hósdagur 12. apríl 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 70 - 12. apríl 2007 ]
Føroyingur á danska
landsliðnum
25 ára gamli Jákup Gardar Joensen úr Sandavági er júst
úttikin til danska landsliðið í amerikanskum fótbólti. Jákup
Joensen spælir dagliga við felagnum Kolding Guardians,
og hevur fingið landsliðsboð, nú Danmark skal spæla ímóti
Svøríki sunnudagin 22. apríl.
Jákup Gardar Joensen hevur eisini gjørt vart við seg
í føroyskum ítrótti, har hann hevur vart málið hjá FS/
Vágum.
Inntakt høvuðsstuðul hjá VB/Sumba
VB/Sumba og S/pf Inntakt hava skrivað undir sáttmála, har Inntakt er høvuðsstuðul
hjá felagnum.
Sáttmálin er fyribils í eitt ár, men báðir partar eru áhugaðir í at práta um at
leingja sáttmálan, tá árið er farið, um alt gongst sum ætlað.
Formaðurin í VB/Sumba, Bjarni Johansen, sigur, at sáttmálin, sum er eitt slag
av akkordskipan, er góður fyri felagið.
– Betri menn arbeiða, betri er tað fyri felagið, sigur Martin Hvanná Dam, stjóri
í Inntakt.
– Felagið hevði sjey góð ár, síðani sjey verri ár, so nú eru sjey góð ár aftur
væntandi, væntar Martin Hvanná Dam, ið rekur felagið Inntakt, ið hevur gjørt
íløgur í Vági, og tí er áhugað í at stuðla ítróttinum í økinum.
Unga Bjørk Herup
Olsen hevur sett nýtt
føroyskt mett á 5 kilo
metra teininum í
renning hjá kvinnum.
Tíðin var 18 minuttir
og 35 sekund og á
trimum teimum sein
astu oyggjaleikunum
hevði hetta rokkið
heiðursmerki. Randi
Kúrberg hevur eisini
sett nýtt føroyskt met,
hetta í spjótkasti
FRÆLSUR ÍTRÓTTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Seinasta umfar av Vetrar
kappingini var í Runavík
leygardagin 31. mars, og var
tað góðveður og skjótar tíðir,
sum merktu henda dagin.
Tvey nýggj met vórðu sett.
Bjørk Herup Olsen setti
nýtt met á fimm kilometra
teininum hjá kvinnum.
Hon rann teir fimm kilo
metrarnar upp á 18 minuttir
og 35 sekund. Henda tíð er
so mikið góð, at á trimum
teimum seinastu Oyggja
leikunum hevði hon rokkið
til heiðursmerki.
Vinnarar av seinasta um
farinum av Vetrarkapping
ini hjá kvinnum gjørdust
Bjørk Herup Olsen (5 km
Gentur, 18.35), Jan Elmar
Sørensen (5 km Dreingir,
19,05), Fríðunn Steinberg
(10 km Kvinnur, 48,13),
Guttorm Sørensen (10 km
Menn, 33,15) og Jósvein
Herup Olsen (10 km Menn
Veteranar, 38,10).
Enn eitt føroyskt met
til Randi Kúrberg
2. páskadag varð kappast í
spjótkast, hamarkast, diskus
kast og kúlustoyt á kastivøll
inum við Eysturskúlan í
Havn. Veðrið var ringt og
umstøðurnar at kappast vóru
ógvuliga keðiligar. Men tað
var tó onkur, sum fekk nakað
gott burtur úr.
Randi Kúrberg setti nýtt
føroyskt met í spjótkast,
tá hon kastaði spjótið
34,52 metrar. Randi átti
sjálv gamla metið, men 2.
páskadag varð hetta bøtt við
44 centimetrum.
Randi royndi seg eisini í
hamarskast. 34,53 metrar
gjørdist úrslitið og er tað
hennara triðbesta úrslit
nakrantíð.
