Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 1. mars 2001 21 gult cyan magenta svart 20 Nr. 42 - 1. mars 2001 gult cyan magenta svart VIÐMERKINGAR Fyri Fynd, Jógvan Mørkøre Í orðaskiftinum um frá- boðaðu fólkaatkvøðuna eru meiningakanningar vorðnar eitt evni í sjálvum sær. Hvussu tær verða gjørdar, hvør, ið ger tær — og hví tær verða gjørdar. Í fyrsta umfari varð eitt orðaskifti um tey tøl, sum komu fram á alnótini, har fólk sjálvi kundu gera vart við síni sjónarmið við at klikkja við teldumúsini. Síðani hava veljarakann- ingarnar, sum samtakið Fynd ger í samstarvi við fjølmiðlarnar, staðið fyri skotum frá Hesuferð. Kritikkurin, sum er komin frá Hesuferð, kann samanfatast í tveimum: 1. Veljarakanningar hava gjørt, at áramálið 15 ár fekk ov stóran týdning í orða- skiftinum um ta fyrru full- veldisætlanina hjá lands- stýrinum. 2. ”Fjølmiðlarnir, sum bí- leggja veljarakanningar, hava ikki áhuga í regluliga at fylgja hvussu veljararnar hugsa um ávísar spurning- ar. Skiftandi spurningar gera tað rættuliga ringt at fylgja eini gongd og kann- ingarnar vera so at siga altíð gjørdar, tá danska stjórnin hevur spælt út.” (Orðarætt frá heimasíðuni hjá Hesuferð.) Í hvørgum førinum hevur Hesuferð ella umboð tess greitt nærri frá, hvørjum hetta verður bygt á. Í staðin hevur Hesuferð valt at venda sær til Fynd fyri at taka upp allan spurn- ingin um meiningakann- ingar: ”Hvat er tað, tær royna at siga okkum, og hvussu eftirfarandi eru tær. Hetta er ein spurningur, sum er ringur at hava við at gera hjá teimum, sum ikki hava beinleiðis atgongd til tilfarið undir kanningum. Ongar frágreiðingar hava verið alment um, hvussu hesar kanningar hava verið gjørdar. Vit fara at loyva okkum at seta Fynd nakrar spurningar, so tað verður greiðari hjá øllum, hvussu vit kunnu nýta kanning- arnar.” Spurningarnir, Hesuferð biður Fynd svara, eru: ”1. Hevur Fynd eina mannagongd, sum rættar fyri teimum frávikum, »bias«, sum eru í sambandi við meiningakanningar, serliga tær um telefonina? Víst verður til tilfar úr øðrum londum um munin millum spurnarblaðskann- ingar og telefonkanningar, trupulleikan um øll ikki svara og annað mangt. 2. Nýtir Fynd »kontrol- spurningar« fyri at eftir- kanna, um fólk hava skilt spurningarnar rætt? 3. Hevur Fynd eina út- rokning av óvissuni við kanningunum (»konfidens- interval«)? 4. Metir Fynd um spurn- ingarnar og møguleikarnar fyri at fáa álitandi svar, sum lýsa eina gongd, ella er tað ”kundin” (almennu fjøl- miðlarnir og tey stóru bløðini), sum einsamallur avger, hvussu spurningarnir skulu vera?” Fyrst nøkur orð um Fynd. Fynd hevur virkað undir hesum navni í gott 10 ár sum eitt samtak millum lærarar við miðnámsskúl- arnar og Fróðskaparsetrið. Flestu teirra samfelagsfrøð- ingar av útbúgving, men onkrir hagfrøðingar hava eisini verið við. Fynd nevnir seg við vilja eitt samtak, tí talan er hvørki um felag ella virki, men ein ringur av starvsfeløgum, sum samstarva um at fáa gjørt umfatandi spurnar- blaðskanningar við jøvnum millumbilum, ið kunnu lýsa støðutakanirnar hjá veljar- unum í sambandi við løg- tingsvalini. Harumframt hevur Fynd í samstarvi við fjølmiðlarnar staðið fyri flestu forsagnakanningun- um upp undir løgtingsval og fólkatingsval seinastu árini. Samstarvið er tó eldri