mikudagur 11. apríl 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 69 - 11. apríl 2007
Aftur ein nýggjheit
frá Seat. Á bilafram
sýningini í Genéve í
mars var konseptbil
urin Seat Altea Freet
rack Prototype sýnd
ur fram fyrstu ferð.
Talan er um ein sport
ligan offroadara við
240 hk TFSI-motori
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Sponsku Seat frá VW-kon
sernini hava fingið sín egna
sermerkta stíl og rættuliga
fingið vind í seglini seinastu
árini. Javnan koma nýggj
og spennandi modell á
marknaðin frá verksmiðjuni
í Barcelona.
Á bilaframsýningini í
Genéve í mars var konsept
bilurin Seat Altea Freetrack
Prototype
sýndur
fram.
Hetta er fyrstu ferð í søguni,
at Seat koma við einum
slíkum bili. Altea Freetrack
Prototype er 176,6 cm høg
ur, 18,5 cm hægri enn nýggi
Seat Altea XL, sum báðir
eru bygdir yvir sama platt
form. Bilurin er ein 4x4 við
2.0 litra TFSI-motori við
240 hk - sami motorur sum
er í Seat Leon Cupra við 6-
trins girkassa.
Altea Freetrack bæði er
og sær út sum ein rættuligur
”off-roadari”. Við sínum
19” hjólum er hann sera
høgur frá vegnum. Fríhædd
in er 31,0 cm og dekkstøddin
er 255/50-19. Við røttu
dekkunum kann hann iva
leyst koyra allastaðni.
Bilurin hevur viðføris
haldarar á takinum og pano
ramasólatak í royklittum
svørtum glasi. Sum ein
rættur 4x4 hevur hann eisini
eykahjólið uttaná baklúkuni.
Kabinan er í nútímans stíli
við leðursetrum og el-still
ing av forsetrunum.
Hóast talan er um ein kon
septbil, vátta høgtstandandi
persónar hjá Seat í Spania,
at bilurin ikki bert er ein
framtíðarbilur, men at ein
líknandi 4x4 skjótt kemur á
marknaðin.
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf. 341800
bilar
Seat Altea Freetrack Prototype
Seat Altea Freetrack Prototype
er ein sportligur 4x4 við
viðførishaldarum á takinum
og panoramasólataki í
royklittum svørtum glasi.
Annars er designið í sama stíli
sum teir Seat, ið vit kenna
Altea Freetrack sær út sum ein rættuligur ”off-roadari”við 19” hjólum, eykahjólinum uttaná
baklúkuni og eini fríhæddin upp á er 31 cm
Kabinan er í nútímans stíli við leðursetrum og el-stilling av
forsetrunum