Í diskuskast kastaði Heri
Ziska 43,20 metrar. Tað
er longur enn oyggjaleika
kravið, og hevði tað eisini
rokki til eitt heiðursmerki á
seinastu Oyggjaleikum.
Tvey nýggj met í frælsum ítrótti
Bjørk Herup Olsen hevur
sett nýtt føroyskt met í 5
kilometur renning við tíðini
18 minuttir og 35 sekund
Mynd: athletics.fo
Tað gekk júst sum
væntað hjá Liverpool,
sum vann tryggan
sigur á PSV, og AC
Milan skúgvaði allan
iva til viks á Allianz
Arena, við at skora
tvey mál uppá fimm
minuttir, sum at enda
gav teimum sigurin
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Liverpool lat ongantíð
nakran iva vera um, at teir
vóru nógv tað betra liðið,
tá seinna hálvfinalan móti
PSV Eindhoven varð spæld
á Anfield Road í Liverpool.
Uttan stórvegis hóvasták
og við monnum sum Jamie
Carragher, Steven Gerrard
og Dirk Kuyt á beinkinum
trillaði Liverpool ein trygg
an 1-0 sigur í hús, so teir
samanlagt vunnu 4-0 á hol
lendska liðnum.
Dysturin var annars lítið
undirhaldandi og sera fáir
málmøguleikar vóru – júst
sum tey flestu høvdu roknað
við. Liverpool kendi onga
trongd til at spíla seg út og
staðfesta sína støðu, og PSV
formáddi ikki at hótta enska
stórfelagið nakrantíð.
Tá tað restaði hálvur tími
varð ein PSV-leikari vístur
av vøllinum. Ein harðlig takl
ing frá Dirk Marcellis, men
eitt bíligt reytt kort, sum
bara gjørdi uppgávuna hjá
Liverpool lættari.
Fáar minuttir eftir útvís
ingina skoraði Peter Crouch
einasta málið í dystinum, tá
hann beindi avleveringina
frá Robbie Fowler í netið.
Fowler kom inn tíðliga í
fyrra hálvleiki, tí Craig
Bellamy gjørdist skaddur.
Dysturin endaði 1-0 og
Liverpool skal sostatt møta
Chelsea í hálvfinaluni
mikudagin 25. apríl.
Sigurin avgjørdur
uppá 5 minuttir
Innanfyri fimm minuttir
miðskeiðis í fyrra hálvleiki
skoraði AC Milan tey bæði
einastu málini í útivallar
dystinum móti Bayern
München.
Fyrst skoraði vælleikandi
Clarence Seedorf við frá
líkum langskoti, og síðani
økti málrevurin Filippo
Inzaghi eftir upplegg frá
Clarence Seedorf.
Í seinna hálvleiki royndu
týskararnir at trýsta italska
liðið, men burtursæð frá skot
royndum úti frá og onkrum
kjansi aftrat, so hevði týska
liðið lítið at bjóða uppá.
Tíggju minuttir fyri
leiklok kundi spenningur
tó komi aftur í dystin, men
málverjin Dida bjargaði
flott, tá Pizzaro stútaði úr
stuttari fjarstøðu.
Bayern München hevði
snøgt sagt ikki tað, sum
skuldi til fyri at koppa Milan,
ið nú møtir Manchester
United í hálvfinaluni. Teir
spæla týsdagin 24. apríl..
Úrslitini av 1/8 finalunum
merkja, at tað í ár vera trý
ensk og eitt italskt lið í
hálvfinalunum í Champions
League. Tað merkir víðari,
at tað verður ein rein ensk
uppgerð í aðrari finaluni,
sum aftur merkir, at tað
longu nú er greitt, at annað
liðið í sjálvari finaluni kemur
úr Onglandi.
Onglendingar í Champions
League-finaluni
Eftir at Liverpool vann í gjárkvøldið er greitt, at annað liðið í Champions League-finaluni kemur
úr Onglandi
Mynd: Polfoto