enn 10 ár. Fyrstu ferð sam- felagsfrøðingar í Føroyum samstarvaðu til tess at skipa fyri umfatandi veljarakann- ing var í sambandi við løgtingsvalið í 1984. Tað hevur síðani verið mest sum fastur táttur at gera stórar spurnablaðskanning- ar í sambandi við løgtings- valini. Vanliga við at næmingar bera út stórt tal av spurnarbløðum í døgun- um aftan á valið. Aðrar spurnarblaðskanningar hava verið gjørdar í sam- starvi við granskarar uttan- lands og saman við føroysk lesandi, ið hava arbeitt við serritgerð. Tær nógvu kanningarnar hava tó verið telefonkann- ingar seinastu árini. Velj- arakanningar fyrst og fremst, men eisini slíkt sum hyggjarakanningar fyri SvF. Serliga tættar hava tær verið upp undir fólkatings- valið og løgtingsvalið í 1998. Og síðani løgtings- valið hava fleiri verið gjørdar í sambandi við po- litisku leikirnar um full- veldisætlanirnar hjá lands- stýrinum. Í mun til spurn- arblaðskanningarnar eru telefonkanningarnar øðr- vísi við tað, at vanliga krevja tær ikki meira enn ein ella tveir lærarar við einum flokki, sum gera eina tele- fonkanning fyri ein fjøl- miðil. Talið av spurningum er avmarkað, og spurnarhátt- urin er somuleiðis lagaður eftir, at samskiftið fer fram um telefonina. Virðið í úrslitunum kann heldur ikki á nakran hátt samanberast við virðið í teimum stóru spurnarblaðskanningunum. Fyri samfelagsfrøðina er tað meira avmarkað. Tað er fyrst og fremst ein stand- andi áhugi hjá fjølmiðlun- um at lodda dýpið í aktu- ellum politiskum málum og spáa um komandi val - ella fólkaatkvøður — sum ger, at veljarakanningar verða gjørdar bæði tíðliga og seint. At politikarar so eisini eru farnir at brúka hesar kanningar at ýta seg eftir, síggja vit serliga týði- liga í sambandi við leik- irnar um fullveldisætlan- irnar hjá landsstýrinum, har leiðandi politikarar bein- leiðis vísa til veljarakann- ingarnar, tá teir grundgeva fyri politisku kósina - ella broyttu kósina. Tað er eitt nýggjari rák í føroyskum politikki, men eitt rák, sum ikki slepst undan við teirri tøkni, vit hava í dag. Í hesum liggur samstundis ein møguleiki hjá teimum, ið kanningarnar gera, fyri at ávirka politisku gongd- ina. Tað hevur so heldur ikki skortað upp á skuldsetingar um, at virk- semið hjá Fynd ávirkar politisku gongdina, ella at samfelagsfrøðingar innan samtakið royna at hava ávirkan. At Fynd kortini hevur sæð tað sum sína uppgávu at samstarva við fjølmiðl- arnar um hesar kanningar hevur sína grund í, at allir partar kunnu hava gagn av tí. Fjølmiðlarnir fáa gjørt kanningina á forsvarligan hátt fyri lítlan pening. Und- irvísari og næmingar kunnu hava frálæru í háttalagi og samfelagsligum evni og samstundis gera eina kanning, sum hevur al- mennan áhuga. Alt um eina leið. Næmingarnir fáa eitt oyra til uttanlandsferð í sama viðfangi. Samfelags- frøðin fær dátutilfar og kann skipa kanningarnar, so samanberiligt tilfar fæst til vega, har einki annars hevði verið. Hvussu tað annars verður gjørt, kann verða lýst við at svara spurningunum frá Hesuferð: 1. Telefonkanningarnar verða gjørdar við at eitt úrval av vanligum húsar- haldstelefonum verður gjørt. Annaðhvørt út frá trektum endatølum ella við at talt verður niður í spalt- unum í telefonbókini út frá trektum tølum. Fartelefonir og telefonir