mikudagur 11. apríl 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 69 • 11. apríl 2007
2.partur
Í fyrsta partinum av hesi
greinarøð greiddi Jógvan
Sofus frá, at hann var
sloppin við Suðuroynni, og
teir eru farnir avstað.
Nú sæst land. Skiparin fekk
sær ein lítlan blund. Vit hava
landkenning, síggja bæði Borgar
høvdið og Finnufjall. Hesi bæði
fjøllini síggjast longst til havs
á Eysturlandinum, tá ið klárt
er í veðrinum. Róp kemur í, og
skiparin kemur upp. Tá ið ein løta
er farin, detta vit í stilli. Skiparin
niður undir, einki lag. »Kastið og
sigið mær so, hvat dýpi er.« Gjørt
varð, sum hann segði, og so bleiv
hálað av. Onkur fiskur kom. Tá ið
eg hevði fingið 7 toskar, sleit eg
annan pilkin. Eg niður í kahúttina
at fáa mær teym og pilk. Eg hevði
koyggju í afturfallinum. Eg hevði
koyggju saman við pápa mínum.
Inni í koyggjuni var eisini ymisk
útgerð til skipið, so tað var trongt.
Nú kemur hon runt, og hann
fer at gula. Hann sjálvur er komin
upp. So rópar hann: »Snørini
inn, hann er komin lágt, 7-dúkin
í framskutin á stórabáti og
9-dúkin úr seglkoyggjuni!« So
bleiv 9-dúkurin settur. Aftur eitt
hart róp: »Strekkið hann væl!«
Hann kom for í skivugætið á
toppstongini. (Tá ið tosað verður
um 7-dúk og 9-dúk, so er tað
støddin á klyvaranum, meint
verður við. Símun varð minsti
klyvarin róptur). Sigldu so í ein
høgan eystan. Nesið í vatn,tað er
Langanes. So varð kastað. Nei,
lítið bar til.
Aftur at sigla, út á djúpari vatn.
Nú bar betur til. 9-dúkurin fór
í seglkoyggjuna og 7-dúkurin í
framskutin á stórabáti, traðkaðu
hann væl, ligg har. Vit truffu við.
Dýpið var um hálvtannað stykki.
Eg haldi, vit royndu í 14 dagar
og fingu um leið 130 skippund.
So bleiv einki. Síðani norð á
Heglubankan. Á Nesgrunninum
sóu vit bara eitt skip, men á
Heglubankanum vóru fleiri. Vit
fingu nógvan fisk. Eg haldi, tey
flestu skipini vóru innari. Skínur
sólin um miðjunátt, tá ið dagurin
er longstur, og skipið vendir
hekkuna móti sólini, so skínur hon
í logarið.
Vit fóru ongantíð longur norður,
eg haldi, vestanskipini royndu
meira á Norðlandinum. Vit hava
minst 280 skp. Nú kom hann av
norðri. So varð sett segl. Fyrsta
rep í stórseglið, eitt í mesanin,
5-dúkin á gronina. Heldur tjúkt.
Illveður. Kósin stóð í Langanes.
Nú síggja vit Nespúntin (soleiðis
kallaðu menn tað ytsta á
Langanesi), so inn fyri Skavla
(Skála). Eg veit ikki vist, um tað
ikki man vera 7 fjórðingar av
Nespúntinum inn fyri Skavla, eg
haldi tað.
Stóribátur bleiv settur út og 6
mans í land. Tað var toluliga kyrt.
Menninir fingu brøv heimanífrá.
Pápi fekk eisini bræv. Alt visti
væl við heima. Vit fingu upp
í ískrubbuna av kava, førdu í
sekkjum umborð, men vit fingu
ikki nógv agn. Eg slapp eisini í
land. Har var ikki reinligt. Fóru
so at hála vatn. Segl vórðu løgd
sum frægast í skutarnar og
tofturúmið og bógrúmið. Róðu við
tveimum árum í rúminum. Hetta
er innan fyri bygdina. So blivu
nakrar livratunnur førdar í land.
Nú vit eru lidnir, eru fleiri skip
komin inn undir Nesið. Eg haldi,
ólavsøkan var farin afturum. Nú
verður siglt upp á prei. Skiparin
og aðrir drukku kaffi. So fer Hans
hjá Jákupi av Eiði fram á bógvin.
»Góðan dag, hvat hava tit fiskað?
Vit hava roynt á Heglubankanum
og Nesgrunninum á djúpum
vatni.« Vit vóru um at vera
besta skip. Nú kemur skorandi
hattleysur upp gjøgnum kappan.
Nei, Djónastovumaðurin var
ikki bráðblíður. Honum dámdi
einki, at siglt varð upp á prei,
og hann ikki visti av. Tað var ikki
heilt vandaleyst, skipini høvdu
jú ongan motor. Tá var Hans
hjá Jákupi komin aftur móti
mesanvantinum. Eg og hann
høvdu dekstørn saman. Nú í ár
er hann deyður meira enn 90 ára
gamal.
Dagin eftir fóru vit aftur á
Nesgrunnin og truffu væl við.
Eitt kvøld, einar 14 dagar seinni
og liðugt er at gera reint, sigur
skiparin, at tveir menn skulu
fara í rytubátin við tveimum
sildagørnum. Tað er sum Mikkjal
á Ryggi yrkti:
Í nátt er heiðursveður, og lotið
norðanav so spakt um mánan
dregur. Tað blivu bestimaðurin
og eg. Mastur varð reist. Ein posi
bleiv kruvdur til segl. So vit frá
borði. Gørnini vórðu sett, og so
at dríva. Snørið varð sett fast á
bátin og maður fram á bógvin at
geva út og hála inn. Fimm stykki
– 300 favnar – tá ið vit vóru
longst frá skipinum. Vit høvdu ljós
í mastrini.
