hósdagur 1. mars 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 1. mars 2001
25
gult cyan magenta svart
24
Nr. 42 - 1. mars 2001
gult cyan magenta svart
Søkt verður eftir skúlastjóra, sum
•
undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava
fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av
virksemi skúlans
•
skal sýna leiðslumyndugleika og -hegni
•
dugir at samstarva og er fyrikomandi
•
er kveikjandi í sínum skúlahugsanum
•
á fólkaræðisligum støði skal fremja góðar ar-
beiðsumstøður og gott samstarv millum
næmingar, lærarar og onnur samstarvsfólk
•
er førur fyri at skilja støðuna hjá øðrum.
Harumframt skal skúlastjórin
•
hava hug og hegni til at átaka sær fyrisitingarliga
ábyrgd
•
leggja dent á at fremja andsfrælsi,tolsemi og gott
samarbeiði millum heim og skúla
•
vera førur fyri at loysa møguligar trupulleikar
•
vera
førur
fyri
at
røkja
og
menna
starvsfólkasamstarvið
•
skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí
einstaka fyri medávirkan og medábyrgd
•
leggja dent á menning av skúlaskapinum í
kommununi
•
eggja næmingum, foreldrum og lærarum til at
leggja doyin á at fáa sum mest burtur úr skúla-
gongdini bæði fakliga og sosialt.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið eru undir Mentamálastýrinum/í Streym-
oyar skúladømi III við fyribils tænastu í Argja Skúla og
tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broytingar starv-
inum viðvíkjandi.
Starvið verður lønt í 34. lønarflokki sambært avtalu
millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag og
verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann
sum sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari
frammanundan.
Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir
galdandi reglum.
Umsóknir
Umsókn, sum verður skrivað á oyðublað, ið fæst frá
Mentamálstýrinum, skal vera Mentamálstýrinum í
hendi í seinasta lagi 21. mars 2001 og skal sendast
til:
Mentamálastýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279 · 110 Tórshavn
Telefon 355050 · Fax 355055
e-postur: MMS@MMS.fo
Skúlastjórastarv í Argja Skúla
Starvið sum skúlastjóri í Argja Skúla verður lýst til setanar frá 1. august 2001.
Skúlaárið 2001/2002 verða 348 næmingar í 10 árgangum í skúlanum. 28 lærarar starvast í
skúlanum.
Mentamálastýrið
Fólkaskúladeildin
Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Pedagogur søkist
Undir Almanna- og Heilsumálastýrinum og
stovnum undir tí, við fyribils tænastu í Sam-
býlinum í Pætursgøtu 3 er eitt starv sum peda-
gogur leyst til setan 01.04.2001.
Sambýlið læt upp fyri einum ári síðan og er
ætlanin at 5 fólk við Aspergers syndrom, sum er
eitt slag av autismu, skulu búgva har.
Sum nú er, búgva bert tveir ungir menn í húsin-
um, men væntandi verður húsið fult í næstu
framtíð.
Arbeiðið kemur í stóran mun at fevna um at
menna búfólkini sosialt, tí hetta er ein stórur
trupulleiki hjá fólki við Asbergers syndrom.
Tað er ein fyrimunur at hava vitan um autismu og
serliga arbeiðsháttin, ið krevst til hetta brekið.
Arbeiðstíðirnar fevna um morgun-, kvøld- og
náttarvaktir.
Starvið er tænastumannastarv sett eftir sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmála-
stýrið, lønt í lønarflokki 11/17 + viðbót.
Nærri fæst at vita um starvið frá fyristøðufólkin-
um á tlf. 319270 ella 316422.
Umsóknarfreistin er 12.03.2001 og skulu um-
sóknir saman við prógvi, viðmælum v.m. sendast
til:
Sambýlið
Pætursgøta 3
FO-100 Tórshavn
Att.: fyristøðufólkið
Pedagogur
Undir Almanna- og Heilsumálastýrinum og
stovnum undir tí, við fyribils tænastu í Sambýlin-
um Undir Gráasteini 4 er eitt starv sum pedagog-
ur leyst at søkja til setan 01.04.2001.
Í sambýlinum búgva 5 autistiskir menn.
Tað er ein fyrimunur at hava vitan um autismu og
serliga arbeiðsháttin, ið krevst til hetta brekið.
