hósdagur 1. mars 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 42 - 1. mars 2001
gult cyan magenta svart
Nr. 42 - 1. mars 2001
23
gult cyan magenta svart
Helgi Abrahamsen
At nýta myndatalu, kann
vera gott, tá tú vilt hava
fólk at skilja nakað, sum
annars kann vera torskilt.
Men tíverri eru tað altíð
nøkur, sum læsa seg so føst
í myndaevnið, at tey hava
ilt við at skilja ímillum,
hvat er mynd og hvat er
veruleiki.
Herfyri hevði eg eina
grein í bløðunum, har ríkis-
felagsskapurin
millum
Føroyar og Danmark var
samanborin við eitt hjúna-
lag, meðan loysingin var
hjúnarskilnaður.
Í Sosialinum tann 17.
februar, ger Marni Tyril
nakrar viðmerkingar til
greinina.
Í viðgongd og mótgongd
Eg byrjaði mína grein við
at nevna, at í “hjúna-
lagnum” millum Føroyar
og Danmark, hevði tað
bæði gingið við, og gingið
ímóti. Við hesum vildi eg
vísa á, at ríkisfelagsskap-
urin ígjøgnum farnu 600
árini, hevur ikki altíð verið
so góður, sum hann er í
dag. Tó vil eg halda fast
við, at hann í dag hevur
ovurstóran týdning fyri
okkara land og fólk.
Marni Tyril byrjar sínar
viðmerkingar, við at fara
600 ár aftur í tíðina, og sig-
ur, at føroyingar tá ongan
avgerðarrætt høvdu. Hann
tosar um, at “maðurin” alla
tíðina hevur verið kúgaður
av “konuni” o.s.fr. Ja, hann
fer enntá so langt í mynda-
evninum, at hann ger eitt
roknistykki yvir, hvat 600
ár
svara
til
í
einum
vanligum hjúnalagi millum
konu og mann (um eg havi
skilt hann rætt). Úrslitið av
roknistykkinum er, at 12
ára skiftistíð í veruleikan-
um svarar til 1 ár. Og júst
her haldi eg, at tað hevur
týdning at skilja ímillum
mynd og veruleika. 12 ár
eru 12 ár, líkamikið hvussu
Marni Tyril roknar!
Ikki ósamdir um alt
Eg eri als ikki ósamdur við
Marna um, at nógv av tí
sum hendi afturi í miðøld-
ini átti at verið gjørt ørvísi.
Men tað fær meg ikki til at
atkvøða fyri loysing í
2001.
Eg eri ikki samdur, tá
Marni sigur, at “maðurin”
(Føroyar) alla tíðina hevur
verið kúgaður. Fyri 600
árum síðani var mentanin
munandi ørvísi, enn hon er
í dag, og sæð við nútíðar-
eygum, kúgaði yvirstattin
síni egnu fátæku. – Hetta
varð heldur ikki ókent
fyribrigdi, millum føroy-
ingar í Føroyum.
Tí er tað ikki rætt at
draga hesa fornu avskepl-
aðu mentan inn í spurn-
ingin um ríkisrættarligu
støðuna á okkara døgum.
Spurningurin er, hvussu vit
hava tað í ríkisfelags-
skapinum í dag, og hvat er
best fyri okkara framtíð.
Ynskið varð eftirlíkað
Tvær vikur áðrenn seinasta
løgtingsval, skrivaði Høgni
Hoydal í Dimmalætting, at
um Føroyar loystu frá Dan-
mark við 6 – 8 ára
skiftistíð, so fór vælferðin
hjá vanliga føroyinginum
ikki at minka.
Um vit rokna 6 – 8 ár frá
1998, so enda vit onkun-
staðni millum árini 2004 og
2006.
Danska stjórnin sigur, at
blokkstuðulin skal minkast
burtur í 4 stigum (við 20%
um árið). Um henda gongd-
in byrjar 1. januar 2002, ja
so endar eisini hon í 2006.
