar í fjør og sum førdi
til, at leitingarloyvi vóru
latin oljufeløgum í august í
fjør.
Semjan um markið læt
eisini upp fyri einum breið-
ari samstarvi millum føroy-
ingar og grannar okkara í
Bretlandi, ikki minst í
Skotlandi og serliga í Het-
landi og Orknoyum.
Áhugi fyri samarbeiði
Eg og fylgi mítt hava nú
ferðast í Skotlandi og hava
har fingið váttað, at hugur
er at samarbeiða á fleiri
økjum.
Vit hava í nógv ár havt
samskifti, kapping og sam-
starv á fiskivinnuøkinum.
Bretsk skip hava í øldir
fiskað undir Føroyum og
føroysk skip hava seinastu
40 árini fiskað í bretskum
sjógvi. Vit hava í nógv ár
selt fisk til Bretlands, og
eisini ein partur av okkara
útflutningi til onnur europ-
eisk lond fer um Bretland.
Nú oljuvinnan tekur seg
fram, eru bretsk oljufeløg
við í leitingini, og somu-
leiðis bretskar deildir hjá
fremmandum oljufeløgum.
Eisini tá ið talan er um
veitingar til oljuvinnuna
koma bretskar fyritøkur inn
í myndina.
Vit vænta okkum nógv
av hesum samstarvi og
vóna, at tað fer at menna
føroyska samfelagið og
verða til gagns fyri allar
partar.
Eisini ferðasambandið
millum Føroya og Bret-
lands er í menning. Fleiri
føroyingar søkja sær út-
búgving í Bretlandi. Sam-
handil er nógvur millum
Føroya og Bretlands. Nógv
persónlig sambond eru
millum fólk í Føroyum og í
Bretlandi.
Føroyar – Danmark
Føroyar hava í øldir verið í
kongssambandi við Dan-
mark. Føroyar hava síðan
1948
havt
heimastýri
(auitonomi). Hetta merkir,
at føroyingar stýra sínum
egnu viðurskiftum á fleiri
og fleiri økjum, harundir tí
vinnuliga og tí mentanar-
liga.
Sum tykkum kunnugt,
hevur spurningurin um við-
urskifti Føroya við danska
ríkið verið eitt týdningar-
mikið evni í Føroyskum
politikki í eini hundrað ár.
Tá ið hetta laqndsstýrið
kom til eftir valið í 1998
varð ein høvuðsmálsetn-
ingur at virka fyri, at Før-
oyar gerast sjálvstøðugt
land við fullveldi, skipað í
tøttum samstarvi við Dan-
mark – m.a. við kongsfel-
agsskapi og gjaldoyrafel-
agsskapi.
Við støði í hesum hevur
Føroya landsstýri megin-
partin av árinum 2000 sam-
ráðst við donsku stjórnina
um ein tvívegis sáttmála,
sum hevði til endamáls at
skipa Føroyar sum sjálv-
støðugt ríki í frælsum fel-
agsskapi (Free Association)
við Danmark.
Tað eydnaðist ikki at
røkka eina semju millum
partarnar á hesum støði.
Tí hevur landsstýrið lagt
sín politikk um til eina
meira stigvísa ætlan, har
landsstýrið
innanfyri
heimastýriskarmin
vil
fremja fyrisitingarligar og
búskaparligar umleggingar.
Tað merkir, at øll málsøki,
ið ikki beinleiðis eru tengd
at fullveldinum verða løgd
undir føroyskan myndug-
leika eftir eini ætlan, sum
røkkur fram til ár 2012.
Somuleiðis er ætlanin, at
fíggjarligi
stuðulin
frá
danska ríkinum verður
minkaður til hann í seinasta
lagi ár 2012 er fullkomiliga
burtur.
Tá ið føroyska samfel-
agið eftir eina slíka gongd
er vorðið mest møguliga
fyrisitingarliga og búskap-
arliga sjálvbjargið (self-
sustaining), eigur Føroya
fólk at fáa høvi til á fólka-
atkvøðu at taka støðu til,
um tað ynskir fulla sjálv-
støðu (independence).
Gingið væl
Seinastu árini hevur gingist
væl við føroyska búskapin-
um. Í hesum tíðum, har
fólk gerast meira og meira
varin við at keypa fram-
leiðsluna
frá
nútímans
landbúnaði, er helst ein
fyrimunur at kunna bjóða
teimum fisk úr heimsins
reinasta sjógvi. Fiskaprís-
irnir hava verið okkum til
vildar seinastu árini. Eisini
hevur fiskaalingin støðugt
vundið uppá seg.
Føroyingar hava mest-
sum bert sjógvin á at líta.
Vit hava brúk fyri eini
burðardyggari nýtslu av
øllum tí livandi tilfeingin-
um í havinum, antin tað er
fiskur, sjófuglur ella hav-
súgdjór. Á millumlanda-
stigi royna vit at virka fyri
burðardyggari menning og
reinum havumhvørvi.
Havumhvørvið
Føroyar og Bretland eru
grannar. Havið millum
okkara skilir ikki bert
sundur, tað bindur eisini
saman. Millum áhugamál-
ini, vit hava til felags er
havumhvørvið. At tað ikki
verður dálkað, hvørki frá
ídnaði á landi, ella frá frá-
landsvirksemi.
Á sjónum millum londini
kunnu óhapp henda, bæði
við skipaferðslu og í frá-
landsvirksemi. tá er hent at
hava hvønn annan at heita á
til samvinnu um bjarging á
sjónum og vernd móti hav-
dálking.
