Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 77 - 23. apríl 2007 ] Havnarfeløgini líktust hesa ferð sær sjálvum, og skálamenn vístu, at teir ætla sær ikki at leggja kongin uttan at stríðast fyri søkini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er skjótt hvønn vegin í fótbólti. Fyri viku síðani hingu teir í NSÍ við høvdi­ num, eftir at teirra avrik í Klaksvík ikki hevði verið nakað at rópa hurra fyri, og teir høvdu tapt 2-0. Hvørki í B36 ella HB vóru teir ovur­ fegnir um, at lokaluppgerðin í Gundadali var endað 1-1. Fyri viku síðani stór­ fegnaðust teir í Klaksvík um sannførandi avrik og triva­ligan sigur á NSÍ, í EB/ Streymi fegnaðust teir um, at teirra lið var einsamalt á odda við fullari úrtøku, og á Skála var barometrið í botni, eftir at eingin úrtøka var fingin burturúr fýra teim­um fyrstu umførunum, og teir einki høvdu fingið burturúr heimadysti ímóti uppflytarunum av Argjum. Eftir fimta umfar hava lág­trýstini og hátrýstini skift pláss. Sjálvandi ætlaðu teir á Argjum, at tað eftir kærkomna sigurin á Skála skuldi eydnast at fáa fulla úrtøku á heimavølli ímóti B71, sum teir í fjør fluttu upp saman við, og sum teir í fjør høvdu gott tak á. B71 er útivøllarlið Tað eydnaðist ikki AB at fáa nakað burturúr. Fyri triðju ferð av trimum møgu­ ligum fór B71 suður um Skop­unarfjørð við stigum í viðførinum. Kappingarárið er framvegis langt, men góðu avrikini hjá B71 á úti­ vølli kundu boðað frá, at sand­oyingar ikki fara at enda niðanfyri strikuna. Úr­slitið sunnudagin bendir eisini á, at tað verður strevið hjá AB at halda tørn í For­ muladeildini. Við Løkin í Runavík er sigarføringin aftur høg. Dreymarnir um, at tað í 50. árinum skal eydnast at vinna fyrsta FM heitið nakr­ antíð, fluttu seg nærri veru­ leikanum sunnudagin, tá ið NSÍ eftir tógvið stríð fyrstu fimmti minuttirnar við væl upplagda Andersson á odda smurdi VB/Sumba av. Havnarfeløgini á kósina Tað verður rættuliga lagt til merkis, tá ið feløgini í Gunda­dali ikki fáa fulla úr­ tøku. Soleiðis hevur verið síðstu vikurnar, men hesa ferð var øðrvísi. Ella kundu vit sagt, at hesa ferð gekk, sum tað plagar at vera. Bæði B36 og HB fingu fult. B36 er ikki langt frá toppi­ num, og um meistararnir í HB nú koma í sama stima, sum teir í fjør leingi vóru í, so fara tað ikki at ganga nógv­ar vikur, áðrenn HB fer at bjóða oddaliðunum av. Tveir av taparunum hesa ferð vóru EB/Streymur og KÍ. Sunnudagin fara hesi bæði at dystast í Klaksvík. Tey í EB/Streymi hava sjálv­ andi ikki gloymt, at besta avrikið hjá klaksvíkingum í fjør var, tá ið teir í 27. og síðsta umfari á Mølini á Eiði vunnu 1-0 og harvið so at siga vóru orsøk til, at EB/Streymur sunnudagin ikki kann kalla seg meistara, tá ið teir fara til Klaks­ víkar. Tey í felagsliðnum vita sjálvandi eisini, at tað ikki ikki fær KÍ, sum í oktober spældi FM heitið av Mølini og suður í Gundadal. EB/ Streymur hevði gummibein, og sunnudagin fæst í 6. um­fari at síggja, um klaks­ vík­ingar ella tey í Sunda­ lagnum nú verða omaná. Áðrenn KÍ fær vitjan av EB/Streymi, skulu klaks­vík­ ingar til Gøtu at spæla út­settu fjórðingsfinaluna í steypakappingini. GÍ av­rikið á heimavølli ímóti Skála og KÍ avrikið í Gunda­ dali sunnudagin kundu bent á, at GÍ og KÍ høvdu fokus á týdningarmiklu granna­ uppgerðini í kappingini um Løgmanssteypið, sum verð­ ur í Sarpugerði mikudagin, ið er flaggdagur og harvið frídagur hjá nógvum. Skála á talvuna VB/Sumba legði fjórða viku­skifti á rað rygg til tap. Suðuroyarliðið datt harvið nærri botninum. Men tað var hugaligt at staðfesta, at VB/Sumba ikki gróv seg niður, men leyp á og tvær ferðir kløkkaði meistara­ biðl­arnar við Løkin. Sunnu­ dagin fer Skála at vitja á Vágseiði. Eftir fimta umfar er tað trongligari millum topp og botn, enn tað var fyri viku síðani. Tað kann væl vera, at tað eftir 6. umfarið, sum verður um eina viku, fer at verða uppaftur trongligari. Tá sær skráin soleiðis út: B36-AB, KÍ-EB/Streymur, HB-NSÍ, B71-GÍ og VB/ Sumba-Skála. Fyri viku síðani varð í hes­um teiginum nevnt, at Skála venjarin mundi vera størsti favoritturin at fáa fyrsta sekkin í hesum kapp­ ingarárinum. Tað er Skála venjarin ikki longur, tí sama kvøldið, sum blaðið var kom­ið út, fekk Dragan Kovace­vic sekkin. Um HB ikki hevði havt fingið fulla úrtøku ímóti KÍ, hevði tað verið lættari eftir fimta um­farið at spátt um, hvør hevði verið favorittur at fingið næsta venjarasekkin, enn tað nú er tað! Andrew skoraði í javnleiki Tað gongur hóvliga framá hjá Fremad Amager, sum í dag fekk vitjan av Kolding. Sum so ofta fyrr, endaði tað við, at Fremad leikti javnt. Dysturin endaði 2-2, og Andrew av Fløtum átti málið til 1-1. Eins og Andrew, spældi Tem Han­ sen allan dystin, meðan Jónas Tór Næs fekk teir seinastu 20 minuttirnir á vøllinum. Fremad Amager liggur framvegis á tíggjunda plássi. Hetta er fýra stig frammanfyri 14. pláss, sum viðførir niður­ flyting. Heini tryggjaði Helsingør Danskir miðlar rósa føroyska Heina Hanusarson fyri av­rikið, sum hann leygardagin vísti í dystinum ímóti Lem­ vig. Avleiðingin undan dystinum var einføld: tapandi liðið skuldi leika í næstbestu deildini komandi kappingarár. Tíbetur tilfall hetta ikki Helsingør, tí tað vóru teir, ið vunnu dystin 25-23. Dysturin var ongantíð serliga væl leiktur, men við Heina Hanusarson á odda dróg Helsingør frá við støðuni 22-22. Heini skoraði heili 9 mál. Yvirlivingin í bestu deildini er møguliga bara fyribils, tí Helsingør skal seinni spæla um niðurflyting. Mótstøðuliðið er ikki funnið enn. Tað kann skjótt gerast trongligt Sandoyingar vunnu sær aftur stig á útivølli. Sigurin á Argjum ber við sær, at B71 ikki skal roknast millum dumpikandidatarnar