Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 69 - 11. apríl 2007 tíðindi Stutt sagt Gasslond gera vart við seg Felagsskapurin hjá lond­ unum, sum útflyta gass, hevur á fundi í Qatar samtykt at menna sam­ starvið landanna millum og at styrkja sjálvan fel­ ags­skapin. Londini, sum útflyta gass, hava ikki hildið fund tey bæði sein­ astu árini, men nú er ætl­ anin, at felagsskapurin skal halda regluligar fundir eins á oljuút­flyt­ aralondini í OPEC. Á fundinum í Qatar sam­ tyktu londini at seta ein arbeiðsbólk til at gera eitt uppskot um, hvussu fel­ ags­skapurin skal skipast, og hvussu felagsskapurin skal halda eyga við fram­ leiðsluni hjá teimum ein­ støku londunum. Russ­ land er heimsins størsta gassútflytaraland, og næsti fundur hjá felags­skapi­ num verður í Moskva næsta ár. Sarkozy á odda Hevði forsetaval verið í Fraklandi í dag, er tað lítið at ivast í, at eftir­ maðurin hjá Jacques Chi­ rac hevði itið Nicolas Sar­ kozy. Ein meininga­kann­ ing vísir, at heili 67 pro­ sent av teimum spurdu rokna við, at tað kon­ser­ vativa forsetavalevnið fer at vinna valið seinni í mán­aðinum. Bara 16 pro­ sent vænta, at sosialisturin Ségolene Royal fer at vinna, og hini bæði val­ evnini verða søgd at hava uppaftur minni møgu­ leikar. Fransmenn skulu velja forseta tann 22. apríl, og fær einki valevni meiriluta tá, verður umval millum tey bæði, sum fáa mest í fyrra umfari. Møsn úr Iran Frakland og Avstralia hava sagt seg ivast í, um nakað hald var í tí, tá iranski forsetin, Mah­mo­ ud Ahmadinejad, nú um dagarnar segði, at Iran hevur av álvara sett ferð á arbeiðið at ríka uran. Sjálvt Russland, sum van­ liga hevur gott samband við Iran, tekur ikki orðini hjá forsetanum fyri fult. Ein talsmaður hjá uttan­ ríkisráðnum í Moskva segði í gjár, at orðini hjá iranska for­setanum høvdu einki við veruleikan at gera. Hatta er tað vanliga politiska orðaspælið, segði talsmað­urin. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Steingja allar tunlarnar Norsku vega­myndug­leik­ arnir fingu ein hvøkk jóla­ dag í fjør, tá ein partur av loftinum í Hanekleiv-tun­ linum rapaði. Síðani hava myndugleikarnir kannað allar tunlarnar har um vegir, og niðurstøðan er, at teir ewru alt ov illa tryggj­ aðir. Tí eru ikki færri enn sjey tunlar stongdir nú, so teir kunnu gerast tryggari. Tunlarnir eru millum teir nýggjastu í Noregi, og dagliga koyra umleið 17.000 bilar ígjøgnum teir. Men talan verður ikki um beinleiðis sam­ ráðingar um ta pol­ itisku kósina, sigur forsetin George W. Bush, forseti, sigur seg nú vera sinnaðan at tosa við Kongressina fyri at loysa trætuna um, nær USA skal fara undir at taka sínar hermenn úr Irak. Senatið hevur sagt, at teir seinastu hermenninir skulu úr Irak innan 31. mai næsta ár, og Umboðs­ mannatingið hevur sett 1. september næsta ár sum seinastu freist. Bush hevur harafturímóti fleiri ferðir gjørt greitt, at hann fer undir ongum umstøðum at áseta nakran dag fyri, nær USA fer undir at taka sínar hermenn úr Irak, ella nær teir seinastu fara haðani. Bush hevur biðið Kon­ gressina um 100 mia. doll­ arar afturat til kríggið í Irak og Afghanistan. Kon­ gressin hevur játtað honum pengarnar, men við teirri treyt, at afturtøkan verður sett á dagsskránna. Soleiðis hevur málið staðið rimmarfast, men í einari røðu fyri gomlum hermonnum í gjárkvøldið gloppaði forsetin dyrnar fyri orðaskifti við Kon­ gressina um málið. – Tíðin er komin til at loysa uppgávuna, og tí bjóði eg umboðum fyri báðar teir politisku flokk­ arnar í Hvítu Húsini at tosa við meg, segði Bush í røð­ uni. Hann duldi tó ikki fyri, at hann er sera mis­ nøgdur við støðuna hjá meirilutanum í Kongress­ ini. Sambært forsetanum renna tey undan ábyrgd og sleppa hermonnunum upp á fjall, nú landið er í kríggi. Bush til reiðar at tosa við demokratarnar Eftir togan aftur og fram er George W. Bush nú sinnaður at tosa við Kongressina um Irak-kríggið. – Tað er ábyrgdarleyst av Kongressini at halda aftur pengum til okkara hermenn í kríggi Bush, forseti