mikudagur 11. apríl 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Nr. 69 - 11. apríl 2007
Eftir Hanus Kamban
Eitt tíðarskeið nakað fyri 1920
búðu omma og abbi við teirra
húski úti í Grønlandi, í einum
húsum, sum mær vitandi standa
enn, og sum Mikkjal í Grønlandi
seinni átti. Á hesum teigum, langt
burtur frá sjálvari Havnini, var tá
ógvuliga fjarbýlt, og tað fall natúr
ligt, at børnini í teimum fáu húsu
num her “uttan fyri lóg og rætt”
– tey í Mattalág, tey á Háskúlanum
og tey niðri í Sandagerði – blivu
spælisystkin.
Vinskapurin helt sær, varð arv
aður, og nøkur av hesum fólkum
blivu seinni partur av eins uni
versi, fyrst sum nøvn, seinni sum
livandi persónar. Jóhannes av
Skarði kom suður til Skúvoyar
fyri at savna tilfar til ritgerðir, um
ræning ella um tann føroyska leyp
in. Sjálvsagt búði hann hjá okkum,
og soleiðis kom ein at kenna
henda blíða og óuppgjørda fróðar
mann, sum átti gávuna at duga at
tosa við børn og at taka tey í álv
ara. Á sumri 1957 fekk eg sum
frítíðararbeiði at vera eitt slag av
hjálparmanni hjá Sverra Dahl, nú
grivið var út í Tjørnuvík. Eisini
hann bleiv ein góður kenningur,
hóast ein als ikki – sum hann
kanska hevði vónað – gekk við
einum
komandi
fornfrøðingi
undir belti.
Regin Dahl, borin í heim í
1918, var, sum seinføðingur og
seinni útiseti, verandi í útryðjuni
á hesum heimi, sum eitt navn og
ein søgn. Hetta broyttist nakað í
1962, tá eg var læraravikarur í
Norðradali og Syðradali. Sum
fyrr klaktum studentum vant leit
aði ein hetta summarið, saman
við nøkrum vinfólkum, á pisu
veitslu, sum, haldi eg meg minn
ast, varð hildin í Klubbanum (ella
tí gomlu Losjuni). Brádliga sást
mitt í veitslurokinum ein klæn
vaksin maður daga á pallinum og,
við heldur flakkandi yvirbragdi,
halda eina røðu, sum hevði yvir
sær ein fremmandan uttandám,
men týðiliga var ein kritisk við
merking til andan í okkara stu
dentaskúla.
Her var peikað á aðra leið enn
ta sløttu, sum er steinsett við próv
tøkum, ærutrá og glæsiligari
starvsrás, kanska á hana, sum
gongur um reyn og brættlendi,
frælsi hins intellektuella, bohem
sins ella listarmanins sjálvskaptu
og torføru leið. Talan elvdi til
orðaskifti, og onkur hevði hug at
taka Thomas Nygaard og hansara
heiðurligu manning, allir teirra
vælgjørdir álvarsmenn, ongin tó
“gestur á fjøl” við “bólstað á bera
jóli”, í forsvar. Ája. Long, long
ago.
Umgerðin var ikki so kám long
ur, navnið hevði fingið hold. Um
hetta mundið var ið hvussu er eitt
av Regins løgum kent, tað til tekst
in um ta gomlu krambúðina, sum
var at hoyra í Útvarpinum, borið
fram av Regini sjálvum, við hans
ara egna, eyðkenda klaver-fylgi
spæli, longu stutt eftir at tann
nýggi miðilin var farin at senda, í
1957.
Ein av mínum vinum, sum var
farin burtur at lesa, lærdi meg nú
lagið til Hans Andriasar sang um
firvaldin, ið, hóast hann var bæði
fínur og væl bustaður, fekk krakk
frá fluguni. Sami unglingi fortaldi
eisini, at Regin var ikki bara yrkj
ari, tónaskald og sangari, men
vertskapsmaður við veldugari
útgeislan. Burtur úr hesum og
øðrum
hissini
viðmerkingum
skaptist ein mynd ikki ólík henni
av øðrum av Óðins ravnum, sum
á degi førdi eina heldur bleika og
fjaðursára tilveru (um hann yvir
høvur var til, í holdligari merking),
men sum ernaðist upp móti
kvøldi, og eftir midnátt sveimaði,
við veldugum skugga og kveikj
andi, men samstundis ridlutum
anda, sum ein veingjaður Poe,
gjøgnum stórbýarins fløskubølir.
Sekstiárini vóru komin til trota,
sjálvur starvaðist eg sum rættlesari
á Berlingske Tidende, Heretica og
Rilke vóru langt burturi, á lofti
millum okkum ungu vóru nú
William Burroughs, Allen Gins
burg, Hermann Hesse ella The
Velvet Underground. Ofta plagdi
ein, eftir arbeiðstíð út ímóti mid
nátt, at spáka yvir á Gamla Skarv.
Og har hendi tað eina náttina, at
hesin gammurin úr fornsøguheimi
kom á gátt og floygdi seg niður
við eins borð, saman við, um meg
minnist rætt, Valdemari Dalsgaard
og onkrum øðrum. Sum so mang
an um hetta mundið var marx
isman, sum heimspekilig og
ástøðilig stevna, á lofti, og Regin
læt í hesum sambandi mong leysa
søkk, eyðkend av eygleiðing held
ur enn trúgv, av munni.
