hósdagur 12. apríl 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 70 - 12. apríl 2007 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Ítróttarliga var einki galið, og í so máta var tað keðiligt, at sam
starvið mátti halda uppat, men tað er onnur viðurskifti rundan
um, sum gera, at tað ikki ber til Jóhan Petur Olgarsson, formaður í TB
Hondbólts
landsliðið
úttikið
Landsliðsvenjarin
Magnus Aðalsteinsson
og hjálparvenjarin Suni
Hansen hava eftir venj
ingarnar um páskirnar
úttikið hesar leikarar til
A-landsliðið, sum skal
til EM-undankapp ing á
Kypros í døgunum 3. -
7. mai 2007.
Bárður Bendix Mikk
elsen, Marienlyst
Rúni Weihe, BK
Tromsø
Steinar Eirikstoft, PVC
Lyngby
Johan Nielsen, VK
Amager
Johan Petur á
Stongum, SÍ
Jón Nielsen, Fleyr
Hjalti Josephsen,
Mjølnir
Suni Juul Pedersen,
Fram
Bartal Eliasen, ÍF
Árni Petersen, ÍF
Ragnar í Haraldsstovu,
Fram
Bogi Isaksen, Mjølnir
Jan Hentze verður eis
ini við á ferðini sum
altjóða dómari.
Liðini í kapp ingini
eru annars Kýpros, Lux
emburg, Andorra og
Føroyar.
Eftir kapp ingina á
Kýpros verður hildið
áfram við venjingini til
Oyggjaleikirnar, og
tá verður aftur byrjað
við nýggjum brutto
hópi.
So hevur fyrsti
venjarin í ár fingið
sekkin. Jan Nielsen og
TB hava gjørt av, at
samstarvið teirra
millum steðgar
umgangandi. –
Ítróttarliga hava vit
einki at finnast at,
men tað eru aðrar
orsøkir aftanfyri,
sigur Jóhan Petur
Olgarsson, formaður
í TB
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Jan Nielsen kom úr Dan
mark til Føroya 1. februar í
ár. Hann skuldi hava ábyrgd
ina av besta liðnum hjá TB.
Tað hevur hann eisini havt
inntil í morgun, tá hann
fekk sekkin í felagnum.
– Vit, nevndin í felagnum
og eg, eru komin ásamt um,
at samstarvi okkara millum
skal steðga, sigur Jan Niel
sen úr telefonini úr Suðuroy
í morgun. Hann ynskir ikki
at koma nærri inn, hvør
orsøkin til upp søgnina er.
– Tað riggaði bara ikki,
staðfestir hann.
– Millum leikararnar og
meg hevur tað riggað væl,
og hvat úrslitum viðvíkur
hevur tað eisini verið á eini
leið. Men leiðslan og eg
hava ikki havt sama stev,
sigur Jan Nielsen, sum nú
setir leiðina móti Danmark
aftur.
Mugu síggja
stuðlar í eyguni
Formaður í TB er Jóhan Pet
ur Olgarsson og vit fingu
eisini eina viðmerking frá
honum.
– Tað hava verið ávísir
samstarvstrupulleikar. Ítrótt
arliga var einki galið, og í
so máta var tað keðiligt, at
samstarvið mátti halda upp
at, men tað er onnur viður
skifti rundan um, sum gera,
at tað ikki ber til, sigur for
maðurin í TB, sum ikki
ynskir at koma nærri inn á,
hvørji viðurskifti talan var
um.
– Tað er einaferð soleiðis,
at felagið livir av stuðlum
og sponsorum, og hesar
mugu vit altíð kunna hyggja
inn í eyguni, er stutta við
merkingin frá Jóhan Petur
Olgarsson.
Milan nýggjur venjari
Samstarvið við Jan Nielsen
vardi í góðar tríggjar mán
aðir, men fekk ein bráðan
enda. Felagið hevur tó
handlað skjótt og fyribils
venjari er longu settur. Mil
an Cimburovic, ið hevur
havt ábyrgdina av onkrum
av yngri deildunum seinastu
árini, er maðurin, sum skal
hava høvuðsábyrgdina av
venjingunum
inntil
ein
møguligur nýggjur venjari
er funnin.
Úrslitini Skíris- og 2. páska
dag boða frá, at páskirnar
hjá B71 vóru góðar. Fýra
stig fekk B71 burtur úr úti
vallar dystunum móti HB
og KÍ. Hetta hevur við sær,
at B71 nú býtir fjórða pláss
ið í Formuladeildini við GÍ
og KÍ. Somuleiðis hava
góðu avrikini givið pláss
fyri heili fimm B71-arum á
teimum báðum Formula
liðunum, vit kunngjørdu í
blaðnum í gjár. Á Formula
liðnum fyri 2. umfar vóru
Magnus Olsen, Fabio Viera
og Símin Rógvi Hansen, og
liðið fyri 3. umfar vóru
Clayton Soares og Eli
Hentze við at manna.
Eingin ivi skal vera um,
at plássini á Formulaliðnum
vóru fult upp iborin, men á
liðnum fyri 3. umfar hava
vit helst gjørt Eli Hentze
betri enn hann er. Hann hev
ur fingið pláss á bæði
defensiva miðvøllinum og
høgrumegin í álopinum.
Hetta er sjálvandi ikki rætt.
Eli Hentze er ikki meiri enn
ein maður, og tað var eitt
mistak sum gjørdi, at hann
eisini var settur á høgra
álopsplássið.
Helst hevði Eli ikki lagt
nakað í, at spælt sum áleyp
ari ein dyst ella tveir, men
hesin sessur var ætlaður
Hjalgrím Elttør hjá NSÍ,
sum jú gjørdi tað so væl
ímóti Skála 2. páskadag.
Við hesum skuldi mistak
ið verið rættað, og vit biðja
við hesum lesaran, Eli
Hentze og Hjalgrím Elttør
bera yvir við okkum.
-rwd
TB-venjarin koyrdur
Eli Hentze er ikki meiri
enn ein maður
Formulaliðið fyri 3. umfar við Hjalgrím
Elttør høgrumegin í álopinum
Í februar tóku Jan Nielsen og Jóhan Petur Olgarsson lógvatak, men nú tríggjar mánaðir seinni er samstarvið slitnað