Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-11, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. apríl 2007síða 53

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 11. apríl 2007 53 tíðindi – Sjálvandi taldi tað ógvuliga nógv, at tað var Føroyar, talan var um, tá vit skuldu velja millum matstøðini. Hetta var fyri okkum ein ótrúligur møgu­ leiki at koma upp her, og tí eru vit á Rio Bravo í kvøld, segði Mikkel Dyrting SV-FRAMLEIÐSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hann smílist um alt andlitið og tú kennir, at hetta er nak­ að, honum líkar. Hann eitur Mikkel Dyrt­ ing, og er framleiðslustjóri á sendingin »Med kniven for struben« hjá donsku sjón­varpsstøðini TV3. – Øll møgulig fakøki finnast innan sjónvarp, og tí eri eg kanska eitt serligt dømi. Eg havi eina master­ útbúgving í dokumentar­ films­list frá University of Humberside í Hull, haðani eg tók prógv fyri einum 10 árum síðani, sigur Mikkel Dyrting, tá vit fanga hann eina róliga løtu í upptøku­ num. Vit spyrja hann sjálvandi um, hvussu tað ber til, at vit yvirhøvur kunnu hitta hann á Rio Bravo hetta kvøldið. – Vit fingu eina áheitan frá einari føroyskari mat­ stovu um at verða við í send­ ingini, og tað hildu vit vera so mikið spennandi, at vit gjørdu av at fara til Føroyar at gera forkanningar. Og með­an vit vóru her, komu aðrar áheitanir so vit endaðu uppi á fýra, greiðir fram­ leiðslustjórin, sum eisini virkar sum leikstjóri, frá. Rio Bravo var ikki tað mat­staðið, sum sendi upp­ runaligu áheitanina, men tá forkanningarnar vóru lid­ nar, vóru tvey matstøð fram­ vegis áhugað, og annað teirra var matstovan hjá Kára Hentze og partnarum. – Vit gjørdu so av at velja Rio Bravo, tí vit mettu, at her funnust størstu møgu­ leik­arnir fyri at gera ein veru­ligan mun, sigur Mikkel Dyrting. Dokumentar Tað skulu nógvar fyrireik­ ing­ar til fyri at gera eina slíka sending. Fyri tað fyrsta verður ikki alt tikið upp ta tíð, filmsliðið er á stað­num. Og ikki minni týdn­ing hevur, at ikki alt verður víst, sum tikið verð­ ur upp. Allar upptøkurnar, sum vara í tímar, kanska enntá dagar, skulu klippast til at vara umleið trý korter. So varar sendingin ein tíma og tey hava hetta korterið (ella meiri) til lýsingar, sum er grundarlagið undir flestu sjónvarpsstøðum í verðini í dag. – Eg vil ikki kalla hetta fyri reality-sjónvarp. Her er tað eingin, sum vinnur eina miljón krónur. Tí nevni eg tað fyri dokumentar-sjón­ varp. Tí í hesum førinum vinna matstøðini hóast alt nýggj viðskiftafólk, eins og tey gomlu kunnu koma aft­ ur. Og tað hevur ikki so lítl­ an týdning fyri tey luttak­ andi matstøðini, sigur Mikk­ el Dyrting. Framleiðslustjórin sigur, at vit her eru í einari veru­ ligari verð, har fólk seta teirra egnu pengar til og í veð. Her kanst tú ikki bara »dryssa« inn av gøtuni og sjarmera teg til nakrar at­kvøður millum hyggjar­ar­ nar, og bara við góðum sjón­ leikaraevnum, tá upptøku­ tólini eru frá, vinna tær hóp­ in av peningi. – Nei, hetta er veruligt doku­mentar, vísir fram­ leiðslu­stjórin á. Føroyar vóru avgerandi Mikkel Dyrting sigur, at tey fáa óteljandi áheitanir frá øllum pørtum av landinum, og tí er ovmikið at velja ímill­um. Sjálvandi eru ikki allar matstovur egnaðar til júst hesa sendingina, men framvegis er ivaleysa nógv hjá teimum at fara til. Men tá ein áheitan kom úr Føroy­ um, fekk hon serliga við­ gerð. – Tað er einki at taka seg aftur í, at tá áheitanin úr Føroyum varð viðgjørd, var beinanvegin gjørt av at koma higar til forkanningar. Føroyar eru jú fyri okkum eitt eksotiskt og spennandi stað. Valið fall so í síðsta enda á Rio Bravo, sigur Mikk­el. Tá alt so er