mánadagur 23. apríl 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 77 - 23. apríl 2007 ]
Inter eru meistarar
Marco Materazzi kom veruliga í fokus, tá hann seinasta
summar varð stútaður um koll av Zinedine Zidane.
Sunnudagin var verjuspælarin aftur í fokus, men hesa ferð
eitt meira positivt av slagnum. Materazzi skoraði nevnliga
bæði málini, tá Inter á útivølli vann 2-1 á Siena. Og tá
Roma samstundis tapti móti Atalanta, førdi sigurin italska
meistaraheitið til Inter. Og á pappírinum er hetta annað
árið á rað, at Inter er italskur meistari. Grundað á stóru
dómaragøluna í fjør varð gullið hjá Juventus nevnliga
tilskrivað Inter.
Lyon best í Fraklandi
Lyon er fyri sættu ferð á rað franskur meistari í fótbólti.
Hetta gjørdist veruleiki leygardagin, tá Toulouse tapti sín
dyst móti Renne. Lyon hava verið mest sum einaráðandi í
fronskum fótbólti í drúgva tíð, og munurin til næstu liðini
undirstrikar eisini týðiliga hendan veruleikan. Enn eru
nevnliga seks umfør eftir í bestu fronsku røðini, men gullið
er tað so eingin annar, sum kann nerta við.
Lagt var upp til spenn
andi dyst í eyðkendu
uppgerðini ímillum
javnaldrarfeløgini í
Gundadali sunnu
dagin, men KÍ fekk
einki gjørt við
føroyameistararnir
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Høg leikferð við tøttum
nærdystum plagar at eyð
kenna dystir millum HB og
KÍ, men sunnudagin var
hvørki av hesum á lepanum.
KÍ sýndist ikki til at tíma at
spæla fótbólt, og tað gav
HB møguleikan at spæla
sítt spæl og settust teir á
dystin frá fyrsta bríksli.
Tí kom tað heldur ikki
óvart á nakran, tá Rókur av
Fløtum
Jespersen
legði
heimaliðið á odda eftir bert
sjey minuttum. Hann fekk
eitt flatt innlegg, og úr stutt
ari fjarstøðu sveik hann
ikki.
Leiðslan hjá HB helt sær
tó ikki leingi, tí KÍ svaraði
aftur beinanvegin. Tríggjar
minuttir seinni fekk KÍ frí
spark beint uttanfyri brots
teigin hjá HB. Gunnar
Nielsen rullaði frísparkið
til síðuna, og við einum fløt
um kanónskoti sendi Kaj
Ennigarð bóltin í netið til
1-1.
HB traðkaði til
Útjavnandi málið hjá KÍ sá
út til at geva HB eitt spark í
endan. Teir gjørdust meiri
málsøknir og størsti parturin
varð uppspæling í høgri
síðu, har stórspælandi Mort
an úr Hørg var ógvuliga
ágrýtin fram eftir vøllinum.
Trýstið gav úrslit í 22.
minutti, tá ið Christian
Høgni Jacobsen hegnisliga
varð spældur leysur, og lyfti
bóltin upp um Meinhardt
Joensen í KÍ-málinum.
2-1 sá leingi út til at verða
hálvleiksstøðan, men so
varð tó ikki. Í sjálvum 45.
minutti varð Rókur feldur í
brotsteiginum. Eins og all
an dystin ígjøgnum var
Eiler Rasmussen ivaleysur í
hesi støðuni og dømdi brots
spark. Hetta setti Jákup á
Borg trygt uppundir nettak
ið, og so kundi hann senda
lið sítt til hálvleiks við ein
ari 3-1 leiðslu
Samanbrestur
tók luftina
HB kom best frá byrjan í
seinna hálvleiki. Tó gingu
bert fimm minuttir, áðrenn
ein drúgvur steðgur kom í
spælið eftir eina óhepna
hending. Rógvi Jacobsen
fekk eina fríspæling, og
hevði bert KÍ-málverjan eft
ir at knógva. Beint uttan
fyri
brotsteigarmarkið
sprakk bólturin høgt. Mál
verjin var komin út og fekk
ikki nýtt hendurnar, og
Rógvi
Jacobsen
hevði
nógva ferð og fekk ikki
støðga. Úrslitið var, at teir
rendu høvdini saman. Báðir
smullu í vøllin og báðir
fingu hæstiliga viðgerð.
Rógvi slapp við bindi um
høvdið, meðan Meinhardt
mátti flytast á sjúkrahúsið.
Inn kom Mathias Samuelsen
at verja KÍ-málið, og hetta
gjørdi hann bæði gott og
trygt.
Ógvusliga hendingin tókt
ist at taka luftina úr leikar
unum, tí eftir drúgva steðgin
var ikki serliga ágangandi
spæla at síggja. KÍ-verjan
sá til tíðir alt ov tunn út,
meðan HB ikki rakti málið
tað, ið eftir var av dystinum.
Einki mál kom í seinna
hálvleiki og harvið vann
HB seg upp á sjey stig, sum
er ájavnt við B71, KÍ og
GÍ.
HB-KÍ 3-1 (3-1):
Klassamunur í Gundadali
Ógvusligasta hendingin í
Gundadali sunnudagin var
uttan
iva,
tá
Rógvi
Jacobsen og Meinhardt
Jacobsen rendu saman.
Hetta tá Rógvi elti eina
langa sending, sum KÍ-
málverjin hinvegin royndi
at rudda burtur.
- Eg haldi, at vit báðir
eru púrasta fokuseraðir
upp á bóltin. Fyri mítt við
komandi kann eg bara
siga, at eg roknaði við, at
eg hevði møguleika at
stúta bóltin í netið, og tí
satsaði eg alt. Meinhardt
heldur helst tað sama, og
so renna vit beint í hvønn
annan, sigur Rógvi Jacob
sen um tilburðin.
Tað sá ógvusligt út, tá
Rógvi varð liggjandi, bløð
andi, á vøllinum, men
sjálvur var hann mest sum
alt fyri eitt greiður um, at
hann fekk spælt víðari.
- Eg var eitt lítið sindur
í ørviti, men eg visti, at
talan var ikki um heila
skjálvta. So eftir at hava
fingið bandasju um høvd
ið, var eg klárur at fara
aftur
á
vøllin,
sigur
Rógvi.
KÍ-málverjin mátti hin
vegin fara av vøllinum við
heilaskjálvta. Báðir vórðu
spælararnir
á
Sjúkra
húsinum um kvøldið, har
løstirnir vórðu seymaðir.
-mørk
Fekk tríggjar pentur
eftir dystin
Gunnar Nielsen hevur verið flúgvandi hjá KÍ
seinatu tíðina, men hesa ferð slapp hann ikki
at seta dagsskránna
Mynd: Álvur Haraldsen
Hóast Rógvi sjálvur fekk ein ordans snudd, so hevði hann
eisini stundir at taka sær av liðfeløgunum. Her kannar
hann eftir, hvussu standurin er hjá Christian Høgna
Jacobsen
Mynd: Álvur Haraldsen
KÍ
HB