mikudagur 11. apríl 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Ampop
[myspace.com/ampopband]
Íslendski elektroniski bólkurin Ampop gav
í november fjórðu fløgu sína fløguna “Sail
to the Moon” út. Fløgan varð av lurtarum
á størstu íslendsku útvarpsstøðini Rás
2 vald til ársins fløgu, eins og hon
er í uppskoti til fleiri heiðurslønir á
íslendsku tónleikaheiðurslønunum.
Næst seinasta fløgan hjá Ampop “My
Delusions” seldi til gullfløgu í Íslandi
og tittullagið varð valt til ársins lag og
ársins sjónbandalag á íslendsku tónleika-
heiðurslønunum í fjør.
Ampop byrjaði sum ein elektronisk duo
og gav í hesum líki tvær fløgur út, ið
ummælarar og smalir lurtararskarðar vóru
sera begtiknir av. Bólkurin broyttist
nakað, tá trummuleikarin kom við í bólkin
og ljóðið flutti seg til meira trummu og
gittarbasera. Samstundis fekk bólkurin
veruliga luft undir veingirnar og fór
veruliga at gera um seg í útvarpi og á
hittlistunum.
Molinder Band
[myspace.com/molinderband]
Molinder Band er svenskur bólkur við oddamanninum Jonas
Molinder. Í veruleikanum er mest av øllum talan um eina
einstaklinga verkætlan, ið hevur givið 3 EP fløgur út:
Soul in me (2001), Life Spark (2003) og Kill Your Darlings
(2004). Nøkur ár eru fráliðin síðan síðstu útgávu, hetta
kemst m.a. av, at Jonas Molinder, helt steðg frá tónleiki í
eitt ár. Hann brúkti tíðina at leita eftir nýggjum íblástri.
Við endurfunnari spæligleði stovnaði hann egið plátufelag,
Tender Records. Eitt plátufelag har Jonas sjálvur stýrir síni
tónlistarligu yrkisleið. Í apríl kemur fløgan In The Room
With Fire, útgivin á nýggja felagnum. Tað verður sostatt ein
plátuaktuellur bólkur, ið vitjar á AME. Tóleikurin hjá Jonas
Molinder finnur íblástur í tí tónleiki, ið hann lurtaði eftir
sum yngri, nøvnum sum Stevie Wonder, Sting, Louise Hoffsten
og Phil Collins.
Grand Island
[myspace.com/thegrandisland]
Gand Island úr Noregi spælir eitt slag av nýrokki, ið teir sjálvir lýsa á
henda forvitnisliga hátt:
"...ein tættsitandi kókandi eind. Ein skitin samanrenning av soul, blue-
grass, disco, hardcore og rock n'roll.
Svávulbrendar røddir, tung orgul ljóð, banjo fingraspæl frá 1976, oyði-
markar bassur og stórbýar trummuspæl. Hetter er veruliga ein fagnaður av
kompremiðleysum ljóðbylgjum í yvirflóð."
Stuttligur tónleikur við stórari spæligleiði. Hetta er ringt at lýsa, men
lætt at lurta eftir, so tí er bert at vitja bólkin HYPERLINK "http://www.
myspace.com/thegrandisland" á myspace síðuni ella á grandisland.no, tí har
liggja smakksroyndir av teirra tónleiki.
lendsk nøvn