Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 69 - 11. apríl 2007 tíðindi POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Hvussu nógv smá­parta­ feløg og partafeløg eru farin í sjálvbodna, solventa likvidatión frá 1. januar 2004 til 1. januar 2007, og síðani 1. januar 2007? - Hvussu nógv smáparta­ feløg og partafeløg hava niðurskrivað partapeningin í somu tíðarskeiðum? - Hvussu stórar upphæddir eru farnar úr feløgunum, og hvussu nógv hevur landskassin fingið í skatti av hesum? - Hevur landsstýrismaðurin gjørt nakað til tess at kanna hesi mál og at tippa møgulig hol í lógini? Hesar tríggjar spurningar, fær Bárður Nielsen, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum frá Høgna Hoydal, løg­tings­ manni Tjóðveldisfloksins á tingfundi í dag. Høgni Hoydal vísir á, at vit í bløðunum í seinastuni hava sæð fleiri dømi um sjálv­bodnar, solventar likvida­tiónir av smáparta­ feløgum og partafeløgum. - Samstundis eru dømi um, at nýtt felag verður stovnað við sama navni við fráboðan í sama blaði. At feløg, ið ikki eru insolvent – altso feløg við virðum – velja at fara í sjálvbodna likvidatión, kann hava skatta­tekniskar orsøkir. Tað kann vera ein háttur at sleppa undan at gjalda skatt av kapitalvinningi, sambært kapital­vinnings­skatta­lóg­ ini, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at sama er at siga, um feløg niðurskriva partapeningin. - Og hetta eru júst nøkur av dømunum, ið lands­stýris­ maðurin varð spurdur um í skrivligum fyrispurningi fyri jól 2006, men har hann vísti øllum ivamálum frá sær, sigur Høgni Hoydal, sum tí spyr, um lands­stýris­ maðurin er vorðin klókari síðani og hevur gjørt nakrar kanningar og metingar um møgulig hol í kapital­vinn­ ings­skattalógini, sum mugu tippast beinanveg, um ikki landskassin skal missa stórar upphæddir. POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo - Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at varðveita føroyska bátin? - Metir landsstýrismaðurin at ein loysn kundi verið beinleiðis stuðul til føroyskt bátasmíð? - Metir landsstýrismaðurin at mvg frítøka eisini kundi verið ein loysn? Hesar spurningar setir Ger­ hard Lognberg, løg­tings­ mað­ur, landsstýrismanni­ num í Mentamálum. Løg­ tings­maðurin sigur, at báta­ smíð sum handverk er við at doyggja út í Føroyum. Hann sigur, at nógv verður tosað um mentan, og at nógv verður goldið, men hig­­ar tilhevur ikki nógv ver­ ið gjørt til tess at varðveita gamla føroyska bátasmíðið. - Mær vitandi eru tveir bátasmiðir í Føroyum sum liva av sínum handverki – ann­ar á Sandi og hin í Kolla­ firði. Hvussu hondverkið skal varðveitast, um eingin verður settur við, er ikki ilt at gita um, heldur Gerhard Lognberg, sum staðfestir, at tað nú er í tøkum tíma at finna eina loysn soleiðis, at aldargamla handverkið ikki fer í gloymskuna. Sputnik rísur aftur Leygarkvøldið 14. apríl verður Ítrótt­ arhøllin í Trongis­ vági karmur um rimmar dansitiltak. Ongin mætari enn enn føroyakendu Sputnik trína aftur á pall eftir 15 ára steðg. Hetta er fyrstu ferð síðan 1992, at Sputnik fer á og vit kunnu vænta okkum eina sera spennandi og kensluborna framførslu. Sputnik telur hettar kvøld­ið uppruna mann­ ing­ina brøðurnir Jens & Marner Lisberg, Jens Jo­hannesen og afturat sær hava teir Kolbein Sim­onsen á bassi, Arn­ bjørn Sivertsen á gittar, Ronnie Nielsen á trumm­ um og Charles Gade. Allir hava gjøgnum árini verið við á framførslum og myndum hjá Sputnik. Sputnik var sera væl­ umtóktur bólkur millum Føroya fólk fyri teirra slagarir. Sputnik var ein av mest spældu føroysku bólkunum í Útvarpinum upp gjøgnum 80’ini og í byrjanini av 90’unum, við eitt nú væl kendu løgu­num ”vilt tú meg elska”, ”Eg sjólívið valdi” og ”Kom abbi set teg stabba á”. Til hesa framførsluna er ein heilt serligur plátu­ vendari funnin fram, tað er mr. Dansband Elis Poul­sen, ið fer at venda plátum og undirhalda á hans­ara heilt egna og fólka­kæra máta. Til yngra ættarliðið og onnur, ið eru