Eg fari at enda við at
siga, at vit eru fegin um at
hitta øll tykkum og vóna, at
vit fáa eina hugnaliga løtu
saman um viðurskifti av
felags áhuga.
Havið skilur sundur
og bindur saman
Tíðindaskriv
Fútarætturin viðgjørdi í
dag áheitan frá Fíggjar-
málastýrinum um at seta
fútabann móti blokaduni
hjá Skipara- og Navigat-
ørfelagnum, sum hevur
lagt
sjóbjargingina
lamna.
Rætturin
tók
ikki
støðu í málinum, men
útsetti tað til komandi
mánadag, so partarnir
kunnu lata inn replikk
og duplikk.
Landsstýrið
metir
blokaduna sum eitt álv-
arsligt sáttmálabrot, tí
felagið
hevur
onga
heimild at blokera størv,
sum galdandi sáttmáli er
fyri. Støðan er so mikið
álvarsom, at Landsstýrið
sær tað sum sína skyldu
at fáa minsta krøvini til
trygdina á sjónum í lagi
aftur beinanvegin.
Fútarætturin er ein
partur av vanligu rættar-
skipanini. Í Føroyum er
eingin arbeiðsrættur, tí
má vanliga rættarskip-
anin verða nýtt til tílík
mál, og tað vil í hesum
føri siga Fútarætturin.
Fíggjarmálastýrið
bjóðaði annars Skipara-
og Navigatørfelagnum
at taka málið aftur í rætt-
inum, soleiðis at teir
vildu loyva, at menn
skifta um vaktir, so
Tjaldrið fæst í sigling.
Hesum vildi felagið ikki
ganga á møti.
Fíggjarmálastýrið vil
enn einaferð royna at fáa
Skipara- og Navigatør-
felagið at gera eina
semju um bólking av
Brimli, og hevur tí boðið
teimum til fundar í
kvøld.
13/2-2001
Karsten Hansen
Fútaforboð
ÚT AT KOYRA
Eftir at hava verið á
marknaðinum í 6 ár,
er Audi A4 nú komin í
eini heilt nýggjari
útgávu, ið er merktur
av góðum kvaliteti á
sera høgum støði.
Bilurin minnir nógv
um Audi A6, sum
hevur verið brúktur
sum fyrimynd.
BILAR
Magnus Gunnarsson
Hørð kapping
Kappingin í Týsklandi er
vorðin so hørð millum Audi
í Ingolstadt, BMW í Mün-
chen og Mercedes-Benz í
Stuttgart, at nýggi Audi A4
er fluttur ein klassa upp,
fyri at fara í beinleiðis
kapping við BMW 300-
røðina og Mercedes C-
klassan. Bilurin er bygdur
yvir ein nýggjan plattform,
sum eftir ætlan skal brúkast
til tann næsta Passat´in, tá
hann verður skiftur út um
nøkur ár. Tað at bilurin er
longdur sjey sentimetrar,
og at aksulfrástøðan eisini
er longd, ger at meira
beinpláss er við baksetrini.
Viðførisrúmið er stórt og
væl innrættað.
Lættur at koyra
Tann mest grundleggjandi
broytingin við koyriegin-
leikunum er at bakaksilin
og upphangið aftan eru
óbundin av hvørjum øðrum
(ikki fastur aksil). Tað
fyrsta ein leggur til merkis
er at bilurin stýrir sera
neyvt og lætt, eins og
koyrieginleikarnir
eru
fyrsta floks, og skjótt er at
finna seg væl til rættis í
bilinum.
At byrja við verða 5
motorar at velja ímillum:
ein 2.0 litur við 130 hk,
ein1.8T við 150 hk, og ein
3.0 litur V6 við 220 hk.
Tveir turbodiesel motorar
verða, har ein 1.9 TDI við
130 hk, og ein 2.5 TDI við
180 hk við Quattro og 6-
trins
gearkassa.
Seinni
verða fleiri aðrir motorar á
skránni.
Tryggur bilur
A4 er sera væl útgjørdur og
hevur nógva trygdarútgerð,
sum eitt nú elektronisku
stabilitetskipanina (ESP),
elektronisku differentiale-
sperruna (EDS), og anti-
spinn (ARS) sum standard.
Sum nakað nýtt hjá Audi,
hevur A4 elektroniskan
bremsuassistent, sum hjálp-
ir bilføraranum við at
hækka
og
fasthalda
bremsutrýstið undir eini
harðari uppbremsing, og
harvið stytta um bremsu-
longdina. Umframt dupult-
an airbag framman og í
síðunum, hevur A4 eisini
airbaggardinur sum stand-
ard.
Automatiskt klimaanlegg
er eisini standard.
Audi A4 – fluttur upp
í hægri klassa
Audi A4 2.0
Motorurin
2.0 litur 4 syl. 131 hk
0-100 km/t
9,9 sek.
Bensinnýtsla
12,3 - 12,7 km/l
Dekkstødd
195/65-15
Stødd og vekt
Longd
454,7 cm
Breidd
176,6 cm
Hædd
142,8 cm
Eginvekt
1310 kg
Totalvekt
1860 kg
Viðførisrúm
445 litrar
Prísur
280.000,- kr.
Søluumboð
Bilasølan v/Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tlf. 315354
Audi A4 er nú komin í eini heilt nýggjari útgávu, ið er merktur av góðum kvaliteti á sera høgum støði
Mynd: Jens K. Vang
Bilurin minnir nógv um
Audi A6, sum hevur verið
brúktur sum fyrimynd
Mynd: Jens K. Vang
Skjótt er at finna seg væl til
rættis í bilinum
Mynd: Jens K. Vang