hjá stovnum, virkjum og feløgum verða ikki við. Úrvalið er vanliga einastaðni omanfyri 1000, so eini 600-800 svar fáast inn. (Seinasta kanningin var tó munandi størri; 1339 svar fingust til høldar í tí umfarinum.) Spurt verður eftir tí, ið hevur havt føð- ingardag seinast teirra mill- um, sum eru heima, tá ið samband fæst. Bólkurin, ið svarar, verður kortini ong- antíð umboðandi, serstak- liga tí at teir yngstu velj- ararnir sjáldan eru heima, tá ið ringt verður. Tað kann tí verða neyðugt at viga tølini í kanningini, so und- irumboðaðir bólkar viga tyngri, áðrenn úrslit verða almannakunngjørd. Sam- starvið millum fjølmiðil og samfelagsfrøðing í tí ein- støku kanningini er vanliga soleiðis háttað, at samfe- lagsfrøðingurin skipar fyri og ger kanningina saman við sínum næmingum, og letur fjølmiðlinum úrslitini sum rá úrslit. Summi úrslit eru altíð vigað, áðrenn tey verða borin fjølmiðlinum. T.d. val av flokki, hevði val verið. Men tað er ein met- ing í mun til óvissuna ann- ars, hvørt tað hevur týdning at gera tílíka viging. Í seinastu kanningini fyri Út- varpi Føroya og Dimma- lætting vórðu svarini upp á spurningin, hvat ið veljarin ætlaði at atkvøða á ætlaðu fólkaatkvøðuni, vigað. Og tað verða tey eisini í teimum komandi kanning- unum. 2. ”Kontrolspurningar” verða ikki brúktir í tele- fonkanningum. Roynt verð- ur at brúka spurningar, sum hava verið brúktir fyrr og sum hava roynst væl. Helst eisini í spurnarblaðskann- ingum. Uppskot til spurn- arbløð verða annars javnan roynd upp á minni bólkar undir fyrireikingini av eini kanning til tess at tryggja, at spurningarnir verða skilt rætt. Annars verða nýggir spurningar umrøddir um e- postin millum Fynd-felagar og fjølmiðil, áðrenn teir verða brúktir. Ein aftur- vendandi trupulleiki seinnu árini, har spurningarnir brúka orð frá politiska orðaskiftinum um fullveld- isætlanirnar, er, at nýggj orð sum fullveldi og skift- istíð troðka onnur burtur — og summi orð hava ymisk- an týdning fyri ymiskar partar, t.d. sjálvstýri. Tað hevur tó borið til at komið uttan um henda trupulleika við at spyrja beinleiðis til ta ætlan, veljarin hevur við síni atkvøðu á eini ætlaðari fólkaatkvøðu, ella við at spyrja, hvønn part, hann ella hon styðjar — soleiðis sum landið liggur, tá ið spurt verður. 3. Óvissuútrokningar fáast uttan nakað hóvasták við tí forriti, sum verður brúkt í Fynd. Tær stýra, hvørji úrslit verða borin víðari til almannakunn- geringar, og í hvørjum líki, tey verða løgd fram. Tað ber ikki til at tosa um EINA útrokning av óvissuni við kanningunum. Heldur er talan um fleiri. Í seinastu kanningini tosa vit um eina óvissu upp á 2,7 % (við 95 % signifikansniveau), tá tað ræður um ja ella nei á ætlaðu fólkaatkvøðuni. Ella sagt við øðrum orðum: 42,3 % +/- 2,7 % siga ja, 57,7 % +/- 2,7 % siga nei ( - tá er talt upp sum á eini fólka- atkvøðu). Tá talan er um val av flokki, liggur óvissu- talið um 2 % fyri teir stóru flokkarnar og 1 % fyri teir smáu. 4. Fjølmiðlarnir hava lítið og einki við orðing av spurningum at gera. Vaniga hendir tað, tá ið ein fjøl- miðil biður um eina kann- ing, at innleitt verður við einum práti um áhugaverd evni, síðani verður farið víðari innan fyri Fynd- ringin fyri at finna ein samfelagsfrøðing við ein- um flokk, sum