hósdagur 12. apríl 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 12. apríl 2007
5
tíðindi
Brunaumsjónin sigur,
at á summum sambýl
um til eldri eru bruna
trygdin ikki í lagi og
tí verður kravt, at
ábøtur verða gjørdar
beinanvegin
Brunatrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Trygdin á summum sambýl
um til eldri, er ikki nøktan
di.
Tað sigur Brunaumsjón
landsins.
Jákup Midjord á Bruna
umsjónini, sigur, at tað eru
nógv
ymisk
viðurskifti,
sum gera seg galdandi.
Tað kann vera, at rýming
arleiðirnar eru ikki nóg góð
ir, at trappur, hurðar og
útgerð at sløkkja eld við, er
ikki nøktandi.
Hann vil kortini als ikki
fara so langt sum at kalla
hesi sambýli fyri deyðsfell
ur.
- Men har eru kortini við
urskifti, sum mugu fáast í
rættlag, sigur hann.
Fyribils hevur Brunaum
sjónin sýna eitt sambýli.
Tað er sambýlið í Hvalba,
sum er sýnað eftir umbøn
frá kommununi.
Úrslitið av tí er, at Bruna
umsjónin hevur sent kom
mununi ein lista við krøvum
um viðurskifti, sum skulu
fáast í rættlag.
Jákup Midjord sigur, at
orkan á brunaumsjónini er
avmarkað, so hann dugir
ikki at siga um Brunaum
sjónin fer at gera meiri burt
urúr at sýna sambýli til eld
ri, ella nær tað kann gerast.
Uppgávurnar verða rað
festar soleiðis sum arbeiðs
orkan er til tað, sigur hann.
Kortini hevur hann var
hugan av, at onnur sambýli
hava
somu
trupulleikar,
sum tað í Hvalba.
Munandi stran
gari krøv
Hevur eitt sambýli ikki flei
ri búfólk enn 10, eru bruna
krøvini ikki øðrvísi enn til
eini vanlig sethús, sigur
maðurin á Brunaumsjónini.
- Tá ið vit tosa um sambý
li, ganga vit út frá, at talan
er um búfólk, sum at kalla
klára seg sjálvi.
- Men hinvegin er veru
leikin tann, at trot á røktar
heimsplássum hevur havt
til avleiðing, at tey ymsu
sambýlini í stóran mun
verða brúkt sum røktarheim,
har fólk ikki klára seg sjál
vi, men í meiri ella minni
mun eru óhjálpin og sita í
koyristóli ella liggja í seing
ini burturav ella partvís.
Jákup Midjord sigur, at í
slíkum førum eru heilt onn
ur og strangari brunakrøv
galdandi.
- Tá eru somu brunakrøv
sum til røktarheim og til
sjúkrahús, sigur hann.
Hann sigur, at trupulleikin
er, at viðhvørt verður enda
málið við slíkum húsum
broytt, sum tíðin líður. Upp
runaliga varð talan um eitt
vanligt sambýli í Hvalba,
har búfólkið kláraði seg at
kalla sjálvi og tí vóru bruna
krøvini hareftir.
- Men í dag er talan í stór
an mun um eitt røktarheim,
har búfólkini ikki klára seg
sjálvi og tí er talan eisini
um heilt onnur og strangari
brunakrøv.
Og hann hevur varhugan
av, at hvalbingar eru ikki
einsamallir um hendan tru
pulleikan.
Stutt skotbrá
Hann leggur afturat, at tru
pulleikin er serliga stórur,
at vanlig sethús eru keypt
til ymisk endamál av slíkum
slagi, tí har kann mangan
vera
torført
at
fáa
brunaviðurskiftini í rættlag.
Og brunaumsjónin liggur
ikki á boðunum, tí Hvalbiar
kommuna hevur ikki fingið
meiri enn ein mánað ella
so, at fáa viðurskiftini í rætt
lag.
- Men vit liggur ikki fyri
hjá kommununi fyri at gan
ga undir treytirnar til ásettu
tíðina og kann hon grundge
va fyri, hví so er, eru vit eisi
ni altíð at tosa við um nýggj
ar tíðarfreistir.
- Tað, vit leggja stóran
dent á, er, at gongd er í
málinum, tí so kunnu vit alt
íð tosa um tíðarfreistir, legg
ur Jákup Midjord afturat.
- Tað er ikki nøktandi, at
onki verður gjørt.
Men hann leggur eisini
dent á, at Brunaumsjónin er
eisini sinna at raðfesta, so
at tað rýmingarleiðir og ym
iskt annað, sum er mest
neyðugt, verður gjørt fyrst
og so kann ymiskt annað
bíða til aftaná.
