mikudagur 11. apríl 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Tað fremsta inna
Deja Vu
[myspace.com/
dejavusite]
Deja Vu vann The Global Battle
Of The Bands í Føroyum og við
sigrinum rættin at luttaka á
AME-Føroyar. Deja Vu var ein av
bólkunum á fyrsta AME tiltakinum,
umframt at bólkurin eisini spældi
á AME Reykjavík í fjør. Somuleiðis
hevur Deja Vu fleiri ferðir
luttikið í Prix Føroyum.
Deja Vu fekk sítt veruliga
gjøgnumbrot, tá bólkurin í 2003
gjørdist nummar tvey í Prix
Føroyum. Fyrsta fløgan hjá bólki-
num. A Place To Stand On kom út
í 2005 og var m.a. vald ársins
fløga av lesarum hjá Dimmalætt
ing. Á Planet Awards var fløgan
somuleiðis í uppskoti til bestu
fløgu.
Tónleikurin hjá Deja Vu er ein
sveimandi og droymandi streymur
av tónum, ið dregur lurtaran inn
í heimin hjá bólkinum. Teir skapa
eina flotta ljóðmynd.
Teir báðir oddamenninir í Deja
Vu, Líggjas og Flóvin, skiftast um
leiklutin sum sangari. Bólkurin
hevur spælt á flest øllum tón-
leikatiltøkum í Føroyum, og tað
er greitt at bólkurin hevur vónir
um at gerast kendur uttanfyri
Føroyar. Í fjør taldist Deja Vu
millum virknastu føroysku bólkar-
nar, við framførslum nærum hvørt
vikuskiftið.
Sic
[myspace.com/sicsix6]
Síðan Sic herfyri gav fløguna
Pandemonium út, hevur bólkurin
veruliga
havt
undanvind.
Í
føroyskum miðlum hevur fløgan
fingið
avbera
góð
ummælir
og eisini uttanfyri klettarnar
hevur áhugin fyri Sic verið stórur.
Eitt nú hava tungmálmsmiðlar í
so ymiskum londum sum Avstralia
og Peru tikið tónleikin hjá Sic
til sín. Avstralska promotion
felagið Dark Kloud Promotions
lýsir fløguna hjá SIC soleiðis:
“Í september 2006 fór Sic inn
í sjúka og avskeplaða heimin
hjá tónleikaframleiðaranum Tommy
Hansen í Jailhouse Studios í
Danmark. Teir 15 dagarnar, ið Sic
brúktu til upptøkurnar av teimum
13 løgunum á fløguni, vóru ein
ferð fyri lívið. Saman við Tommy
góvu teir alt og meira enn tað
og skaptu eitt meistaraverk – ein
varða í tungmálmssøguni. Við
útgávuni av Pandemoninum!, hevur
SIC skapt eina nýggja byrjan,
eina nýggja era.”
Spanskmælta alnetstíðaritið og
útvarpsstøðin Rockum, ið virkar
úr Peru og gevur Sic 8,8 av 10
møguligum í karakter.
Sic hevur fimm ár á baki, men
tað var ikki fyrr enn núve-
randi manning tók við, at Sic
veruliga fór at gera um seg. Við
Pandemonium hevur Sic skrivað
seg inn í føroyska tónleikasøgu.
Útgávan er framúrskarandi og
brýtur
uppúr
nýggjum
innan
føroyskan tónleik, her er talan
um sera vakran larm.
200
[myspace.com/200baby]
Tá 200 sá dagsins ljós, vóru
tað neyvan nógv í tordu at spáa
bólkinum handan eksperimenterandi
lagið “Vit eru 200”, eina so
bjarta framtíð, sum bólkurin
fekk.
Frítíðarverkætlanin
hjá
teimum trimum Niels, Una og
Mikael gjørdist ein av Føroya
fremstu bólkum. Eftir at Niels og
Uni høvdu lagt bólkin Mold til
hvíldar, uppfunnu teir saman við
Mikael konseptið loysingarpunk
ein tónleikastílur, ið onkur
hevur
lýst,
sum
politiskan
punkrokk við Elvis vokali. Stutt
sagt, 200 hevur sítt heilt egna
ljóð. Hetta er tónleikur við
sterkum meiningum.
Eitt
av
høvuðsendamálunum
við AME er at varpa ljós á
føroyskan
tónleik,
og
vísa
okkara bestu tónleikanøvn fram
fyri tónleikaídnaðinum í øðrum
londum. Við fløguni Graceland
og framførslum á festivalum sum
Roskilde, Spot, Iceland Airwaves,
By:Larm, Larm og Umeå Open er 200
vorðið eitt tað føroyska navnið, ið
hevur vakt størst ans uttanlands,
tí er bólkurin eisini eitt
upplagt navn á AME. Stóra danska
konsertfyriskiparafyritøkan DKB
Motor hevur tikið 200 undir
sínar veingir, og hetta hevur
gjørt undurverkir. Leysasøgur
hava gingið um luttøku á Roskilde
Festivalinum í ár, men hetta
fæst eingin í 200 at vátta. Men
eftir at bólkurin í almenna
festival blaðnum í fjør fekk
eitt tað besta ummælið á øllum
festivalinum, so er hetta als
ikki óhugsandi. Bólkurin vann
Planet Awards fyri besta bólk í
fjør, og var í ár í uppskoti til
somu heiðursløn, umframt at vera
í uppskotið til heiðurin ársins
fløga hjá Dimmalætting í ár.
Gestir
[myspace.com/gestir]
Prix Føroyar vinnararnir frá
2003 risu sera skjótt ovast upp
á føroyska tónleikatindin, frá
at vera ein heilt ókendur og
nýggjur bólkur, var bólkurin
knappiliga
millum
fremstu
føroysku
tónleikanøvnini,
við
luttøku á festivalum, konsertum
og á Listastevnuni. Sigurin í Prix
Føroyum gav bólkinum møguleika
at fara í upptøkuhøli. Leiðin
gekk til Jútlands, har bólkurin
spældi inn í víðagitnu Lundgaard
upptøkuhølunum. Tað gingu tó
yvir trý ár, áðrenn fyrsta fløgan
hjá Gestum kom út. Tíðin hevur
ment bólkin, og fyrsta útgávan,
Burtur frá toftunum verður av
flestu ummælarum mett sum eitt
meistaraverk. Fløgan hevur fingið
avbera góð ummælir.
Eisini á konsertum er bólkurin
vorðin ein av bestu føroysku
bólkunum. Gestir hava luttikið
á AME tiltøkum í Føroyum, á
báðum AME tiltøkunum í Vega í
Keypmannahavn umframt á AME-
Reykjavík í fjør og aftur í ár.
Herfyri skrivaðu Gestir undir
umboðssáttmála við umboðsstovuna
Plan C, við Christian Ulf-Hansen
og Sam Blue, ið eisini umboðar
Teit.
Bólkurin
hevur
eisini
gjørt avtalu við booking agentin
hjá
Teiti,
Ulrich
Lauridsen
frá Glorious Records & Music
Managment.
Føroyska tónleikalívið
verður væl umboða á AME
tiltakinum í Norðurlan
dahúsinum. Eivør, Sic,
Marius, Høgni Lisberg,
200, Deja Vu, Gestir
og Lena Andersen umboða
nógvar ymiskar greinar
innan føroyskan tónleik.
Her er talan um nakrar
av okkara fremstu bólk
um hvør á sínum øki.