Áhugin fyri yrkjaranum Regini
Dahl var annars komin seint. Før
oya Studentaskúli var sum heild
ein góður skúli, men – sum iva
leyst eisini mangur stovnur í Dan
mark av hesum slag – knípti tað
við innleiðslu í modernað rák
sum modernismu ella eksistential
ismu. Nøvn sum Eliot, Yeats og
Kafka, teirra verk og heimar,
noyddist ein sjálvur at leita upp
og kunna seg við.
Nú bar so á, at undirritaði í
1967 varð yvirtalaður til at taka
við sum blaðstjóri á tí føroyska
studentablaðnum
Fjølnir,
við
fyrst Rólant Dam Jacobsen og
seinni Jóannes Dalsgaard sum
medblaðstjóra. Frá byrjan fingu
vit tekstir frá Regini, fyrst yrking
ina “Blíði bóndi”, seinni “Kolding
halgir” og “Evsta skjaldur”.
Yrkingarnar bankaðu uppá í
eins hugahøll, fingu sess heldur
uttarlaga í fyrstuni, gjørdust kenn
ingar og komu so við og við til
háborðs. Hvat “Koldinghalgir” í
grundini snúði seg um, var ikki
heilt greitt, reglur sum “onkur
grúkurin við klombrum kanska
gjøgnumgløddur” boðaðu tó ikki
frá nøkrum jólahugna, og tekstir
nir í partinum Á nýggjárum” (sum
sugu seg so fastar í sinninum, at
ein ongantíð gloymdi teir aftur)
boðaðu ikki frá, at Harrans nýár
bara hevði hugfarsligan farm í
kneppinum:
Kavaskýming, ársloks-hvarv,
hvørvingar, kvettingar, karv.
Orkusør, einsamøll, øll –
mjølvar úr erva líklaks-mjøll.
Rásaloysi, ills manns slóð –
deyðin syngur sítt kvøldsljóð.
Henda tíðin var annars ikki nøkur
natúrlig reginstíð. Í kjalarvørrinum
á ungdómsuppreistrinum kom
marxisman, og ein kundi nú velja
av tí bognandi sjálvtøkuborðinum,
eina av mongum ymiskum dogmat
iskum útleggingum, frá Marcuse
til Althusser. Regin Dahl, við síni
hugmynd av andsmenninum sum
frælsum og tortrúnum yvir av øll
um hugmyndafrøðiligum stevn
um, var ómodernaður, næstan
persona non grata.
Heldur ikki tónasmiðurin ella
sangarin Regin Dahl var bara
umtóktur um hetta mundið, hans
ara føroyski originalitetur og hans
ara persónliga og sera tolkandi
framførsla, við dámi av Schubert,
sýntust at sampakka illa við ung
dómsmentanina og hennara tokka
til alt eingilskt ella amerikanskt
ella til tann dygdargóða, men
meira átuliga føroyska vísu- og
popptónleikin hjá eitt nú Harka
liðnum, sum legði frá landi um
hetta mundið. Einki ilt um hetta,
tíðir skifta og skulu skifta. Í dag
vita vit tó, at Regin var meira í
samsvar við tíðarandan, enn
tátíðar kyndlar høvdu fyritreytir
til at gruna, og at hann, Bob
Dylan, Wolf Biermann og Kári P.
eru systkinabørn.
Sum árini gingu, kom ein at
kenna henda mann betur, enntá at
hava ikki sørt av samstarvi við
hann. Og hóast tann uttara ramm
an ikki altíð var av gulli, og ein
meira enn so á hansara leiðum
kundi hóma bæði “rásaloysi” og
“kvettingar” og “karv”, so hevði
Regin hesa merkiligu gávuna til í
samrøðu at ganda fram onkra per
sónsmensku, Rasmus á Háskúla
num ella Kristin í Geil ella Enokk
á Frælsinum, so hon brádliga fylti
rúmið, og øll “ills manns slóð”
varð gloymd.
Hann minti tá ikki sørt um ein
illusjónist, sum tekur teg á bóli
við einum kunnleika, tú ikki hevði
grunað at hann hevði, um sera
ymisk ting, heimspeki, skaldskap,
Havnina (eitt endaleyst og ótøm
andi samrøðuevni), og til at fata
og lýsa kompleks og ofta sera fjar
løgd fyribrigdir. Hann var ein
alfrøðimaður, hvørs vitan ikki var
fest á blað, men glógvaði brádliga
og neistrandi, kanska uppi yvir
einum konjakk-glasi, í tí stokkutu
og hepnu løtuni.
Eisini hómaði ein, í hansara
egnu persónsmensku, onkra togan
millum mótsetningar, nakað ógvu
liga viðkvæmt og milt, og sam
stundis okkurt, ið var meira harð
ført, kanska eisini stundum hart.
Kanska var hetta ein neyðug fyri
treyt í eini tilveru, sum fataði
bæði um mikla signing og brostnar
borgir. Tann list, sum spretti úr
hesum mótsetningum, og sum í
dag er sjónlig fyri øllum áhugað
um, sum orð, lag og sangur, kann
bara vekja stóra undran. Sum
lembas-breyðið í Ringanna Harra
ella tann gandaði haldakoppurin,
hvørs botnur dýpist og hvørs
drykkur fløðir, meira tú leskar teg
av honum.
Tann gandaði haldakoppurin
Minningarorð um Regin Dahl