mánadagur 23. apríl 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
(
Toyota Auris:
Virðiligur avloysari fyri Corolla
Toyota Auris avloysa
nú Corolla, sum eru eitt
av heimsins mest seldu
bilmodellum nakrantíð.
Hóast Auris minnir
um forgangarin og um
nýggja Yaris, er talan
um ein heilt nýggjan bil
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Eftir meira enn 40 ár á
marknaðinum skifta Toyota
Corolla nú navn til Toyota
Auris.
Hetta er í sjálvum sær eitt
stórt stig at taka, tá hugsað
verður um, at talan er um ein
av heimsins mest seldu
bilum. Síðan Corolla fyrstu
ferð komu á marknaðin í
september 1966, eru teir
seldir í úti við 32. milliónir
eindum.
Hóast Auris minnir um
nýggja Toyota Yaris og ikki
sørt um forgangarin, dagsins
Corolla, er talan um ein heilt
nýggjan bil, sum er sera væl
gjørdur, og kvaliteturin
merkist allan vegin ígjøgnum.
Størsta designbroytingin er
innan í kabinuni. Instrument
borðið er einfalt og smart við
eini rættuliga sermerktari
gardanboks, sum er so høg,
at girstongin situr heilt uppi
við rattið. Hetta fyri at gera
tað ergonomiskt rætt og so
arbeiðsligt sum gjørligt hjá
bilføraranum.
Auris fæst við tveimum
VVTi bensinmotorum og
trimum D4D dieselmotorum.
Bensinmotorarnir eru
ávikavist 1,4 litur við 97 hk,
og 1,6 litur við 124 hk.
Dieselútgávurnar eru: 1,4
litur við 90 hk, 2,0 litur við
126 hk og 2,2 litur (Sol Sport)
við 177 hk.
Auris hevur nógvar inn
bygdar trygdarskipanir.
Umframt airbag framman, í
síðunum og gardinairbag,
hevur hann eisini knæairbag.
Eisini hevur Auris eina sera
væl virkandi ESPskipan sum
til eina hvørja tíð heldur
bilinum á rættari kós.
Nakkastútturnar framman
hava innbygda trygd ímóti
koyrilsbresti (piskesmæld).
Nú eru tríggir Toyota, sum
enda við ”is”, fyrstur var
Yaris, síðan kom Avensis og
so Auris.
Vit kunnu bert staðfesta,
at Toyota við hesum bilinum
hava gjørt ein góðan bil enn
betri. Auris er heilt avgjørt
ein virðiligur avloysari fyri
góða gamla Corolla. Navnið
Corolla verður tó ikki slept, tí
sedan útgávan kemur
framvegis at eita Corolla.
Instrumentborðið er einfalt og smart
við eini sermerktari gardanboks
Toyota Auris 1,6 Terra
Motorurin
1,6 litur VVTi við 124 hk
0-100 km/t
10,4 sek.
Bensinnýtsla 14,1 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
205/5516
Stødd og vekt
Longd
422,0 cm
Breidd
176,0 cm
Hædd
151,5 cm
Eginvekt
1.340 kg
Viðførisrúm
354 litrar
Prísur
kr. 222.600 4/h (215.600 2/h)
Søluumboð
Reyni Service
Vegurin Langi
FO188 Hoyvík
Tel. 353040
www.reyniservice.fo
Toyota Auris er ein heilt nýggjur bilur, sum avloysir Corolla, ið er ein av heimsins mest seldu bilum. Toyota hava við hesum bilinum gjørt ein góðan bil
enn betri