greitt, kemur filmsliðið á staðið. – Vit nýta vanliga 5 dagar til upptøkurnar. Fyrsta dag­ in gongur Bo Bech fyri tað mesta runt og setur seg inn í tingini, og síðani byrja veru­ligu upptøkurnar, greið­ ir Mikkel frá. Sendingin hevur fingið íblástur frá ensku sendingini »Gordon Ramsey’s Kitchen Nightmare«. Hesin sami Ramsey er eisini kendur frá sendingini »Hells Kitchen« Tað sigur seg næstan sjálvt, at tað er ikki nóg mik­ið at vera ein góður kokk­ur, fyri at gerast vertur í slíkari sending. Neyðugt er eisini við sjónvarpstekki og útstráling. Og í grundini var ikki so trupult at finna rætta mannin. – Tá vit skuldu gera hesa »casting’ina« høvdu vit í veruleikanum bara einar 5 kokkar at velja ímillum, ið vóru nóg dugnaligir til sítt fak. Bo var so tann, sum egn­aði seg best til send­ing­ ina, og soleiðis bleiv tað, sigur Mikkel Dyrting. Vanliga er tað so, at tá hesar 5-daga upptøkurnar eru lidnar, kemur filmsliðið aftur nakað seinni, ofta 3-4 vikur seinni, at vita, hvussu hevur gingist. Í hesum føri­ num er ætlanin at koma aftur longu um 14 dagar. Í filmsliðinum eru 6 fólk íroknað Bo Bech. Og fyri tey, sum bíða spent eftir sendingini um Rio Bravo kunnu vit av­dúka, at hon verður send týs­kvøldið 1. mai á TV3. Her tosa upptøku- og ljóðmaðurin við Bo Bech, meðan støðgur er í upptøkunum. Mynd: Aksel Joensen Mikkel Dyrting, framleiðslustjóri á TV3: Føroyar avgerandi tá vit valdu stað rna hann sigur eisini, at tað er júst har, hann kann hjálpa. – Eg havi amboðini, og eg kann lata hurðarnar upp – men tað er kortini upp til matstovurnar sjálvar, um tær megna og vilja ganga tann vegin sum ger, at tær gerast vælumtóktar »kvali­ tets-matstovur«, sigur Bo Bech. Eg royni at fritta eitt sind­ ur, um tað hevur ávirkað hann nakað, at hann nú er líka kendur sum SV-stjørna, sum kokkur, og um tað ann­ ars hevur ávirkað hansara lív. – Eg síggi ikki meg sjálv­ an sum nakra sjónvarps­ stjørnu. Mín uppgáva í hes­ um sambandi er, at royna at hjálpa matstovum, sum á ein­hvønn hátt eru komnar illa fyri, á rætta leið, og tað er alt, eg havi áhuga í, sigur Bo Bech. Slutt við vána­ ligum mati Bo Bech dylir tó ikki fyri, at hann er ógvuliga errin av, at øll eftir øllum at døma, hava peikað á hann í sam­ bandi við hesa sendingina. Men hann kennir ikki seg sjálvan nakað ørvísi av teirri orsøk. Tað einasta, hann er áhugaður í, er, at tað er góður matur, sum verð­ur borðreiddur fyri kundunum runt um landið (sum altso eisini umfatar Før­oyar), og at hann kann gera ein mun í so máta. – Fyrr var tað mesta av matinum her á Rio Bravo sett saman av pulvuri. Nú byggja tey matin upp frá grund­ini við fyrsta floks til­ fari. Tað er tann stóri og av­gerandi munurin. Nú kann Rio Bravo bjóða mat av allar bestu góðsku til ófati­liga kappingarførar prísir. Og tað er í grundini tað, ið hevur mín áhuga í sambandi við hesa sending­ ina, sigur meistarakokkurin Bo Bech. Bo Bech er ikki bara ógvu­liga fyrikomandi. Tú fær eisini beinanvegin ta kláru kenslu av, at hann veruliga gongur høgt upp í sítt professionella yrki sum kokkur. – Tað skal verða slutt við vánaligum mati. Tað skal verða slutt við at snýta fólk. Og her á Rio Bravo hevur tað kravt stórt mót at venda gongdini. Men tað hevur per­sonalið eftir mínum tykki megnað at gjørt eftir hesi stuttu tíð, sigur Bo Bech at enda í samrøðu við Sosialin. Og um onkur vil vita meiri um Bo Bech, ber til at fara inn á heimasíðu hans­ ara, sum eitur: www.bobech.net Mikkel Dyrting er óvanilgur innan filmsverðina. Hann hevur eina masterútbúgving í dokumentarfilmslist frá University of Humberside í Hull, haðani hann tók prógv fyri einum 10 árum síðani. Mynd: Aksel Joensen