mikudagur 11. apríl 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 • 11. apríl 2007
MIÐvikan
35
okkum. Hetta var Anna Sofía,
og hon segði, at Jóan Pauli var
sjúkur. Ístaðin skuldu vit búgva
hjá beiggja hennara.
So fóru vit øll fýra inn til Jóan
Magnus har Niðri. Hann var ikki
afturkomin av skipi, men teir vóru
komnir á Skála, so hann fór at
verða skjótur. Hann var nevniliga
skipari hjá Absalon Jacobsen,
sum var ættaður úr Syðrugøtu,
men var fluttur til Skála. Anna
og Jóan Magnus áttu tvær
døtur. Onnur kallaðist Berlina,
og var beint tá á hospitalinum.
Hon var annars mamma nýggja
blaðstjóran á Dimmalætting,
Árna Gregersen. Hin var Katrina,
hon var 5 ára gomul. Tað kann
verða skoytt uppí, at tey fingu
seinni ein son, sum kallaðist
“lítli Per”. Tað var ikki tí, at hann
var so lítil. Men hetta var fyri at
skilja hann frá Per Gregersen,
sum giftist við Berlinu, og sum
var tann eldri av teimum báðum
Perunum. Katrina giftist við Óla
Gregersen, sum var beiggi m.o.
Petru Gregersen, sum fylti 95
ár í februar, og sum eisini varð
umrødd í Sosialinum.
Hjá Jóan Magnusi vóru eini
vanliga stór hús, fýra kømur
vóru á loftinum. Eg svav í øðrum
kamarinum í øðrum endanum,
og Inga og mamma hennara
svóvu í einum øðrum kamari í
einari song. Og beiggi mín svav
í einum húsum niðanfyri hjá
beiggja hennara, Petur Paula.
Tey gingu so at lesa alla ta vikuna
í kirkjuna í Norðragøtu. Hetta var
ein heilt fittur teinur, um hálvur
tími til gongu hvønn vegin. At
fara við bili var ikki hugsingur
um. Tað mundi ikki vera meira
enn ein bilur í Gøtu tá, hjá Poul
Christoffur. Teir vóru nokk so
nógvir konfirmantar.
Í Gøtu var ógvuliga gott at
vera. Tann dagin, vit fara úr
kirkjuni, tá tey vóru konfirmerað,
fóru konfirmantarnir at geva
prestinum pengar, har hann
búði í Norðragøtu. Tað hevur
verið í Jákupsstovu, sum var
granni hjá kirkjuni. Tann dagin
var pápi John, Jógvan hjá
Klæminti, komin at vera við til
konfirmatiónina.
Minnist framvegis
mynd 73 ár aftaná!
Tá siga hini gjáarfólkini, at tey
skuldu fara inn til eina konu, sum
tey vóru í slekt við. Tá fara vit
inn í Tjørnustovu, sum er beint
við kirkjuna, og er hetta hjá
langommu og -abba tínum (t.v.s.
tí sum skrivar hesa frásøgn), sum
vóru Petra og Absalon, og sum
bæði vóru inni. Petra var ættað úr
Barbustovu í Syðrugøtu og verður
í einum seinni parti greitt frá
sambandinum millum Gjógv og
Barbustovu.
Petra vildi vera blíð, men vit
vildu einki hava. Har inni var
eisini ein nokk so ungur maður,
sum var elsti sonur teirra. Hann
æt Óla Jákup og var einkjumaður.
Óla Jákup var eisini so grúiliga
blíður. Hann vísti okkum bílæt av
konu síni, sum hekk á vegginum.
Hon var ein so vøkur kona, og
var deyð ung í 1917, 24 ára
gomul, beint eftir at hava fingið
seinna sonin. Hon hevði fingið
lungnabruna, sum einki var fyri tá
í tíðini.
Tað stuttliga hjá tí, sum skrivar
hetta er, at henda myndin, sum
Dinnafía minnist frá 1933 fram
vegis hongur í Tjørnustovu, og hon
er sum tað skilst av ommu míni.
So bjóðaði Petra okkum mjólk,
og tað vildu vit so hava.
Eg minnist, at Petra segði,
og tey høvdu lænt stólarnar
í húsinum út til barsil. Milja,
systir Óla Jákup, var gift við Elias
Martin (Tvørfoss) hjá Marsonnu
og Langa Petur Hansi, og tey
høvdu lænt stólarnar til gestirnar.
Barnið, sum varð doypt, var dóttir
teirra Ólfríða, sum giftist yvir
á Strendur. Hon verður 74 ár á
ólavsøku.
Í dans
Vit fara so yvir til Syðrugøtu
aftur. Sunnukvøldið fara vit inn
til Magninu og Dánjal í Beitinum.
Har var ein genta í hinum húsi
num, hon æt Mia. Húsini vóru
áføst. Anna, kona Jóan Magnus,
har vit gistu, var systir Líggjas
bónda. Tey høvdu biðið hana fara
í dans við mær í dansistovuni. So
fór eg í føroyskan dans við hesi
Miu. Tað var nokk so stuttligt.
