Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 42 - 1. mars 2001 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Sunnudagin verður árliga stórkappingin í fimleiki hildin í Runavík FIMLEIKUR Tíðindaskriv Sunnudagin, 4. mars, verð- ur tann árliga stórkappingin í rútminskum fimlieki í ítróttahøllini í Runavík. Til saman 18 lið úr fýra fim- leikafeløgum luttaka. Kappast verður í fýra ald- ursbólkum: pinkur, smá- gentur, gentur og kvinnur, og eru fimleikafeløgini, ið taka lut Havnar Fimleika- felag, Fimleikafelagið Ljósið, Støkk og Fok. Har umframt fara eisini gestalið at taka lut. Hjá pinkum eru fýra lið og hjá smágentum trý, sum skulu kappast móti hvørj- um øðrum. Í kappingini hjá gentum og kvinnum luttaka bert Havnar Fimleikafelag og Ljósið. Pinkur kappast bert í einari seriu, meðan hinar skulu gera bæði eina fría seriu og eina við am- boðum. Í ár hava smágent- urnar ringar sum amboð, genturnar hava vimplar, meðan kvinnurnar hava hoppibond. Tann føroyska stórkapp- ingin fer fram eftir somu reglum, sum eru galdandi í donsku Grand Prix kapp- ingunum, men tó eru nakrar serstakar viðtøkur, sum bert eru galdandi í Føroy- um. Til stórkappingina eru fýra dómarar, sum geva sína metan, umframt tveir høvuðsdómarar. Í stuttum kann sigast, at dømt verður bæði tøkniligt, har serligur dentur verður lagdur á torleikastøðið, umframt at mett verður eisini um listarligu framførsluna, har tað í mestan mun verður hugt at koreografiini. Byrjað verður klokkan 14.00, og kappingarnar verða í hesi raðfylgju: Pinkur, smágentur – frí íðkan, smágentur – amboð, gentur – frí íðkan, gentur – amboð, kvinnur – frí íðkan og kvinnur – amboð. Kappingarnar hjá pink- um og smágentum verða avgreiddar við heiðurs- merkjahandan, áðrenn genturnar koma inn á gólv- ið. Stórkappingin veðrur væntandi liðug umleið kl. 17.00. Nr. 42 • hósdagur • 1. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo So verður farið ígongd Um veðrið annars loyvir tí, verður farið í holt við fótbóltskappingina 2001 um vikuskiftið LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Eftir drúgvan vetrarsteðg verður aftur lagt til brots við fótbóltinum um vikuskiftið. Kappingin um løgmanssteypið byrjar hetta vikuskiftið, og áðrenn farið verður í holt við sjálvt bólkaspælið, skulu nakrir innleiðandi dystir fáast frá hondini. Ásett er nú, nær hesir skulu spælast, og fram- gongur hetta av yvirlitinum niðanfyri. 04.03 LÍF-AB Eiler Rasmussen 04.03 Sumba-Fram Zoran Mancic 04.03 ÍF-Skála Jóannes Mikkelsen 07.03 TB-Royn Poul Erik Jacobsen Eftir hetta spæla vinnararnir av dystinum TB/Royn móti vinnaranum av Sumba/Fram, meðan LÍF ella AB spæla móti ÍF/Skála. Hesir dystir eru báðir settir á skránna tann 10. mars, og verða tað ávíkavist Niclas á Líðarenda og Oddmar Andreasen, sum skulu døma teir dystirnar. Hóskvøldið skal Stjørnan royna at halda fast um møgu- leikan at vinna FM HONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast hetta kappingarárið ikki hevur gingið heilt eftir vild hjá klaksvíkingum, so er Stjørnan framvegis besta boð upp á eitt lið, sum framvegis kann fylgja við VÍF. Í løtuni eru tær á triðja plássi, men tær eiga ein dyst til góðar í mun til VB, men hesin munur er burtur, tá tær í kvøld hava spælt móti neistakvinnum. Tí er eisini tvingandi neyðugt hjá Stjørnuni at vinna dystin, men ivaleyst verður hetta tó ein sera torfør uppgáva. Tá liðini hittust í grund- spælinum, var tað ikki fyrr enn í seinastu sekundunum, at Stjørnan tryggjaði sær sigurin, men umframt hetta, verður dysturin helst eisini mintur fyri eina aðra hending. Hetta var, tá Adriana Milodanovic sleit hælsinuna, og hóast Stjørn- an vann dystin, so hava dystirnir síðani hetta prógvað, at talan so avgjørt var um ein sera stóran miss hjá meistaraliðnum. Adriana er nú so smátt komin fyri seg aftur, men um hon er nóg birg til at fara á vøllin í týdningar- mikla dystinum í kvøld, man vera óvist. Tað var í dystinum móti Neistanum í grundspælinum, at Adriana Milodanovic fekk