Tað vil siga, at Tjóð-
veldisflokkurin hevur fing-
ið alt tað, sum hann áðrenn
valið segði seg hava brúk
fyri.
Kortini kallar Marni Tyril
hetta fyri at taka beinini
undan “manninum” bú-
skaparliga. Hann heldur
“konuna” vera órímuliga,
og hann vil fegin hava, at
føroyingar varðveita síni
rættindi í tí landinum, sum
sambært honum sjálvum
hevur kúgað okkum í 600
ár.
Lat meg tó enda hesa
greinina við at minna bæði
Marna Tyril, og onnur
loysingarfólk á, at okkum
nýtist ikki at kjakast so
nógv um treytirnar fyri
hjúnarskilnaði, tí sambært
seinastu veljarakanningini,
so ynskir maðurin (ein stór-
ur meiriluti av Føroya
fólki) als ikki at skiljast frá
Danmark.
VIÐMERKINGAR
Tjóðveldisflokkurin hevur fingið
alla sína skiftistíð
(svar til Marna Tyril)
Heðin Mortensen
tingmaður
Sambandsfloksins.
Sáttmálasamráðingarnar
á arbeiðsmarknaðinum
eru byrjaðar, og vit hava
longu verið vitni til
sama skilið sum fyri
tveimum árum síðani.
Tað kemst ongan veg. 1.
mars fara teir flestu
sáttmálarnir úr gildi, og
eina viku seinni, ella har
á leið, so verður alt
samfelagið lagt lamið av
verkføllum.
Størsta skommin er
vaktar- og bjargingar-
skipið Brimil, sum í
hálvanfimta mánað hev-
ur ligið svínabundin við
bryggju í Noreg.
Samgongan
hevur
ígjøgnum tingið sett sær
fyri at loysa ta ósemj-
una, hóast øll onnur
meta eitt slíkt mál sum
eitt mál ímillum fakfe-
løg og avvarandi mynd-
ugleikar.
Tað sum fær meg at
skriva hettar, er ein
partur av viðmerking-
unum í uppskotinum
sum Kartin Hansen,
landsstýrismaður legði
fyri løgtingið, um at
loysa
trætuna
um
Brimil.
Miðskeiðis á síðu 3 í
viðmerkingunum stend-
ur: ”Eisini vísa feløgini
á lønarlagið í t.d. Noregi
og
Danmark”.
Har
skoytir
Fíggjarmála-
stýrið uppí: ”Hetta er tó
ikki nakað serstakt fyri
manning á vaktarskip-
um. Næstan allir starvs-
bólkar kunnu vísa á, at
lønin í hesum londum er
hægri fyri sama ar-
beiði”.
Hetta
er
rættuliga
áhugavert. Tí í Føroyum
hava vit ongantíð gjørt
okkum greitt, hvat støði
skal vera.
Vit staðfesta, at støðið
er øðrvísi í øðrum lond-
um – sum oftast hægri
og betri, men meir hend-
ir ikki.
Nú sáttmálasamráð-
ingar eru, og nógv bend-
ir á, at ósemjan er størri,
enn fyri tveimum árum
síðani, so áttu vit í løg-
tinginum at havt eitt
aðalorðaskifti um støði í
samfelagnum.
Skal føroyska samfe-
lagið vera eitt gott og
framkomið samfelag at
búgva í, ella skulu Før-
oyar enda sum Albania
ímillum norðurlond.
Dømini
eru
fleiri
seinastu tíðina. Sam-
gongan gav ein lítlan
skattalætta frá 1. januar.
Samstundis varð frá-
drátturin fyri rentur á
sethúsalánum lækkaður
úr 48 niður í 44 prosent.
Fyri
tey
flestu
var
úrslitið fleiri útreiðslur.
Í fjør hækkaði rentan,
men í fíggjarlógarupp-
skotinum ”bagatelliser-
ar”
Fíggjarmálastýrið
hækkingina. Har stendur
at slík hækking hevur
ongan týdning, tí aftur-
gjaldstíðin av lánum
verður longd?????. Slík
støða hjá samgonguni
sum heild, er undir alt
mark. Tað er beinleiðis
ein háðan ímóti fólkin-
um.
