mikudagur 11. apríl 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
[ Nr. 69 - 11. apríl 2007 ]
Seinasta umfar av
liðkappingini í judo
var á Oyrarbakka
beint fyri páskir.
Endaliga úrslitið
gjørdist, at Havnar
Judofelag (HJF) vann
liðkappingina hjá
børnum, og Sunda
Judofelag (SJF) vann
kappingina hjá
monnum
Føroyameistarar í liðkappingin í judo funnir
Føroyameistararnir hjá børnum gjørdist
HJFa : Frá vinstru: Fríði Atlason, Ernst
D. Remmel, Pætur Jákupsson og Inga D.
Remmel
Silvurvinnarar hjá børnum gjørdist HJFb: Frá vinstru: Niels
Pauli Rasmussen, Torbjørn Haraldsen og Aksel D. Remmel
Bronsuvinnarar hjá børnum gjørdist SJF: Frá
vinstru: Carsten Joensen, Dánjal Dalbø, Alex
Joensen, Maria í Kálvalíð og Pólina Kjærbæk
Frá vinstru: Hjalmar Johannesen, Edvard Johannesen og Petur
Sigurð Johannesen
HJF menn: Frá vinstru: Benny Ejdesgaard, Áki Davidsen
og Hendrik Johannesen
Úrslitini av dystunum
seinasta umfar:
Børn:
SJF - HJFa
2-3
SJF – HJFb
2-3
HJFa – HJFb
3-1
Menn:
SJF – HJF
3-0
Endaliga støðan gjørdist
sostatt:
Børn:
HJFa
18 stig
HJFb
8 stig
SJF
4 stig
Menn:
SJF
6 stig
HJF
0 stig
Eingin ivi er um, at úrslitið í Gundadali skírisdag verð
ur millum mest óvæntaðu úrslitini í hesum kappingar
árinum. Í Sandoy siga tey, at har eru tey komin víðari og
hava lagt sigurin aftur um bak, men á heimasíðuni hjá B71
stuttleika tey sær framvegis við sigrinum. Har verður víst
til heimasíðuna hjá UEFA, sum teir speiskliga leggja undir
at sýta fyri at trúgva úrslitinum millum HB og B71.
– Um skribenturin á heimasíðuni hevur noktað fyri at
trúgva upplýsingunum úr Føroyum, ella talan bert er um ein
lítlan skrivifeil, skulu vit ikki gera okkum klók upp á, men
velja tó at trúgva tí seinna. Men hvussu er og ikki stendur,
at HB vann dystin 3-0, skrivar heimasíðan hjá B71.
Vit kunnu tó upplýsa, at feilurin er rættaður og at UEFA
nú »trýr«, at B71 vann á HB.
UEFA trýr ikki B71 vann á HB