kann taka uppgávuna upp á seg. Annaðhvørt ger so hesin uppskot til spurnarblað í samstarvi við næmingar, starvsfelagar og fjølmiðil. Ella ger tann, ið samskipar kanningarnar og tekur sær av samskiftinum við fjøl- miðlarnar tað í samráð við starvsfelagar og fjølmiðil. Tað er ongantíð komið fyri, at nakar fjølmiðil hevur orðað ein spurning. Tað er heldur ongantíð komið fyri, at nakar fjølmiðil hevur kunna ásett, nær spurt hevur verið, t.d. beint aftan á, at danska stjórnin hevur ”spælt út”, soleiðis sum Hesuferð rør uppundir. Fjølmiðilin kann koma við einum ynski, men nær spurt hevur verið, hevur altíð verið lagað eftir, nær tað hevur borið til hjá næm- ingunum at ringt. Sum oftast er tað avtalað í góðari tíð, so tað er rættuliga tilvildarligt, hvat ið júst tá sleppur at ávirka veljarar- nar, ið verða spurdir. Loksins kann verða skoytt uppí, at spurningurin um skiftistíð verður fyrstu ferð settur í apríl 2000, aftan á at danski forsætis- ráðharrin hevði boðað frá, at vildu føroyingar hava fullveldi, so varð tað við 4 ára skiftistíð. (Hetta var onnur kanningin í eini røð upp á fýra, sum var avtalað við føroyskar fjølmiðlar — fyrsta kanningin bygdi upp á uppleggið hjá landsstýr- inum til sáttmálasamráð- ingarnar, sum tað hevði lagt fyri uttanlandsnevndina í februar 2000.) Spurningurin ljóðaði: Taka tygum undir við, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, um tillagingartíðin verður 4 ár? Tey, ið svaraðu nei ella veit ikki, vórðu síðani spurd: Eru tygum sinnað fyri hesum, um tíðin verður longd? Tey, ið svaraðu játtandi til seinna spurn- ingin, vórðu síðani biðin um at seta áramál á. Í juni varð hesin spurn- ingur tikin upp aftur. Í november verður ikki tosað um nakra skiftistíð annað enn, at ein spurn- ingur umrøður ætlan lands- stýrisins um eina fólka- atkvøðu: ”Landsstýrið ætl- ar á fólkaatkvøðu í apríl komandi ár at lata Føroya fólk siga sína hugsan um eina fullveldisætlan, har føroyingar taka ábyrgdina av øllum málsøkjum, minka heildarveitingina burtur og at enda seta føroyska grundlóg í gildi? Hvussu vænta tygum at tygum vilja atkvøða?” - So tað er framvegis rættuliga gátuført, hvat ið Hesuferð sipar til, tá ið sagt verður, at ”illa undirbygdar meiningakanningar gjørdu síðani, at hetta áramálið — fimtan ár — fekk alt ov stóran politiskan týdning.” Áramálið fimtan hevur ongantíð verið nevnt í teimum kanningum, sum hava verið gjørdar, áðrenn Hesuferð kom við sínum kritikki. Hesuferð sigur víðari, ”at mátin spurt varð um ym- iskar skiftistíðir eftir okk- ara tykki, gjørdi tað rætti- liga ringt at svara. Hvat liggur til grund fyri met- ingini av skiftistíðini? Hevði ein annar spurnar- háttur givið heilt onnur úrslit?” - Til tað er at siga, at • tað er ilt at síggja, at tað kundi verið spurt meiri einfalt um skiftistíðina, • tað liggur eingin meting frá nøkrum samfelags- frøðingi við tilknýti til Fynd til grund fyri, at spurt varð um 4 ár, men bert tann veruleiki, at hetta var tað, danski forsætisráðharrin tvíhelt um undir samráð- ingunum um ein sáttmála — tí var tað relevant at vita eftir, hvørja støðu veljarin hevði til ein sáttmála við hesum áramálinum, • ein annar spurnarháttur kundi møguliga givið heilt onnur úrslit - tú fært svar, sum tú spyrt - men hvørt tað hevði tað