mánadagur 23. apríl 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
+
P/F Wenzel:
Amerikonsk Ford innrás
Ford er ein av heimsins elstu og
størsu bilaframleiðarum, sum gera
bilar um heim. Her um okkara leiðir
eru tað teir evropeisku Fordarnir,
sum vit kenna best, meðan tað
handan hav eru teir amerikonsku
Fordarnir, sum seta sín dám á
gøtumyndina.
Tveir av bestseljarunum í sínum
flokki í USA eru Ford Explorer, ið er
mest seldi SUV
(Sport Utility Vehicle), og tann
ovurstóri Ford F, ið er tann mest
seldi pick-up ella “truck”,
sum amerikanararnir nevna teir.
Hóast talan eru um stórar bilar við
stórum motorum, lúka teir øll tey
strangastu krøvini í USA um trygd
og umhvørvisvernd.
Ford Explorer hevur í mong ár
verið mest seldi SUV (Sport Utility
Vehicle) í USA. Talan er um ein 7-
persónabil við trimum røðum av
setrum. Explorer er ikki so nógv
størri enn fleiri av teimum sum
vanligu SUV, sum vit kenna.
Annars er Explorer, sum vit
kunnu vænta av einum ameri
kanara, góður og lættur at koyra
við t.d. automatiskum girum og
øllum hentleikum. So gott sum
alt er standard í hesi útgávuni.
Bensinmotorurin er ein 4,0 litur
V6 við 213 hk. Ein kvikur og væl
virkandi motorur, ið lýkur øll krøv
til strangastu amerikonsku
umhvørvisverndarlógirnar.
Explorer fæst eisini við 4,6 litur
V8 motori við 239 hk.
Explorer klárar seg væl undir
øllum koyriumstøðum, við
“Control Trac 4WD System” ið er
eitt sera framkomið system,
hevur bilurin teir allar bestu 4x4
eginleikar bæði á asfalti og uttan
fyri vanliga koyrivegin.
Explorer hevur airbag yvir tað
heila og hópin av innbygdum
trygdarskipanum sum t.d.
Intelligent Safety System. Bilurin
fekk fimm stjørnur og besta
karakter frá NHTSA (National
Highway Traffic Safety
Administration) í USA.
Eins og evropeisku Fordarnir
hevur Explorer eisini sera liðiliga
innrætting við t.d.
FoldFlatSystem (FFS), ið ger tað
sera lætt at innrætta bilin, alt
eftir hvussu nógv fólk ella viðføri
skal inn í bilin.
Uttan er Explorer eyðkendur av
stórum krom kølaragittari og
trinbrettum undir síðuhurðunum,
eins og av 18” stóru hjólunum.
Bilurin kostar kr. 560.000,-
mg
Ford F-250 Super Duty Lariat er
ein bilur, sum veruliga sær út
av nøkrum og kann nakað.
Stórur, við stórum krom
kølaragittari, trinbrettum
undir síðuhurðunum og eini
fríhædd sum ger, at hann
kann koyra hvar sum helst.
Ford F-250 Super Duty
Lariat er ein 6 persóna 4x4
“truckur” við last.
Motorurin er ein 6,0 litur V8
turbodiesel við 325 hk, ið
lýkur øll krøv til
amerikonsku umhvørvisve
rndarlógirnar.
Hóast F-250 er ein stórur
bilur, er hann lættur at koyra,
við tað bilførarin situr høgt við
góðum útsýni og hevur
møguleika at stilla setrið, so tað
hóskar honum best í allar
mátar. Bilurin er lættur av
yvirskoða.
Samstundis sum hetta er ein
arbeiðsbilur við nógvari orku og
lastar nógv, er hann sum ein
luksusbilur innan í besta
amerikanska stíli við
leðurkabinu og teak á
hurðapanelum og á
instrumentborðinum. Í hesi
útgávuni er bilurin er eins væl
útgjørdur og ein amerikanskur
personbilur, hann hevur t.d.
automatisk gir, fartpilot
klimaanlegg og flestu funktiónir
eru el-stýrdar.
At F-serian er týdningarmikil
fyri Ford, sæst best av at teir
standa fyri einum fjórðingi av
allari søluni hjá Ford í USA. Ford
F-250 er annars ein væl
umtóktur bilur í grannalandi
okkara, Íslandi. Bilurin kostar kr.
450.000 v.mvg
mg.
Ford F-250
Ford Explorer
Myndir: Álvur Haraldsen