mikudagur 11. apríl 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
[ Nr. 69 - 11. apríl 2007 ]
Áðrenn týskvøldið 10.
apríl 2007 hevði
Roma ongantíð latið
meiri enn fýra mál
ígjøgnum í einum
evropeiskum dysti,
men eftir dystin á Old
Trafford í gjárkvøldið
er veruleikin ein
annar. Manchester
United sendi Roma út
í kuldan við einari
søguligari eyðmýking
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Undan 1/8 partsfinaludyst
inum í Champions League
í gjárkvøldið hevði stóra
stjørnan hjá Roma, France
sco Totti, sagt, at hann metti
dystin á Old Trafford vera
týdningarmiklari enn sjálv
HM-finalan, hann var við at
vinna í fjør.
Manchester United hevur
ongan sitandi heimsmeistara
á liðnum, men teir sóu eisini
týdningin av dystinum.
Kanska betur enn Francesto
Totti og restin av Roma-
liðnum, sum snøgt sagt var
avhølvað á Old Trafford.
7-1 gjørdist endaliga úr
slitið. Christiano Ronaldo og
Michael Carrick gjørdu tvey
mál hvør og Alan Smith,
Wayne Rooney og Patrice
Evra skutu hvør sítt. Einsa
malla málið hjá italiumonnum
gjørdi Daniele de Rossi.
Eyðmýkjandi stórtapið
fyri onglendingum svíður í
Rom og í fótbóltsitalia sum
heild, men í allari neyðini
kunnu
Roma-fjepparar
ugga seg við, at størsta
italska tapið í evropeiskum
fótbólti eigur Juventus, tá
teir í 1958 taptu 7-0 móti
Wiener í steypakappingini
fyri meistaralið.
Chelsea basti Valencia
Manchester United var ikki
einasta enska liðið, sum fór
víðari til hálvfinalurnar í
Champions League í gjár
kvøldið. Á útivølli á Mestella
Stadion basti Chelsea Val
encia 2-1, eftir at teir vóru
aftanfyri í steðginum.
Chelsea var betra liðið og
hevði bóltin meiri allan fyrra
hálvleik, men hetta legði
Fernando Morientes líka
í, tá hann legði Valencia á
odda, tá ein hálvur tími var
spældur.
Helst hevur Mourinho
givið sínum monnum nøkur
borgarlig orð í steðginum, tí
bara sjey minuttir inn í seinna
hálvleik hevði Chelsea javnað.
Shevchenko var málskjúttin
og Essin átti uppleggið.
Chelsea trýstið tað, teir
vóru mentir, men Valencia-
málverjin Santiago Canizares
stórbjargaði fleiri ferðir.
Sostatt sá tað út til, at liðini
skuldu út í umdyst. Men
í yvirtíðini eydnaðist tað
Essien at fáa bóltin framvið
Canizares og í málið.
Soleiðis gekk tað fyri seg,
tá Chelsea sendi Valencia út í
kuldan og saman við United
fór víðari til hálvfinalurnar í
Champions League.
Rein ensk hálvfinala
Í kvøld fæst so at vita, um tað
verður ein rein ensk uppgerð
í aðrari hálvfinaluni, tí Liver
pool vann 3-0 á útivølli móti
PSV og tekur ímóti hollend
ingunum á Anfield Road.
Hin dysturin í kvøld er
ímillum AC Milan og Bayern
Munchen. Har er framvegis
alt opið, tí fyrri dysturin í
Milan endaði við javnleiki
2-2.
Søgulig eyðmýking á Old Trafford
Michael Carrick skoraði
sítt fyrsta og næsta mál í
altjóða fótbólti í stórsigrinum
hjá Manchester United í
gjárkvøldið
Mynd: Polfoto
Føroyameistarakapp
ingin í amboðsfim
leiki fyri yngru fim
leikararnar, verður í
Ítróttarhøllini á Hálsi
um vikuskiftið
FIMLEIKUR
Tíðindaskriv
Ítróttarhøllin á Hálsi í
Havn
verður
komandi
vikuskifti
karmur
um
føroyameistarakapping og
amboðsfinalur í amboðs
fimleiki,
sum
Føroya
Fimleikasamband skipar
fyri saman við Havnar
Fimleikafelag og Ljósinum.
Leygardagin 14. apríl
verður
føroyameistara
kapping í amboðsfimleiki
fyri pinkur, gentur, piltar og
dreingir. Kappingin verður
í ítróttarhøllini á Hálsi og
byrjar kl. 13:00.
Sunnudagin verða amboðs
finalurnar, har føroya
meistarar verða funnir í
hvørjum amboði fyri seg.
Kappingin
sunnudagin
byrjar kl. 15:00.
Fimleikararnir fara báðar
dagarnar at kappast á gólv
inum og í lopi. Harafturat
kappast pinkurnar og gent
urnar á bitanum, og piltarnir
og dreingirnir kappast í ring
unum.
FM í amboðsfimleiki
um vikuskiftið
Owen skoraði í
comeback-dysti
Enska stjørnan Michael Owen skoraði, tá hann fekk
comeback fyri Newcastle í einum venjingardysti móti
Gretna, sum dagliga spælir í skotsku 1. deild.
Michael Owen hevur verið skaddur síðani HM-endaspælið
í fjørsummar, men nú sær av álvara út til, at kviki áleyparin
er við at koma seg. Dysturin móti Gretna vóru hansara
fyrstu minuttir á vøllinum síðani skaðan, men tað er líkt
til, at maðurin framvegis veit hvar málið stendur. Hetta eru
gleðiboð hjá venjaranum Glen Roeder, sum 22. apríl tekur
ímóti meistarunum Chelsea.
Dómari tosaði í telefon undir dysti
Danska blaðið BT avdúkar í dag, at boksidómarin Søren Saugmann
tosaði í telefon undir dystinum millum Rudy Markussen og Sergej
Tatevosjan.
BT staðfestir, at uppgávan hjá dómaranum er at kjósa vinnaran av
dystinum, og hetta verður gjørt út frá hvussu ofta hvør hevur rakt
hvønn, hvussu teir hava vart seg og so framvegis.
– En opgave, der må besværliggøres, hvis man samtidig taler i
mobiltelefon, skrivar blaðið speiskliga.
Forsetin fyri danska boksisambandið, Jesper D. Jensen, sigur, at
hann hevur sæð avdúkandi myndirnar og tosað við Søren Saugmann
um hetta og sagt, at slíkt vilja teir ikki hava.