verið ein meiri eftirfarandi kanning, er ein heilt annar spurn- ingur. Fynd og veljarakanningar Høgni Hoydal Føroyska tjóðin eigur sam- bært fólkarættinum sína egnu undirgrund og alt sítt náttúrutilfeingi. Tí er tað brot á altjóða sáttmálar og mannarættindir, um hesin rættur verður skerdur. Umráðandi er tí, at vit staðfesta okkara tjóðarrætt- indi og okkara sjálvsav- gerðarrætt. Annars kunnu vit sjálvi geva undirgrund- ina frá okkum. Tá Ellintur Patursson á sinni reisti spurningin um ognarrættin til okkara undirgrund gjørdu samrík- ismenn gjøldur burturúr hesum. Fyrst vildi hann hava føroyska fiskimarkið út, men hvussu skuldi nakar kunnað liva av Føroya- grunninum? Og hvussu skuldu føroyingar fáa nak- að burturúr at eiga basalt og grót á havbotninum? Soleiðis varð sagt tá. Sambandsflokkurin at- kvøddi ímóti øllum sam- tyktum um undirgrundina, men í dag er eisini hann fegin um undirgrundina. Og nú verður tosað um milliardavirði. Undirgrundin er tjóðarrættur Nú hava danskir fjølmiðlar og politikarar so aftur reist spurningin um undirgrund- ina. Og fleiri føroyskir politikarar og løgfrøðingar tosa um „at danska stjórnin gav okkum undirgrundina, tí Poul Schluter var so fittur”. Hetta er ein fullkomiliga skeiv hugsan, sum í ring- asta føri kann spæla okkum av við okkara rættindir. Nei, sjálvandi hevur danska stjórnin ikki givið okkum nakra undirgrund. Sambært altjóða rætti og mannarættindum hevur eitthvørt fólk rætt til sítt egna náttúrutilfeingi. Og vit eru ein egin tjóð, ið ongantíð hevur latið ogn- arrættin og yvirvaldsrættin frá okkum. Brot á fólkarættin? Trupulleikin er, at danskir myndugleikar ikki hava viljað viðurkent henda rætt, men siga, at tað er ein ”gáva” frá teimum, sum kann takast aftur. Og tá danska stjórnin noktar at viðurkenna føroy- ingar sum tjóð við sjálvs- avgerðarrætti, er hetta sera álvarsligt. Tí tá viðurkennir hon ikki okkara treytaleysa rætt til undirrgrundina. Sera áhugavert verður at hoyra, um danski forsætis- ráðharrin á fólkatingi nú fer at viðurkenna ognarrætt okkara til undirgrundina. Hinvegin mugu vit ongantíð siga annað enn, at tá undirgrundaravtalan varð undirskrivað, so viðurkendi danska stjórnin eisini okk- ara tjóðarrættindi og ognar- rættin til undirgrundina. Um nøkur roynd verður gjørd at broyta hetta, so er tað ikki eitt mál millum Føroyar og Danmark. So er tað eitt mál fyri altjóða samfelagið og fólkarættin. Vandin liggur í sambandsprátinum Tí er tað eisini so umráð- andi, at føroyingar sjálvir staðfesta síni tjóðarrættindi og sín sjálvsavgerðarrætt og boða frá, at vit nú vilja taka fulla ábyrgd av egnum landi. Tann stóri vandin liggur í tí, tá føroyskir politikarar tosa um, at framtíðarstøða Føroyar skal liggja ”innan- fyri ríkisfelagsskapin” og at teir ætla at senda tað til fólkaatkvøðu. Tað eru bert vit sjálvi, ið kunnu geva okkara tjóðarrættindi og sjálvsavgerðarrætt frá okk- um. Og tað gera vit, um vit fylgja boðunum frá sam- ríkisflokkunum. Tá geva vit danska statinum avgerða- rættin, ognar- og yvirvalds- rættin til undirgrundina og landið alt. Og tá verður tað bert ”vælvild” frá tilvildar- ligum stjórnum, sum kann broyta nakað. Vit eiga at spyrja okkum sjálvi: Um fullveldi, ognar- og yvirvaldsrættur onki hevur at siga, sum summi vilja