áhugað í at vita, hvat hendir á tón­ leikapallinum í Suðuroy í dag, verða nýggir og for­vitnisligir tónar at hoyra frá Tvørabólkinum Ablaze. Bólkurin er mann­aður av ungfólki av Tvøroyri, við sera evna­ ríku sangarinnuni Sólfríð Bech á odda. Strandferðslan fer sam­ bært fyrireikarunum ætl­ andi at gera eitt serligt ”suðuroyarcruise hendan dagin”. Hettar skuldi gjørt at tað er upplagt hjá fólki norðanfjørðs at komið suður og upplivað eitt ektað ”suðuroyar­til­ tak” við tónleiki og undir­ haldi. Tað er Froðbiar Sókn­ ar Róðrarfelag og 2. A á Miðnámsskúlanum í Suð­ uroy, ið skipa fyri. Gerhard vil varðveita føroyska bátin Høgni spyr Bárð um skattahol Nú er næsta numm­ arið av Vencili komið út. Fyrsti Vencil sá dagsins ljós 23. september í fjør, og bara eitt hálvt ár seinni, er Vencil aftur á skránni. Og aftur hesa ferð er Vencil á tremur við góðum upprunaskaldskapi á føroyskum og væl­ týddum skaldskapi úr heimsbókmentunum MENTAN Tíðingaskriv Tey, ið hava skrivað uppruna­ tilfarið í hesum næsta Ven­ cili, eru flest ung og evnarík skøld. Onkur debuterar í Vencili. Ein teirra er Kjartan Hansen, ið hevur tvær yrk­ ingar og eina stutt-stuttsøgu við. Katrin Reinert er onn­ ur, sum fyrstu ferð hevur tvær yrkingar við. Síðan eru fleiri onnur við, sum hava fingið onkra yrkingina prentaða, og uppaftur onn­ ur, sum áður hava skrivað onnur tekstsløg, men sum royna seg fyri fyrstu ferð við yrkingum. Dánial Hoy­ dal kenna flest øll sum ein, ið dugir sera væl at týða sangleikir. Eisini hevur hann skrivað librettoina til fyrstu føroysku operuna. Her roynir hann seg við yrking­um. Marjuna S. Kjel­ næs kenna flest. Hon hevur skrivað útvarpsleikir, stutt­ søgur og annað, og hon roynir seg eisini á fyrsta sinni við yrkingum. Malan Poulsen hevur eina yrking við. Hana hava vit ikki hoyrt frá í longri tíð. Odd­ fríður Marni Rasmussen hev­ur eina stuttsøgu. Vón­ bjørt Linjonsdóttir hevur eina yrking við. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur tvær stuttsøgur við. Og so eru sjálvandi nakrir garvaðir yrkjarar við. Heðin M. Klein, Alexandur Kristian­ sen og Hanus Kamban hava nakrar yrkingar við. Agnar Jógvansson hevur tríggjar stuttsøgur við. Ongin Vencil uttan týðing­ ar, og hesa ferð eru við týðingar, ið fluttar eru yvir í føroyskt úr sponskum, ensk­um, týskum, russiskum. Marianna Hoydal hevur týtt søguna “Ein sera gamal mað­ur við ovurstórum veingj­um” eftir kolumbiska rithøvundin Gabriel García Márques. Eisini hevur Marianna Hoydal týtt stutt­ søguna “Skriftin hjá gudu­ num” eftir argentinska høv­ undin Jorge Luis Borg­es. Hugin Eide hevur týtt fýra minimalistiskar stutt­ søgur eftir schweisiska pro­ saistin Peter Bichsel. Símun av Skarði hevur týtt eina yrking eftir týska skaldið Peter Waterhouse. Johnny Thomsen hevur týtt stutt­ søguna “Skýggið, vatnið, tornið” eftir russisk-ameri­ kanska skaldið Vladimir Nabokov. Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt yrkingar eftir týskaran Kurt Schwitters og amerikanar­ arnar Denise Duhamel og Russell Edson. Í fyrsta Vencili var yrkingin “Ýl” eftir amerikanska beat- skald­ið Allen Ginsberg. Næsta nummar hevur so yrkingina, ið kallast “Undir­ grein til Ýl”. Tað er ein av fremstu týðarum føroyinga, Gunnar Hoydal, sum týtt hevur. Perman er aftur hesa ferð prentað á Grafiska verk­stað­ num við Jan Andersson. Perm­una hevur Fríða Matras Brekku gjørt og er hon hugkveikt av stutt­ søguni “Skriftin hjá gud­u­ num” eftir Jorge Luis Borges. Vencil annar er á tremur við framúrskarandi skald­ skapi. Tráðurin gjøgnum henda Vencilin er litaður við absurdum og ofta surreal­istiskum tekstum, men eisini eru tekstir, sum eru í samljóði við ta modern­ istisku siðvenjuna. Vencil er at fáa í bókhandl­ um kring landið fyri 160 krónur. Eisini ber til at tekna seg sum haldara á heimasíðuni hjá Vencili www.vencil.fo fyri bara 100 krónur pluss postgjald fyri hvørt nummarið, tá fær haldarin hetta týðandi ritið sendandi til dyrnar. Vencil annar