Verandi
samgonga
hevur sitið við valdinum
í 3 ár, og eitt ár er eftir til
løgtingsval.
Higartil er stórt sæð
einki hent. Alt samfelag-
ið er í bíðustøðu, eftir
hvat hendir í fullveldis-
málinum.
Og sum danska orða-
takið sigur: ”hensigten
helliger midlet”, soleiðis
verður føroyska samfe-
lagið rikið.
Eg veit ikki hvussu
leingi fólk vilja bíða
eftir nøkrum ítøkiligum,
sum kann bøta um
gerandisdagin.
Men tað hevði verið
eitt huskot at lagt full-
veldisætlanina til síðis
eitt skifti, og tikið eitt
aðalorðaskifti í løgting-
inum um hvat støðið í
samfelagnum skal vera.
Hvat skal støðið vera
í samfelagnum!
TÍÐINDASKRIV
Ung Tjóðveldi
Fólkafundur verður á
Vaglinum í Tórshavn
leygardagin 3. mars 2001
kl. 15
Í samband við at fólka-
atkvøðan um framtíðar-
støðu Føroya er avlýst
skipar Unga Tjóðveldið
fyri fólkafundi undir heit-
inum ”Nú er nokk !”.
Í 1946 tók Føroya fólk ta
avgerð, at Føroyar skuldu
gerast eitt sjálvstøðugt
land. Sum kunnugt varð
henda avgerð ongantíð
viðurkend. Alt síðan hetta
er nógv tíð og orka nýtt til
politiskt stríð um sjálvstýr-
isspurningin.
Ikki
fyrr
enn
eftir
løgtingsvalið 1998 varð
landsstýri aftur skipað, ið
hevði til endamáls at skipa
Føroyar sum fullveldisríki.
Samgonguskjal landsstýri-
sins sigur m.a.: ”at føroy-
ingar eru tjóð og
Føroyar
eitt land, og at politikkur
samgongunnar verður at
fremja henda suverenitet í
verki”.
Eftir drúgvar samráðing-
ar við donsku stjórnina, ið
endaðu úrslitaleysar, varð
farið undir at orða eina
nýggja fullveldisætlan á
heysti 2000.
1. februar 2001 boðaði
eitt samt landsstýri frá, at
fólkaatkvøða fór at verða
útskrivað, har Føroya fólk
skuldu avgera framtíðar-
støðu Føroya.
Fólkaatkvøðan, ið varð
lýst at verða 26. mai, skuldi
snúgva seg um, at Føroyar
skuldu gerast búskaparliga-
og umsitingarliga sjálvber-
andi og óheftar eftir í mesta
lagi 12 árum.
Hóttanir
frá
donsku
stjórnini og ein einstøk
veljarakanning hava síðan
borið við sær, at fólkaat-
kvøðan er avlýst og harvið
er avgerðarrættinum tikin
frá Føroya fólki.
Hesum vil Unga Tjóð-
veldið harðliga mótmæla
og skipað verður tískil fyri
fólkafundi har vónin er at
fáa savnað allir føroyingar,
ið somuleiðis ynskja at
staðfesta, at ’nú er nokk !’ á
Vaglinum
í
Tórshavn
leygardagin kl. 15.
Mótmælt verður, at:
-
avtalan og lyftið, sum
eru staðfest í sam-
gonguskjalinum, um at
skipa Føroyar sum full-
veldisríki verða brotin.
-
fólkaatkvøðan, ið er lýst
at verða 26. mai, verður
av ongum og at avgerð-
arrætturin harvið verður
tikin frá Føroya fólki.
-
danska stjórnin blandar
seg í innanhýsis politisk
viðurskifti og danska
stjórnin harvið – heldur
enn føroyska landsstýrið
– hevur fingið loyvið at
tulka og harvið at áseta,
hvat ein fólkaatkvøða
um framtíðarstøðu Før-
oya skal snúgva seg um.
