mikudagur 11. apríl 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
- Tað er trupult hjá
einum einstøkum bólki
at fara til London og
fáa røttu fólkini at
lurta eftir sær. Her
koma fólk úr útlandinum
til Føroya at lurta
eftir tónleiki, og
tann møguleikan skulu
bólkarnir royna at fáa
nakað burturúr, sigur
Fróði Vestergaard,
samskipari av Atlantic
Music Event
AME
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað vóru dagar, tá ið Prix Føroyar
tónleikakappingin var ein stórhend
ing í føroyskum tónleiki. Bólkar í
hópatali komu út úr kjallarum og
av loftum við nýggjum føroyskum
tónleiki, sum varð spældur fyri
eini stórari fjøld av føroyingum.
Spenningurin var stórur, kjakið
nógv, og endin sum oftast góður.
Men tað, sum byrjaði sum Prix
Føroyar, er nú endað við Atlantic
Music Event, sum á ein annan hátt
skal fáa føroyskan og annan norður
lendskan tónleik fram.
Prix Føroyar kappingin er fyribils
farin í søguna – seinasta kappingin
var fyri tveimum árum síðani – og
nú er avloysarin klárur í nýggjum
hami. Talan er um AME, sum í ár
verður við aðrari norðurlendskari
luttøku, enn bert teirri føroysku.
- Atlantic Music Event er ein
showcase við góðum tónleiki, góðum
ljóði og góðum ljósi. Hetta eru
konsertir, sum skulu fáa norðurlend
skan tónleik meira fram og vónandi
eisini kasta nakað av sær í fløgu
sølu og framførslum, sigur Fróði
Vestergaard, sum er samskipari av
AME, ið verður hildið um vikuskift
ið.
Góður møguleiki at vísa seg
Konsertir við kendum føroyskum
bólkum og útlendskum bólkum verða
í Havn – fyrst og fremst í Norð
urlandahúsinum – og nógv fólk
innan tónleikalívið í Føroyum og
uttanlands verða til staðar at lur
ta, meta um og kanska eisini gera
avtalur við bólkar, tá ið alt kemur
til alt.
- Ein partur av konsertini er, at
vit vilja vísa nakrar góðar føroykar
bólkar fram fyri útlendsku gestunum.
Samstundis hava vit eisini fingið
nakrar aðrar norðurlendskar bólkar,
sum føroyingar kanska ikki kenna so
væl enn, at spæla. Hugskotið er so,
at fólk finna saman, tosa saman, og
vónandi kann eisini okkurt spennan
di spyrjast burturúr, sigur Fróði
Vestergaard.
Nógvir norðurlendskir gestir koma
til tiltakið, og eisini aðrir útlend
ingar hava oyruni og eyguni við sær
til Føroya. Umboð fyri útlendskar
festivalar, spælistøð, tíðarrit og
aðra tónleikavinnu verða í Havn um
vikuskiftið.
- Hetta er ein sera góður
møguleiki hjá føroyskum og øðrum
norðurlendskum tónleikarum at vísa
seg fram fyri fólki, sum skipa fyri
konsertum og festivalum. Tað er
trupult hjá einum einstøkum bólki
at fara til London og fáa røttu
fólkini at lurta eftir sær. Her
koma fólk úr útlandinum til Føroya
at lurta eftir tónleiki, og tann
møguleikan skulu bólkarnir royna
at fáa nakað burturúr, sigur Fróði
Vestergaard.
Eingin kapping og ongar
virðislønir
Tað plagdi at verða gjørt sera
nógv burtur úr Prix Føroyar tónleika
kappingini, tá ið hon varð hildin.
Kappingin skapti stóran spenning
og nógva umrøðu, og loftmiðlarnir
sendu nógv frá kappingini. Hesaferð
er eingin kapping at slóða fyri
áhuganum, og hvørki útvarp ella
sjónvarp fara at senda beinleiðis
frá AME um vikuskiftið.
- Á eini hátt er kappingin altíð
til staðar í tónleikinum, tí fólk
meta jú um framførslurnar hjá teim
um ymsu bólkunum, og tosað verður
um, hvør kláraði seg væl. Kappingin
var festlig og spennandi, men
hesaferð hava vit so nógvan góðan
tónleik á pallinum, at tað í sær
sjálvum skuldi verið áhugavert fyri
nógv fólk.
- Ein fyrimunur við, at loftmið
larnir ikki senda frá konsertunum
er, at nú kunnu ljóð- og ljósumstøð
urnar gerast uttan fyrilit fyri
loftmiðlunum. Tað vil siga, at nú
verður talan um eitt live-upplivil
si við nógvum góðum tónleiki. Tað
verður meira frítt og minni stýrt,
sigur Fróði Vestergaard.
Tá ið AME varð hildið fyri tvei-
mum árum síðani, vóru virðislønir
lætnar til føroyskan tónleik, men
soleiðis verður ikki hesaferð.
- Nú lata onnur virðislønir til
føroyskan tónleik, og tí halda vit
ikki, at tað er nøkur grund, at AME
kemur umaftur her í apríl mánaði
og heiðrar føroyskan tónleik. Tað
kemur bara inflatión í hetta, og
tí vilja vit lata onnur um at lata
heiðurslønir, sigur Fróði Vester
gaard.
Heimligur pallur við
útlendskum oyrum
- Á eini hátt er
kappingin altíð til
staðar í tónleikinum,
tí fólk meta jú um
framførslurnar hjá teimum
ymsu bólkunum, og tosað
verður um, hvør kláraði
seg væl. Kappingin var
festlig og spennandi,
men hesaferð hava vit so
nógvan góðan tónleik á
pallinum, at tað í sær
sjálvum skuldi verið
áhugavert fyri nógv fólk,
sigur Fróði Vestergaard
um nýggja AME-tiltakið