álvarsliga skaðan, sum at kalla hevur oyðilagt kappingarárið hjá henni Stórkapping í fimleiki Sunnudagin verður stórkapping hildin í Runavík, har fimleikarar úr fýra feløgum fara at vísa kynstur síni Stjørnan má fylgja við Ein fyribils arbeiðs- bólkur við Jákup S. Joensen og Heini á Borg, hevur sent eitt skriv til Fíggjar- málastýrið, har teir vísa á, at um inn- flutningsgjaldið uppá uppá campingvognar, ið er 45 prosent av avgjaldsskylduga virðinum bleiv tikið av, hevði tað havt við sær at fleiri høvdu ogna sær camping- vognar við føroyskum nummarplátum, og lanskassin hevði fingið fleiri inntøkur í MVG BILAR Magnus Gunnarsson Bert campingvognar Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skráset- ingargjald á motorakførum v.m., verður ásett stødd á avgjaldum fyri ymisk sløg av akførum. Sambært §12 í somu lóg, er avgjaldið fyri campingvognar 45 prosent av avgjaldsskylduga virðin- um, meðan tað sambært §13 og 14, einki avgjald er á øðrum viðfestisvognum. Skrásettir uttanlands Arbeiðsbólkurin vísir á at fyri tey sum dáma camp- inglívið, og hendan hátt at ferðast uppá, er avleiðingin tann at føroyingar sum eiga campingvogn, mugu hava teir standandi uttanlanda, av tí at avgjaldið er so stórt. Hetta hevur so eisini við sær at teir ikki hava møgu- leika at uppliva sítt egna land við campingvogni. Í Danmark verður onki avgjald kravt fyri kamp- ingvognar, bert meirvirðis- gjald, og arbeiðsbólkurin vísur á at sami kamping- vognur sum í Danmark kostar 125.000 kr., kostar 195.000 kr. í Føroyum. Tað vil siga, 70.750 kr. meira enn í Danmark. Fleiri campingpláss Eisini vísa teir á at av tí at føroysk campingpláss ikki eru skrásett í ferðahand- bókum uttanlanda, hevur tað við sær at Føroyar ikki koma upá tal, tá summ- arfrítíðin verður løgd til rættis. Tískil koma alt ov fá ferðandi við campingvogni ella campingbili til Føroya at ferðast. Tey sum koma higar, eru ávegis til Íslands ella Noregs, og steðga bert á her millum túrarnar hjá “Norrønu”. Campingpláss- ið Yviri við Strond, er tað einasta sum kann lúka minstu krøvini, fyri at verða skrásett, og uttanfyri Havnina er onki camping- pláss at bjóða teimum ferð- andi. Stovna felag Niðurstøðan hjá arbeiðs- bólkinum, er at vit í Føroy- um eru týðuliga afturúr- sigld innan hesa frítíðar- grein, og eingin endur- nýgging av campingvogn- um er farin fram tey seinastu 10-15 árini. Við at strika avgjaldið, hevði Landskassin fingið meira inntøkur í MVG, og tey sum høvdu gamlar og nær- um óbrúkiligar camping- vognar, kundu skift teir út. Eisini høvdu eigarnir av teimum mongu camping- vognunum sum standa uttanlands, uttan iva flutt teir heim, ella ogna sær nýggjar kampingvognar við føroyskum nummarplátum. Tey sum eiga kamping- vognar hava ætlanir um at stovna eitt felag, sum eitt nú kundi arbeitt fyri at fingið nýtilig campingpláss ymsa staðni í Føroyum. Treytin er tó at innflutn- ingsgjaldið verður tikið av, siga Jákup S.Joensen og Heini á Borg. Ford Thunderbird Í USA er Ford farin at framleiða konseptbilin Ford Thunderbird, sum er gjørdur við Thund- erbird frá 50´unum sum fyrimynd. Meira enn 23.000 keyparar hava víst áhuga á heimasíð- uni hjá Ford, og bilurin vekjur stóran áhuga hjá teimum sum vóru ung í 50´og 60´unum. Kelda: Bilen Motor & Sport Gott ár hjá GM Samlaði ársroknskap- urin hjá General Motors fyri ár 2000, vísti ein metumsetning uppá 1.453.570 mia. krónur, og eitt yvirskot uppá 40 mia. krónur Kelda: Motor Magasinet Jeep Liberty Jeep er komin á mark- naðin við einum nýggj- um Liberty, sum er ein ektaður “off-roadari”, har stórur dentur er lagdur á at bilurin skal vera praktiskur at brúka. Uttanfyri USA verður bilurin marknaðarførdur sum Jeep Cherokee. Kelda: Bilen Motor & Sport ÚT AT KOYRA Heini á Borg og Jákup S.Joensen hava tikið stig til at bøta um umstøðurnar hjá teimum sum ynskja sær ein campingvogn við føroyskum nummarplátum Campingvognar – ov dýrir í Føroyum Campingvognar hjá føroyingum eru skrásettir uttanlands vegna ov stórt innflutningsgjald