Onkur drongur lá framvið, men
eg var longu forlovað tá, hóast eg
bert var 16 ár. Hetta var sjálvsagt
sera ungt, men var eisini mest
sum í loynd. Foreldrini vistu av
ongum, og vit komu bert saman
á kvøldi. Men heilt loyniligt
kann slíkt ikki vera, og tey yngru
systkini mundu slatra heim. Men
hetta dámdi teimum gomlu bara
væl. Tey kendu jú drongin, og
høvdu alt gott at siga um hann.
Langur vegur til
Gjáar
Men til Gjáar kundu vit ikki fara
fyrr enn dagin eftir. Hetta var jú
um heystið, og dagurin var ikki so
langur. Tað var jú ikki nøkur stutt
ferð úr Gøtu til Gjáar tá í tíðini.
Morgunin eftir fara vit avstað.
Tá fara vit við bili til Skipanesar.
Síðan fara vit við einum báti við
fjallmonnum og verða førd inn í
Skálabotn. So ganga vit Millum
Fjarða til Funningsfjørð. Har fara
vit inn til eini hjún frá Gjógv,
sum vóru flutt í Funningsfjørð.
Her spyrja vit, um tað kundi bera
til at fáa ein bát at føra okkum
til Funnings. Her fingu vit kaku
og drekka, og at fáa bát var
lagamanni.
Jú, Akku skuldi føra okkum. Eg
minnist kortini ikki, um hann førdi
okkum til Húsarætt ella allan
vegin til Funnings, og so gingu
vit til Gjáar. So trupult var tað at
ferðast tá í tíðini.
Annars var púra einki gjørt
burtur úr konfirmatión tá í tíðini
sammett við í dag. Tað mesta
kundi vera ein drekkamuður við
einum køkubita, og gávur var
einki sum æt.
Nógvir fiskimenn
við Gjógv
Tá vóru nógvir fiskimenn við
Gjógv. Okkurt árið mynstraðu
millum 60 og 70 fiskimenn. Í dag
kunnu teir teljast á aðrari hondini.
Tá menninir vóru burtur var
tómligt og rúmligt í bygdini. Tá
fóru børnini at spæla og renna
um allan bøin. Tá tímdu børnini at
renna og spæla, nú tíma tey nóg
illa til gongu.
Útróður og fiskaarbeiði
Í mínum ungdómi var útróðurin
við Gjógv upp á tað mesta.
Hesin var tó mestur um veturin,
tá skipsmenninir vóru heima. Á
sumri vóru tó eisini heimamenn,
sum róðu út. Gjógv liggur jú
soleiðis fyri, at teir róðu upp á
seg stutt.
Tað plagdu fast at vera 6 átta
mannafør, sum róðu út, og sum
heitið sigur vóru 48 mans við
hesum bátum.
Her var eisini veruliga talan
um róður. Fyrstu 14 árini Jógvan
Sofus róði út, var tað bara við
árum sum greitt verður frá seinni.
Handlarnir í bygdini keyptu
fiskin fyri 5 oyra pundið, og
varð hann flaktur til saltfisk. Eg
minnist, at tá vit komu til morg
unmatar, plagdi stór fiskarúgva
at liggja fyri handilsdurunum
hjá Petur Kristiani og eisini
hjá Sofusi. Í mínari tíð varð
útróðrarfiskur ikki virkaður til
klippfisk. Hetta var bert gjørt við
skipsfisk.
Fiskaarbeiðið skapti heilt nógv
arbeiði til heimafólkið. Tað vóru
fleiri konur, sum vaskaðu fisk.
Tær vaskaðu hann í hyljum og í
ánni, sum var vanligt tá. Hetta
hevði neyvan verið góðkent av
Heilsufrøðisligu Starvsstovuni í
dag!
Í einum seinni parti kemur
Jógvan Sofus at greiða meira frá
um útróður.
Gamli parturin av Norðragøtu. Kirkjan er fremst á myndini.
Næst kirkjuni sæst Pershús, næst teimum Jákupsstova, har prestur helt til.
Omanfyri vegin sæst fremst Glyvra-Hanusarhús. Hiðani var Hans J.
Havstreym, umrøddur í seinastu Miðviku, ættaður. Síðan er tað Blásastova,
sum nú er bygdarsavn. Næst henni hjá Ísaki, og so kemur Tjørnustova, har
gjáarfólkini fóru inn á gólvið at vitja skyldfólkini.
Dinnafía og beiggin Jógvan búðu hjá Onnu og Jóan Magnus har Niðri, tá
Jógvan gekk at lesa og varð konfirmeraður í 1933. Anna var systir Líggjas
Húsgarð
Johanna og Sofus Debus høvdu telefonina. Tískil var tað tunga skyldan hjá
Sofusi at ganga við deyðsboðum, og tað gjørdi hann eisini, tá boðini komu um
Acorn. Tí var tað sera ófrættakent at síggja Sofus ganga ørindini við bláari
húgvu, sum annars bert vórðu nýttar til jarðarferðir