vera við. Hví vil danska stjórnin so ikki viðurkenna, at vit hava fullveldið, ognarrættin og yvirvaldsrættin á okkara undirgrund? Um tað onki hevur at siga fyri okkum, so kann tað heldur ikki hava nakað at siga fyri danska statin, ella hvussu? VIÐMERKINGAR Undirgrundin er ikki ein gáva úr Danmark Jógvan við Keldu Oddfríður Marni Ras mussen rithøvundur gevur til kennar sínar metingar og meiningar um tey 70 prosentini og so hini 30, sum eru smal- sporað Tað var við áhuga eg setti meg at lesa hugleiðingina hjá høvundinum Oddfríði Marna Rasmussen í Sosial- inum leygardagin 24. februar undir heitinum ”Gud er deyður”. Eg las hugleiðingina aðruferð, og síðani einaerð afturat.. Ein rithøvundur er altíð áhugaverdur at lesa, tí hann er listarmaður. Hetta er hansara øki, her er breidd, dýpd og høgt til loft. Tí kemur hann vanliga við eini vitan, sum vit onnur ikki hava. Hann setur seg inn í mál og veit hvat hann fer í holt við. Jean-Paul Sartre segði: ”Frælsi hjá einum høvundi fevnir um at skriva eitt og annað, sum ongin hevði roknað við”. Oddfríður Marni Ras- mussen byrjar við at end- urgeva kenda heimsspek- ingin Friederich Nietzche fyri at siga, ”Gud er deyð- ur”. - Við hesum hugleiðir hann um Gud í roynd og veru. Hann ger síðani tríggjar einfaldar sammetingar millum katolikkin, luther´ anaran og muslimin, og eg spyrji meg sjálvan, meðan eg lesi, ”ber alt til at siga og skriva, tá ein er høv- undur, hvussu grunt og tunt tað enn er, samstundis sum roknast kann við, at tað verður tikið fyri fult”. Hann eygleiðir víðari um 70 prosent av fólkinum, sum tykjast at hava eina meira avslappaða tilveru við sínum kristindómi, meðan hini 30 prosentini ”prædika fyri teimum 70 prosentunum, at okkurt er, sum er rætt og okkurt sum er skeivt – mest okkurt sum er skeivt”, og víðari sigur hann: ” Fyri at fara aftur til tey 30 prosentini, so er teirra endamál af fáa so nógv við í himmalvognin sum gjør- ligt, og til hetta endamálið verður retorikkur brúktur”. Soleiðis heldur hann fram. Meiri gleps enn hugleiðing Men síðani sigur hann nakað meiri áhugavert: ”Eg royni ikki at prædika fyri øðrum um mína átrúnaligu sannføring ella mangul uppá sama (tó er hetta glepsið eitt undantak), so hví í verðini skal eg lastast við hesum orðaskvaldri”. Oddfríður Marni Ras- mussen vil her geva fólki varðhugan av, at hann her er vaknaður við kaldan dreym, hann hevur ongan- tíð fyrr illneitast á tey trúgvandi í Føroyum, hann hevur verið tolerantur, av- slappaður, hóvligur og róligur. Her fellur høvundurin og hugleiðarin ígjøgnum. – Trýr hann veruliga, at fólk sum hava lisið grein hans- ara bæði eina,-tvær og tríggjar ferðir, at ikki eisini verður lisið millum linjur- nar. Har stendur vanliga ikki so lítið hjá góðum høvundum. Hvørki fyrstur ella seinastur Nú vit endurgeva høvundar og heimsspekingar, so hava teir sagt so nógv. Voltaire, sum helst er ein hin størsti franski høvundurin og heimsspekingurin segði fyri umleið 250 árum síðani, at: ”Bíblian er ein útlivað bók”. – Hevði hann í dag sæð, hvussu nógv høvuðbrýggj henda bók framvegis gevur hans- ara starvsfeløgum. Bert fyri at endurgeva ein annan høvund sum livdi í Ameriku frá 1836 til 1899, so tók hesin so dýran til, at: ”Um tíggju ár verður bíblian ikki lisin”. Hvønn týdning