mikudagur 11. apríl 2007síða 52
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 69 - 11. apríl 2007
tíðindi
– Eg síggi ikki meg
sjálvan sum eina
sjónvarpsstjørnu.
Mín uppgáva er
einans at motivera,
geva íblástur og ráð
til matstovur, sum á
einhvønn hátt hava
rent seg fastar. Eg
kann vera amboðið,
men tær mugu sjálvar
megna at lyfta seg
upp á eitt hægri støði,
segði meistarakokk
urin Bo Bech við
Sosialin
MEISTARAKOKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vit hava nevnt tað áður,
men kunnu endurtaka tað
einaferð enn: Tú heldur ikki
uppat
at
undrast
yvir,
hvussu líkatil flestu son
evndu stjørnur í veruleika
num eru.
Nú kann tað væl vera, at
Bo Bech ikki er heimsins
størsta sjónvarpsstjørna, og
ikki beinleiðis kann sam
meta seg við Jamie Oliver
– men hann er hóast alt
vorðin landskendur um alt
Danmark, og allarhelst um
alt Føroya land eisini. Og
kortini prátaði hann við
umboð Sosialsins sum um
vit høvdu kenst í fleiri ár.
– Hugskotið aftan fyri
sendingarnar er, at vit skulu
fara út og royna at hjálpa
matstovum, sum á ein ella
annan hátt hava tað hart.
Antin tað so er á leiðara
støði, kokkum, ið vanta
íblástur ella mati, ið eingin
eigur at bjóða hundum,
sigur Bo Bech.
Á Rio Bravo fingu bæði
starvsfólk og Bo Bech sjálv
ur sína sak fyri. Og eitt tað
fyrsta, hann gjørdi, var at
fara »á vestfallið« við hópin
av pulvuri, ið matstovan
hevði liggjandi.
– Ja, tað gjørdi eg. Matur
in, ið matstovan serveraði,
var nevniliga fyri tað mesta
bara pulvur, sigur Bo Bech
við Sosialin.
Ringasta eg havi roynt
Góðska hevur alt at siga
fyri ein meistarakokk sum
Bo Bech. Tí kann tað als
ikki koma upp á tal at nýta
erstatningspulvur at gera
mat av.
– Eg skal ikki fjala útyvir
nakað. Maturin her er tann
ringasti eg enn havi roynt
av teimum níggju matstøðu
num, ið vit higartil hava
gjørt sendingar um, sigur
ein ógvuliga bersøgin Bo
Bech.
Púra logiskt er tí at hugsa,
at stóð so illa til, var Rio
Bravo uttan iva tann mat
stovan, har møguleikarnir
fyri eini betring vóru teir
størstu.
Men Bo Bech leggur dent
á, at hann á ongan hátt er
ein harður hundur, sum vit
annars kunnu fáa kenslu av,
tá vit síggja lidnu sending
arnar. Har kann hann virka
ógvuliga kontantur, tá hann
tosar við eigarar, stjórar,
kokkar og tænarar.
– Nei, eg eri avgjørt eing
in harður hundur. Tú hevur
sjálvur sæð meg her í kvøld,
so eg tími ikki at argumen
tera fyri tí. Og um tú ikki
trýr mær, so kanst tú bara
tosa við starvsfólkið, sigur
Bo Bech.
Og fyri líkasum at undir
strika hetta, tekur hann um
Helenu Jacobsen, sum er
høvuðstænari á Rio Bravo,
og spyr hana, um hann er
farin órímiliga hart fram.
Loysn, ikki
trupulleikar
– Eg motiveri fólk. Og eg
haldi, at orsøkin til, at eg til
tíðir í sendingunum kann
virka sum harður hundur
er, at eg megni at »trýsta á
røttu knapparnar«, sigur Bo
Bech víðari.
Mest sum alla tíðina
stendur Bo og fylgir við
kokkinum, sum stríðist yvir
komfýrinum, meðan hann
skal tilgera fleiri sløg av
mati. Bo stendur róligur og
gevur ráð, og viðhvørt fer
hann innar um og gevur
eina hjálpandi hond. So fer
hann yvir aftur um diskin at
eygleiða.
– Tað er av alstórum týdn
ingi, ikki at bukka undir.
Eg velji at síggja loysnirnar
heldur enn trupullekarnar.
Hvussu heldur tú, at Alex
Ferguson reagerar, um Man
chester United er aftanfyri
0-3 í hálvleikinum? Heldur
tú, at hann bara klappar leik
arunum á ryggin og sigur:
Hatta er gott? Nei, hann
roynir at motivera teir og
eggja teimum til at gera »et
godt stykke arbejde« í
seinna hálvleiki. Og tað er
tað, eg royni at gera, sigur
meistarakokkurin.
So tað er týðiligt, at Rio
Bravo hevur leikt fyrra hálv
leik, og at vit, myndamaðurin
Aksel og eg, nú eru endaðir
mitt í hálvleiks »pepp
talk’inum«.
– At vera kokkur, og at
gera mat, er ikki nakað,
sum tú ger hálvhjartaður.
Tú kanst ikki standa og
»dilla« yvir matinum. Tú
sær sjálvur, at her má tað
ganga skjótt fyri seg. Sum
kokkur er tú í sving alla tíð
ina, undirstrikar Bo Bech.
Tey eru ófør
Vit hava sitið soleiðis fyri,
at vit hava sæð beint inn í
køkin og harvið kokk og
hjálparfólk. Og tey eru
sanniliga í sving alla tíðina.
Um tað so er tí, at hetta er
eitt serligt kvøld við upp
tøkum til TV3, ella Bo
Bech hevur motiverað til
tað, skal verða ósagt.
Meistarakokkurin sjálvur
er tó ikki í iva:
– Tey hava verið ófør. Jan
(Andreasen, kokkurin, red.)
og tænararnir hava gjørt eitt
risa arbeiði, og eg haldi
veruliga, at tey hava vent
skeivu gongdini, sigur ein í
grundini
vælnøgdur
Bo
Bech.
Hann sigur eisini, at nógv
matstøð hava ikki amboðini
at lyfta seg sjálvan upp á
eitt hægri støði. Og tað
kann vera so mangt. Men
Meistarakokkurin Bo Bech:
Eg eri eingin sjónvarpsstjør
- Nei, eg eri avgjørt eingin harður hundur. Tú hevur sjálvur sæð meg her í kvøld, so eg tími ikki at argumentera fyri tí. Og um tú
ikki trýr mær, so kanst tú bara tosa við starvsfólkið, sigur Bo Bech og tekur um tænaran Helenu Jacobsen
Mynd: Aksel Joensen