mánadagur 23. apríl 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 77 - 23. apríl 2007
lýsingar
Hevur tú dirvi til at standa á odda fyri eini deild í stórari menning, og hevur tú áhuga fyri landsins byggilist, so kunnu vit bjóða tær øðrvísi
royndir í einum spennandi og avbjóðandi starvi sum deildarleiðari á bygningadeildini hjá Landsverki.
Arbeiðsøkið
Sum deildarleiðari á bygningadeildini fært
tú ábyrgdina av at:
· taka byggilistaligar avgerðir – eisini um
funktionalitet og góðsku
· menna máls- og arbeiðsøkini hjá
deildini
· arbeiða og uppbyggja ein politikk fyri
almenna byggilist
· stuðla og menna eitt kreativt
arbeiðsumhvørvi
· fyrireika og samskipa
landsbyggireglugerð fyri Føroyar
Tú fer at luttaka í tvørfakligum
verkætlanum og arbeiða við fólki, sum
hava ymiskar fakligar útbúgvingar og
royndir. Á deildini starvast umframt deild-
arleiðaran 3 arkitektar, 1 byggifrøðingur
og 1 tekniskur assistentur. Tú vísir bein-
leiðis til stjóran og verður partur av leiðslu-
bólkinum hjá stovninum.
Førleikakrøv
Vit leita eftir einum arkitekti. Leiðslu-
royndir og aðrar royndir frá verkætlanum
innan byggivinnuna er ein fyrimunur.
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum
og leggja tí stóran dent á góðar persón-
ligar eginleikar, at tú arbeiðir sjálvstøðugt,
hevur góð samstarvsevnir, dugir at skipa
arbeiði á deildini og í tvørfakligum
verkætlanum.
Vit vænta, at tú eggjar, gongur undan og
gevur títt íkast til menning av deildini og
arbeiðsplássinum sum heild. Tú dugir
somuleiðis at síggja møguleikan í at
menna og broyta títt starv.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálaráðið og avvarð-
andi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdar-
lýsing (cv) verður at senda til lv@lv.fo ella:
Landsverk,
Postboks 78,
FO 110 Tórshavn,
og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
25. apríl 2007. Merkið umsóknina „Um-
sókn – Deildarleiðari“ og viðmerk í um-
sóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsing-
ina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast
við at venda sær til Oyvind Brimnes,
stjóra, á fartel. 540 801 ella teldupost
ob@lv.fo
Eisini er møguligt at kunna seg um
málsøkið „byggi- og bygningaumsiting“
og bygningadeildina á www.landsverk.fo.
Fá ávirkan á landsins byggilist [endurlýsing]
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og
hevur um hendi vega-, byggi- og havnamyndugleika-
uppgávur og flogvallamál.
Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og
viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
STARVSLÝSING
Shell við Ringvegin, á Frælsinum, í Gøtudali og í Klaksvík
TILBOÐ
Estrella Taffel kips
19
95
Malaco 210 g
19
95
Zero tyggigummi
9
95
Twix, Mars, Snickers, Bounty,
MilkyWay og M&Ms
5 fyri 20
00
Galdandi frá 23. apríl til 6. mai
r e p r o z
6 appelsinsunkist
15
95
Big One pitsa
34
95