Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Angu [myspace.com/ angumotzfeldt] Grønlendski Angu er føddur í Qaqortoq í Grønlandi, men býr nú í Danmark, har hann livur sum tónleikari og sangskrivari. Hann er vorðin somikið væl umtóktur í Danmark, at hann í fjør var í uppskoti til DMA heiðurslønina fyri besta nýggja navn. Sum tannáringur spældi Angu tungmálm og grunge, áðrenn hann vendi sær móti siðbund­ num singer/songwriter tónleiki. Hann skrivar fangandi løg, sungin á enskum. 20 ára gamal flutti Angu til Nuuk, har sterki hugurin til tónleikin førdi til, at hann endaði sum upptøkutónleikari í einum lokalum upptøkuhøli. Í hesum arbeiði varnaðist stjórin á Atlantic Music røddina hjá Angu, og bjóðaði honum ein sáttmála. Fyrsta fløgan varð upptikin í ávikavist Grønlandi og Danmark, og seldi ikki færri enn 5000 eintøk í heimlandinum, umframt, at hon varð givin út í Danmark. Í løtuni arbeiðir Angu við síni aðru fløgu. Hon kemur væntandi út í september. Tað er lítil ivi um, at okkurt nýtt lag verður á skránni, tá hann vitjar á AME. Die Dumme Dänen [myspace.com/ dedummedanskere] Sterkar meiningar eyðkennir danska bólkin Die Dumme Dänen. Á fløguni Spænd Hjelmen, verða vit fóðraði við søgum um rúsevnismisnýtslu, krígnum í Irak, skattaskuld og um ung fólk fangaði í kaos. Hóast evnini eru trupul at svølgja, hevur bólkurin fingið stóran fjepparaskarða í Danmark. Serliga lagið Kors og Flag hevur lyft bólkin frá nýggjum og spennandi til eitt stórt navn í Danmark. Lagið hevur higartil ligið í vikuvís r á Boogie listanum, ið er almenni listin við sjónbandaløgum hjá Danmarks Radio. Lagið hevur ligið bæði ovast og næst ovast á listanum. Tónleikurin hjá Die Dumme Dänen er harður rokkur blandaður við rappi og nógvari attitydu, ið eru gjøgnumførdur og virkar sum ein veggur av ljóði. Oddamaðurin og yrkjarin í Die Dumme Dänen er tann navnframi rapparin Clemens, ið nú gongur undir fulla navninum Clemens Legolas Telling. Hann hevur flutt seg langt, síðan hann 17 ára gamal gav sína fyrstu fløgu út. Her er størri innlit, størri sjálvsironi og munandi meira bít í tekstsíðuni Í ár hava fyri­skip­ar­ arnir av Atlantic Music Event valt at gera AME til eitt norðurlendskt sýnisgluggatiltak. Hini norðurlendsku londini hava fingið høvi til at senda bólkar til Føroyar at umboða lond síni á stóra tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Umframt at hetta ger tiltakið áhugaverdari sætt við eygunum hjá tónleikaídnaðinum kring heimin, so gevur hetta føroyskum áskoðarum eitt forkunnugt høvið at uppliva nakrar av mest spennandi bólkunum á tónleikapallunum í londunum kring okkum. Norðurlandahúsið hevur tryggjað sær ein íslendskan, ein svenskan, ein norskan, ein grønlendskan og tveir danskar bólkar, ið koma at spæla, saman við teimum átta føroysku nøvnunum. AVE [myspace.com/ avemusic] Ave er ein bólkur úr Odense, ið er við at vinna sær altjóða viðurkenning millum fólk í tónleikavinnuni. Hettar er ein av nýg­ gjastu spennandi bólkunum úr Danmark.  Bólkurin skrivar sangir sprotnir út tíðarleysum evnum á einum andaligum og droymdandi støði. Handverkið spennir víða. Frá uppspunnum samansettum evnum til meira jarðarbundnar akustiskar ljóðmyn­ dir alla tíðina við eina tráðan eftir sjálvrannsakan og óvæntaðum lívsjáttandi rembingum. Á hendan hátt, sum skjálvtar úr undirgrundini, skapa Ave teirra egnu sermerktu ljóðfløtur. Brakandi ljóðføring, diskantir streingir og ein sermerkt songrødd gera ein samanburð við klassiskan tónleik tó í einum dagførdum hami. Tá Ave framføra tónleik teirra á pallin, dámar teimum væl at kryddar framførðslurnar við ljóðførum og aðrari útgerð í leiða tankarnar aftur í 1930’ini. Lurtarin kemur á ferð aftur í hugnaligu tíðirnar við jazz-klubbum tó við tónleiki frá einum heilt øðrum heimi. Seinasta útspælið frá Ave er ein EP ið nevnist “Follow Your Saint”. Her er lagt upp til eina forvitn­ isliga ferð, ið loyvir lurtarinum at hella seg afturá og njóta upplivingina.  Spennandi út