Eldrasambýlið í Hvalba lýkur ikki krøvini frá Brunaumsjónini, men Brunaumsjónin heldur, at tað eru fleiri samyli í somu støðu
Nógvastaðni er tað
ein trupulleiki, at fólk
at fólk blaka rusk frá
sær, akkurát, sum best
ber til, uttan at leggja
petti í tyrvingarpláss
og bingjupláss
Burturkast
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hjá teimum allarflestu er
onki at seta fingurin á. Men
tað eru nøkur fá sum liva og
láta sum tey vilja, uttan at
hugsa um hini.
Hvalba er eitt av teimum
plássunum, sum hevur tru
pulleikar av, at nøkur fá
fólk í bygdini virða ikki
skipanina, sum kommunan
hevur í samband við burtur
kast.
Trygvi Midjord er for
maður í teknisku nevnd og
hann sigur, at tann stóri mei
rilutin av fólkinum aktar ta
skipan, sum kommunan
hevur sett í verk.
Men tað eru nøkur fá,
sum ikki leggja í nakað og
sum tveita frá sær, akkurát,
sum best ber til.
Og tey elva til stórt for
treð og nógv eykaarbeiðið
hjá kommununi.
Hann sigur, at serliga
sjónskt hevur hetta verið,
nú binguplássið hevur verið
stongt, tí ovnurin hjá IRF
hevur verið óvirkin.
Hóast bingjuplássið hev
ur verið stongt, eru tað fólk,
sum kortini tveita burturkast
frá sær á bingjuplássið og
sleppa tey ikki inn við tí,
verður tað bara tveitt uttan
fyri. Høgt stik er rundanum
plássið og tað er eisini kom
ið fyri, at stikið er klipt fyri
at fáa rusk innum.
Avleiðingin er, at hóast
ruskplássið varð stongt,
mátti umsjónarmaður frá
kommununi hvønn dag yvir
at rudda.
Hetta sama ger seg gald
andi nógva aðrastaðni.
Eitt, sum eisini kemur
fyri, er, at fólk koyra gráa
IRF posan í bingjurnar.
Men kommunan betalir fyri
at fáa bingjurnar tømdar og
hon betalir eisini fyri at fáa
ruskposarnar tiknar. Verða
posarnir koyrdir í bingjuna,
noyðist kommunan sostatt
at betala tvær ferðir fyri
sama burturkast.
Tað sama ger seg galdandi
við
tyrvingarplássunum.
Har sigur stór skelti, at tey
eru bara til tøð og gamalt
hoyggj, men kortini kemur
fyri at síggja plastposar og
annað burturkast har. Eisini
hetta krevur eyka arbeiðið
av kommununi.
Tí heita tey, sum standa
fyri ruskplássinum í Hvalba
staðiliga á fólk um at
Tað er eisini so sum so,
hvussu fólk skilja burturkas
tið.
Hendan dagin, umsjónar
maðurin í Hvalba var á rusk
plássinum
og
ruddaði,
sovorðið burtur, sum fólk
høvdu tveitt uttanfyri, kom
hann fram á einum kláran
plastposa við seks óskotnum
høglpatrónum í.
Hetta halda teir, eru heilt
ábyrgdarleyst, tí óskotnar
patrónir kunnu gera skaða,
ella tær kunnu fella í óvita
hendur og so veit ongin,
hvat kann henda.
Arni Nielsen hevur Faroe
Trade í Fámjin og hann sel
ur byrsur og alskyns útgerð
til byrsur og sostatt eisini
patrónir.
Hann sigur, at tað eru lítil
sannlíkindini fyri, at patrón
ir, sum verða koyrdar í bing
juna hjá IRF kunnu gera
skaða. Men ongin veit, hvat
kann henda, leggur hann aft
urat.
Í øllum førum sigur hann,
at patrónir hoyra hvørki hei
ma í bingjuni ella í gráa
ruskposanum.
- Tað er blýggj í patrónum
og tí skulu tær beinast burt
ur í tann grøna posan, sum
er til vandamikið burtur
kast.
Sjálvur hevði hann skorið
toppin
av
patrónunum,
stoytt høglini úr og koyrt
tað í tann grøna posan.
Ruskpláss
Bingjurnar á ruskplássinum
í Hvalba stóðu at bresta, tá
ið stongt var eitt skifti herfy
ri. Men, sum tað sæst, ligg
ur nógv órudd uttanfyri, tí
fólk tveittu bara á plássið
kortini Ovast í horninum
standa óskotnu patrónurnar,
sum umsjónarmaðurin hjá
kommunini fann í einum
plastposa á ruskplássinum
Trygdin á sambýlum til
eldri er ikki nóg góð
Nøkur fólk spilla spælið