Á skránni verða røður,
undirhald og felagssangur.
Skráin verður lýst nærri
fríggjadagin.
Nú er nokk
Sosialurin - 311820
WWW.FAIR.FO
Aage Hempel – ABB - AKVA-TRADE - Alto Danmark - Alsam - Atlantic Shipping - Awi - Boats -
Bátatænastan - Baader - Betten Maskinstasjon - BFG - Blue Water - Shipping - Bureau Veritas -
Båtutrustningen - Columbus Trading - Cosmos Trawl - Com Data - Danish Export Group
Association - D.Steven & Son - Duusgaard, Hirtshals - Elling & Eising - El-Service - El-Talvuvirkið -
Erhversrådet i Hirtshals - Estra Prent P/F - ES-Trawl Aps. - EWOS - Eysturoyar Heilsøla - Faroe
Ship - Feeding Systems - Fish Info Service - Fiskamarknadur Føroya - Fiskeauktionen, Hirtshals -
Fiskeriflåden illustreret v/Ole Iversen - Fiskernes Samlecentral, Hirtshals - FJM - Fred Rasmussen
- Føroya Gassøla - Føroya Banki - Føroya Sparikassi - Føroya Tele - Furuno - Hanstholm
Fiskeauktion A/S - Hanstholm FiskemelsfabrikA/S - Hanstholm Havn - Hanstholm Havneforum -
Hanstholm Havneservice - Hanstholm Havns Fiskeeksportørforening - Hanstholm Kommune -
Hanstholm Køleauktionshal - Hanstholm Ny Flydedok A/S - Hanstholm Ny SamlecentralA/S -
Hesselholt Fisk Eksport - Hirtsals havn - Hirtsals kommune - Hundested - Hvalpsund Net -
Hydrotech - Injector International - International Exhibition Representation - Inter Seafood - Jóanes
F. Dahl - Jógvan Weihe - Karstensens Skibsværft - Kaj Schlie - Kemilux - Kj-Hydraulik -
Kloosterboer Terminal - Kystmagasinet - Kølemanden, Hirtshals - Leif Mohr - Lift Up Akva - Litton -
Meinhard Haldansen - Marine El - Maersk Sealand - Matcon - Mekanord - Menningarstovan - Nav-
Tech - Nordshipping Hanstholm A/S - Norfo - Normek - Nor-Mær - Nyfrost - Oilwind - O. Mustad &
Søn - Poul Hansen Heilsøla - Rabben Fiskeredskap - Radiobúðin - Radioservice - Sawo Hydraylic
- Scampex - Scanrope - Scanvægt - Seawell - Seilmaker Service - Simonsen Elektro - Simrad -
Sjaastad - Sjótek - Skipasmiðjan á Skála - Skretting - Smyril Line - Tavsen Maskinverkstaður - Tek
Trade - Tele F - Teletænastan - Teymavirkið - Thomas Dam - Thyborøn Skibsmedie - Tor Shipping -
Tórshavnar Skipasmiðja - Thorkild Grøn´s Samlecentral/West Ship A/S - Trade Council of Iceland -
Trygd - Tryggingarfelagið Føroyar - United Seafood - Vaagland Mek. Verksted - Vaki - Vestpack -
Viksund - Virkisráðgeving - Vónin - Værftet A/S, Hanstholm - Wärtsila
Hevur tú ráð,
»ikki«
at verða við?
FAROE ISLANDS 15 - 17 MAY
NORTH ATLANTIC FISH FAIR
INTERNATIONAL FISHING & AQUA CULTURE EXHIBITION
Tilmeldingarfreist 1. marts - tlf. 449810
Konsert verður í Høllini
á Hálsi
9. mars 2001
Atgongumerki á
kr. 220,- fáast
í Kunningarstovuni
í Havn
– sent verður
um alt landið
H.R. Booking
michael learns to rock
MLTR
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo