Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 an føroyskan tónleik Eivør [myspace.com/ eivorpalsdottir] Eivør vann herfyri sangkappingi- na hjá Atlantic Music Event, við lagnum Grát ei.  Á tiltakinum í Norðurlandahúsinum verður høvi at hoyra Eivør framføra vinnandi sangin. Eivør Pálsdóttir hevur síðan farið var undir at kjósa bestu songkvinnu í Føroyum vunnið henda heiður á hvørjum ári. Búsitandi í Danmark vann hon heiðurinm sum besta songkvinna innan fólkatónleik í Danmark í fjør. Eivør vann kappingina ársins songrødd sum ungur tannáringur. Tað var tó í bólkinum Clickhaze, at hennara veruliga gjøgnumbrot í Føroyum kom. Rokkbólkurin verður enn mettur sum ein av bestu bólkum, ið føroyski tónleikapallurin hevur fostrað. Clickhaze vann millum annað Prix Føroyar og framførdi á Roskilde Festivalinum, áðrenn bólkurin gavst at spæla. Eftir bólkinum liggur eisini fløgan EP. Sum einstaklingur hevur Eivør sligið navn sítt fast bæði í Føroyum og uttanlands. Serliga íslendska marknaðin hevur Eivør gjørt til sín annan heimamarknað. Hon verður útgivin á íslendska plátufelagnum 12 tónar, og hóast hon eftir at hava búð fleiri ár í Íslandi er flutt til Danmarkar, vitjar hon javnan í Íslandi. Eivør hevur givið tríggjar fløgur út undir egnum navni umframt fløguna Trøllabundin saman við Danmarks Radios Big Band. Í løtuni arbeiðir Eivør við eini komandi fløguútgávu, ið væntandi kemur út í summar. Fløgan verður gjørd í samstarvið við írska framleiðaran Donald Lunny, ið m.a. hevur framleitt U2. Høgni Lisberg [myspace.com/hognilis- berg] Fyrrverandi Clickhaze trummuleikarin Høgni Lisberg byrjaði sína yrkisleið sum singer/ songwriter í 2003, tá fløgan Most Beautiful Things varð givin út. Fløgan fekk góð ummælir bæði í Føroyum og uttanlands. M.a. var Høgni serliga vælmóttikin í Sveis, tá hann var á konsertferð har. Tað var tó onnur fløgan, Morning Dew, ið flutti Høgna upp millum allar størstu nøvnini á føroyska tónleikapallinum, góðar tveir mánaðir eftir útgávuna, var hon kosin besta fløga í 2005 á Planet Awards. Løgini Learn To Ride On Waves og Just Dig komu á ovastu rók á 15 teimum bestu. Fløgan er givin út í Íslandi, Danmark, Benelux og Sveis, og í næstum verður hon eisini givin út í øðrum londum. Síðan útgávuna hevur Høgni spælt nógv kring Føroyar og uttanlands, nevnast kann luttøka á AME Reykjavík í fjør og í ár, Spot Festivalinum, á Iceland Airwaves, á Asfalt, Summarfestivalinum og G!, umframt sum upphiting fyri Badly Drawn Boy. Í sambandi við AME Reykjavík lat Ísland eyguni upp fyri Høgna Lisberg. Løgini Morning Dew og Learn To Ride On Waves hava verið heilt nógv spæld í Íslendskum útvarpi. Í 2007 fer Høgni at ferðast kring Norðurlond og aðra staðni í Evropa við sínum tónleiki. Hann hevur m.a. spælt í Sveis, umframt at verið á eini biografkonsertferð í Danmark. Lena [myspace.com/ lenamusicroom] Lena hevur valt at liva dreymin um eitt lív sum yrkistónleikarar. Saman við manninum Niclas hevur hon seinnu árini roynt seg uttanlands og innanlands. Í eina tíð hava tey arbeitt miðvíst á danska marknaðinum. Har hava tey spælt nógvar konsertir, givið fløgu út, luttikið í nógvum útvarpsendingum, fingið fleiri frálík ummæli og hava verið á konsertferð saman við amerikonsku songkvinnuni Beth Hart. Lagið Step On The Gas, av nýggju endurljóðblandaðu útgávuni av fløguni Can’t Erase It, hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum í Danmark, eins og onnur løg sosum Can’t Erase it eisini hava gjørt um seg. Seinasta árið hava Lena og Niclas ikki verið líka virkin á konsertpallunum sum árið fyri, tí tey hava arbeitt við eini komandi fløguútgávu. Nýliga vórðu tey liðug við ljóðblandingina, ið Óli Poulsen stóð fyri. Fløgan verður givin út í næstum. Lena er nógv ment sum songkvinna, tekstskrivari og tónasmiður. Hennara ómetalig inniliga rødd, rørir við hjarta, tá hon syngur sínar søgur. Konsertir við Lenu eru altíð minniligar.  Marius [myspace.com/ mariusband] Marius bukaði navn sítt fast í føroyska rokkklettin, í so ungum aldri, at man skuldi trúð at tað var lygn. Tað var við sigrinum í fyrstu føroysku GBOB kappingini, at Marius veruliga gjørdist kent navn millum føroyingar. Í GBOB heimsfinaluni í London fekk bólkurin eitt deilt sætta pláss. Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur framman fyri Noreg, Svørríki, Danmark, Finnland og Ísland. Hetta var við til at gera, at Marius var í uppskoti til planetirnar fyri besta nýggja bólk og besta bólk á Planet Awards hetta árið. Oddamaður, lagskrivari, sangari og gittarleikari er fyrrverandi Flux sangarin Hans Marius Ziska.   Marius spælir væl sungnan og spældan poppkendan rokk. Bólkurin hevur eitt øgiliga heiltstoypt konsept. Har er útstráling, løg, tekstir og spæl, sum hanga væl saman.  Fyrsta fløgan hjá Marius kom út í fjør. The Sky Is Our Home er ein frálík fløga á tremur við fangandi popp/rokk løgum. Her er sostatt lítil ivi um, at AME-Føroyar hev­ur tað, ið skal til at ger­ast ein av ársins all­ar­bestu tón­leik­a­ upp­­li­­vin­­gum. Nógvu út­­ lend­­sku gestirnir fá á konsertunum frígg­ja­kvøld og leygarkvøld inn­­lit í nakað av tí bes­­ta, ið Føroyar hev­ur at bjóða.