So er næstan ljóst og bestimað
urin at draga gørnini. Vit gjørdu
leyst frá skipinum, og eg helt í
árarnar. Nógv sild í. Vit tóku ikki
burturúr, men róðu at borði. So
vóru vit leysir.
Tað var ikki nógv at fiska teir
seinastu dagarnar, vit lógu av
hálaðir. Hann vaks vindin skjótt á
norðri, so snørini vórðu rópt inn,
7-dúkurin á gronina og inn undir
Nesið at frysta sildina. Nú var nóg
mikið av agni. Skiparin var so blíður
við meg, at eg gloymi tað ikki. Hann
segði, at eg bleiv ein fiskirót.
So bleiv stórseglið undansligið,
og vetrarseglið sligið undir. Tað
gekk skjótt fyri seg. Fyrsti skinkil
ískorin, fyrsta rep tikið í, annar
skinkil ískorin, mesanurin skiftur
og 5-dúkurin settur. Sigldu so
suður á Kolmúlagrunnin. Har
stóð ikki niður. Vit lógu bakk í eitt
samdøgur. So bleiv fiskiveður. Ikki
fingu vit nógv, men annan dagin
eftir varð meira at fáa. Vit royndu
har í einar 14 dagar, so inn á
Norðfjørðin. Tað bleiv nógvur
lágættarvindur. Á Norðfjørðinum
sá eg Grettishav.
Vit fingu tangarnar fullar
av vatni og so nógvan kava,
sum okkum var tørvur á.
Vindurin minkaði. So útaftur
á Kolmúlagrunnin. Fingu
nakað av fiski, stórur toskur.
Djónastovumaðurin segði, at
fiskaðu vit upp í fiskakassan
fullan av toski, var dagurin ikki
mislukkaður.
Eg stýrdi mítt róðurtørn. Skip
arin plagdi at siga við meg:
Naar du med bagbordshalsen gaar,
og en rød lanterne i le du faar,
tag roret op, du lille bror,
for ellers bliver skavanken stor.
Nú kom hann høgt. Ikki nógvur
vindur. Um kaffitíðina kl. 3 rópti
skiparin: »Snørini inn, loysið repið
úr stórseglinum, setið 7-dúkin,
nú sigla vit heim!« Einki rep
var í mesaninum. Hetta var 26.
september. Hon mundi sigla 6 míl.
Harpunloggið varð koyrt út. Eitt
stykki av snøri lagt dupult, sum so
varð knýtt í loggið og sett fast í
hjørnið á hekkuni. Komnir hálvan
vegin, tá bleiv næstan stilli. Vit
at vaska innanborðs. Vindurin
vaks nakað aftur. Í lýsingini síggja
vit land. Tað var so lágt sum
ein húgva. Slættaratindur var
tað. Sjónskari og sjónskari steig
hann úr havi. Eg haldi, eg havi
ongantíð sæð land so langt sum
henda fyrsta túrin. Nú er nógvur
vindur, men hvør skeki stendur til.
Sterkar greiðir. Eg stýri, tá ið vit
koma eystur fyri Eiðisbygd. Tá var
ljós tendrað á Eiði. Tá tók hon so
mikið av sjógvi inn aftan, at eg
breyt stivlarnar upp. Hon sigldi tá
8 míl. Hon var undir lúkuna.
Komnir suður til Havnar,
ankraðu vit á Redini, sum menn
kallaðu Havnarvág tá. Skiparin
fór í land og aðrir við honum at
tosa við konur sínar. So bleiv
hivað innaftur, og skipið inn
fyri Ringarnar út fyri Strondum.
Søgdu øllum farvæl og takkaðu
fyri tíðina. Gjáarmenninir og
Funningsmaðurin fóru um borð í
sluppina Prinsessu Mariu, sum
lá á Havnini, og vóru har tvær
nætur og tveir dagar. So norður
við Smirli. Ebba Müller átti eisini
Prinsessuna. Vit fingu feskt
seyðakjøt til døgurða og annað
gott.
Eg var trý ár yngri enn tann
næstyngsti, Frederik Ejdesgaard
av Eiði. Allir eru deyðir uttan eg.
Tann avgerð, eg tók tveir
fjórðingar úr Rivtanganum, at eg
skuldi ongantíð aftur til skips,
hon helt ikki. Eg varð 53 ár
skipsmaður við ymiskum skipum,
tó mest við Jóannesi Paturssyni
– í 14 ár.
Um várið 2000
MIÐvikan
36
Jógvan Sofus: Fyrsti túrur til skips
Komandi partur
Í komandi parti fer Dinnafía
saman við øðrum gjáargentum
til Vágs at vaska fisk, og tær
fara eisini ein sunnudag saman
við øðrum til Hvalbiar í grind og
síðan beinleiðis á jóansøku á
Tvøroyri, har skráin var farin av
lagi orsakað av grindini!
Pól Biskopstø var pápi Jákup Paula.
Hon kom úr Klaksvík til Gjáar at hava
handilin Gamla Pakkhús, sum Pól
Klein seinni hevði. Pól var abbasonur
Nólsoyar Páll. Drongurin á myndini
man vera ein abbasonur.
Handast høgumegin er Niðasti hylur, har tey plagdu at vaska fiskin, ið seinni varð breiddur á hellur og klettar í
fjøruni at turka
Rættingar til
greinina um
Lauru og
Immanuel
Niels Pauli Næstved við
Lauru var úr Hvalba.
Í yvirlitinum yvir manningini á
Immanuel restaði eitt navn:
Jens Mohr Joensen, Vágur.
Hann er tó við í myndayvir
litinum.