hevði hetta fyri eftirtíðina, tað hesi báðir søgdu. Høvundurin er ikki ivandi, men heldur at ein partur av teimum 30 prosentunum, ja, ella kanska øll hava ein ”smal- sporaðan hugsunarhátt”. Nú er Oddfríður Marni Rasmussen ikki fyrsti høvundur, og hann verður heldur ikki tann seinasti, um vit vera her eina tíð afturat, sum tekur soleiðis til um tey trúgvandi. Tey tolerantur Lat meg eisini siga honum, at hesin ”toleranti menta- heimurin”, er ikki so tole- rantur sum hann heldur. – Hann er heldur ikki so breiður og víður sum hann trýr, og hann er enn minni vitandi enn hann billar sær inn, tá tað snýr seg um at vita hvat býr í hvørjum menniskja, og hvussu ymisklig fólk eru í temperamenti, hugsan o.ø.. Onkustaðni í greinini biður hann um eina frá- greiðing um, hvat er blas- femi. Sjálvur hevur hann eitt dømi. Samstundis, sum hann biður um hesa frá- greiðing, tekur hann so- leiðis til: ”Tí um hesin Gud er til, er ógvuliga sannlíkt, at hann doyði av látri, tá ið hann hevði skapt lítla Føroyar” Eitt og annað skínur ígjøgnum hugleiðingar høvundans. – Onkur spyr uttan iva, man hetta vera blasfemi. Tað er ikki so lætt, tí hesi ”tolerantu” siga stundum, at ”tey trúgvandi eru so- leiðis, at tey ”flúgva omanfyri tað heila” og halda seg vera so góð”. Meðan onnur siga, at ”tey trúgvandi, tað einasta tey hugsa um er pengar”, meðan upp aftur onnur siga, at ”tey hugsa bara um at snýta og bedraga”. – Hetta eru ikki bara søgd, men skrivað orð enntá í ”hugleiðingum”. Mangar meiningar og metingar av góðum monnum Lat meg taka eitt dømi afturat, sum fevnir um kristni-frálæru í skúlunum í Danmørk og í Føroyum. Bæði tey 70 prosentini hjá høvundinum og tey 30 prosentini hava í mong ár umrøtt, um kristnifrálæra skal vera í skúlunum, uttan at nøkur einvís niðurstøða er gjørd. Okkara góði gamli Grundtvig – sum eisini var Føroyavinur – helt fyri, at: ”Er troen virkelig en skolesag”? – Her svarar hann: ”Nej! Troen havde ingen plads i den offentlige skole. Troen var kirkens og præsternes sag. Og i øvrigt for vigtig en sag at betro skolelærere. Skulle troen overgives i skolelærerens hænder, var det først for alvor ilde fat med kristen- dommen”. Ja, hetta vóru so hansara orð. – Eg veit ikki um hug- leiðandi høvundurin tekur undir við hesum. Sjálvandi kundi eg hildið fram, um hvussu mentan- arligi heimurin sá út meðan Geldsted, Scherfig, Kirk og Heinesen dusaðu sær í kommunistisku uppgongd- artíðini, samstundis, sum roynt var at halda yrkjaran og prestin Kaj Munk í tøgn heilt upp til okkara tíð, kanska inntil1980ini og 90ini, tí hann ikki var kommunistur. Eisini, uttan at hetta skal verða tikið bíbliuni til inntøku, hava verið, og eru framvegis nógvir trúgvandi høvundar og vísindamenn. Hetta hevur verið ein megintýdningur í lívi teirra. Um so Nitzche sigur at ”Gud er deyður” ella Rasmussen sigur at, ”Um vit hyggja at tí føroyska samfelagnum ídag, so eri eg sannførdur um at Gud er deyður”, so reingja hesir báðir ikki nakran veruleika. Hetta vóru bert nakrar hissini viðmerkingar frá einum leikmanni til hugleiðingar hjá einum rithøvundi, ið hvørki hevur sett seg inn í veruligu við- urskiftini, og tíansheldur at hann er tolerantur, ella hevur vídd og breidd. Eru okkara høvundar dagliga grunnir ella djúpri eygleiðarar