hósdagur 12. apríl 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VARPIÐ
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2007
TV3 • Sunnudagin kl. 20.00
Mystic River
Fyri 25 árum síðani varð 11 ára gamli Dave Boyle noyddur í ein bil við tveimum fremmandum monnum. Fýra dagar seinni kemur hann
heim, men hann er broyttur. Vinarlagið við Sean Devina og Jimmy Marcus verður eisini oyðilagt. Nú er Sean kriminalpolitistur og Jimmy
eigur eina kiosk og hevur samband við mafiuna. Dave roynir at halda sínar marrur burtur, men tá dóttir Jimmy verður myrd, mugu teir
tríggir allir hyggja at fortíð síni, og ein óhugnalig søga kemur nú loksins fram.
Canal+Film1 • Mikudagin kl. 19.00
Only the Lonely
38 ára gamli løgreglumaðurin Danny hevur eitt gott hjartað. Men hann hevur eitt heldur
sermerkt lív heima hjá mammuni, og tí gongst tað ikki so væl við kærleikanum. Og
mamman verður eisini alt annað enn fegin, tá Danny gerst góður við smædnu Theresu.
SvF • Sunnudagin kl. 20.00
Aftur við Unu 2:2
Una Nielsen úr Vestmanna er í Kolumbia, har hon leitar eftir mammu síni. Una vil vita,
hví mamman valdi at lata hana til ættleiðing, tá hon var umleið tvey ára gomul. Í fyrra
parti fann hon familjuna Londono, sum tóku sær av henni, tá mamman ikki longur vildi
ella kundi hava hana. Men Una er ikki heilt nøgd við Gloriu, tulkin frá kolumbiansku
ættleiðingarmyndugleikunum, sum skal hjálpa henni at leita. Alt dregur út, heldur Una,
og hon hevur eisini eina sníkjandi kenslu av, at Gloria ikki sigur henni allan sannleikan.