Ítróttur er ein týdningarmikil partur av arbeið-
num, m.a. renning og svimjing, og tí krevst, at
umsøkjarin er væl fyri kropsliga.
Arbeiðstíðirnar fevna um morgun-, kvøld- og
náttarvaktir.
Starvið er tænastumannastarv sett eftir sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálastýr-
ið, lønt í lønarflokki 11/17 + viðbót.
Nærri fæst at vita um starvið frá fyristøðufólkin-
um á tlf. 319270.
Umsóknarfreistin er 01.02.2001 og skulu um-
sóknir saman við prógvi, viðmælum v.m. sendast
til:
Sambýlið Undir Gráasteini 4
FO-100 Tórshavn
Att.: fyristøðufólkið
Almenn
móttøka
Í sambandi við at nýggjur leiðari tekur
við á Norðoya Kunningarstovu,
verður almenn móttøka í hølunum
hjá Kunningarstovuni í niðastu hædd
í býráðshúsunum í Klaksvík.
Móttøkan verður
hósdagin 1. mars
frá kl. 16.00 til 18.00.
Norðoya Kunningarstova
Foreldrabólkur
skipar fyri fundi
Nýstovnaður foreldrabólkur hevur ætlanir um at
møtast av og á, og møguliga skipa fyri onkrum
tiltaki.
Á hesum fundi hava foreldur at deyvum og tung-
hoyrdum børnum høvi at tosa saman um felags
áhugamál. Somu møguleikar hava deyv/tung-
hoyrd foreldur at hoyrandi børnum.
Vit møtast í Deyvahúsinum, Íslandsvegur 10 B,
3. mars kl. 14.30.
Hjartaliga vælkomin!
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
www.sosialurin.fo
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Maskinmeistari
Starv sum maskinmeistari á Teknisku deild er
leyst at søkja til setan 1.apríl 2001 ella eftir avtalu.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
•
rakstur og viðlíkahald av tekniskari útgerð og
innleggingum
•
leiðsla
av
tekniska
starvsfólkinum
á
maskinverkstaðnum.
Krøv til umsøkjaran:
•
full maskinmeistaraútbúgving
•
helst hava møguleika fyri at fáa góðkenning
sum el-innleggjari
•
hava førleika og áhuga í edv, ikki minst edv-
grundaðar stýringar
•
hava hug og evnir at leiða og menna deildina
•
verða fúsur til egna fakliga menning og
eftirútbúgving
•
góð samstarvsevni
•
verða sjálvstøðugur og kreativur
Vit kunnu bjóða:
•
eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs-
umhvørvi
•
fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
•
ávirkan á fakliga menning
•
góða innleiðslu (introduktión)
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Maskinmeistarafelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Suna Rasmussen, tekniskan leiðara, telefon 31 35
40, lokal 270.
Umsóknarfreistin er 14. mars 2001 kl. 12.00
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og
viðmælum e.l. skulu sendast til
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Pedagogur
Søkt verður eftir einum pedagogi at starvast 30
til 35 tímar um vikuna frá 01.04.2001 ella eftir av-
talu. Løn sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Fíggjarmálastýrið, lønt í lønarflokki
11/13.Harafturat verður veitt ein ikki eftirløngev-
andi viðbót.
Vøggustovan er ein sjálvsognarstovnur við 33
børnum í aldrinum 1 til 3 ár.
Umsókn við avriti av prógvi og møgulig viðmæli
skal vera okkum í hendi í seinast 19.03.2001.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran ella
Lauru á telefon 313131.
Vøggustovan á Konmansmýru
Hoyvíksvegur 41 B
FO-100 Tórshavn
Hava tit onki hoyrt frá okkum áðrenn 26.03.2001
er starvið sett til annan umsøkjara.
Grannastevna
Lýst verður til grannastevnu í bygdarhúsinum á
Strondum mánadagin 5. mars 2001, kl. 19.00.
Skrá:
Innlagt mál um innangarðs útskifting av bygdini.
Sjóvar
Kommuna
Grannastevna
Lýst verður til grannastevnu í missiónshúsinum á
Selatrað mikudagin 7. mars 2001, kl. 19.00.
Skrá:
Viðarlundin o.a.
Sjóvar
Kommuna
-har
tað hendir