Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2007 Í morgun var ein bil­ eig­ari áovanliga hepp­ in, tá ið hann sovnaði í bilinum Heppin í óhappi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tíðliga sunnumorgin vórðu bæði løgreglan og sløkk­i­lið­ ið í Havn boðsend til eitt óhapp av tí heilt sjáldsama slag­num. Og líka sjáldsamt, ó­happ­ ið var, líka heppin var ein bil­eig­ari, at hann ikki kom heilt illa fyri. Bileigarin hevði verið í býn­um og hevði fingið sær ei­na rættiliga góða kenn­ ing. Klokkan sjey sun­nu­morg­ un­in høvdu helst tey flestu havt fingið nóg mikið og ri­pa seg undir dýnuna Men ikki okkara maður, nei, tí hann var enn í hopla og ætlaði sær avgjørt ikki at tør­na inn. Hann vildi hoyra tónleik! Men heima lá ikki so væl fyri at skrúva frá, so hann set­ti seg út í bilin at geva ste­r­eo­an­legg­inum gass. Hetta hevur helst verið av tí slagnum, har bilurin skal set­ast ígongd fyri at hoyra nak­að. Men maðurin hevur verið troytt­ari enn hevur havt var­ hug­an av, tí alt í einum sovn­ aði hann- við fótinum á speed­ar­an­um. Og tað endaði við, at mot­ or­ur­in við fullum drøni og at enda gekk hann so heitur, at eldur kom í bilin. Men lukkutíð hevði ein gran­ni varnast, hvat var á­fatt og fekk boða løgregluni frá. Løgreglan og sløkkiliðið ko­mu rættiliga skjótt á stað­ ið og fingu sovandi mannin úr bilinum. Tá var rættiliga eldur í hon­­um og løgreglan sigur, at tá ið hon kom á staðið var eldur í dekkunum og und­­ir bilinum stóð í ljósum lo­ga. - Helst er eldur komið í evn­ið, sum er brúkt at rust­ við­ge­ra bilin við, sigur løg­ regl­an. Sløkkiliðið varð boðsent og fekk sløkt eldin og tí­bet­ ur togað mannin út í síðstu lø­tu. Løgreglan staðfestir, at mað­ur­in var sera, sera hepp­ in, tí hevði grannin onki varn­ast, kundi hann akkurát tað sama brent inni í bil­in­ um. Ásannast má, at klokkan sjey um morgunin er best at tør­na inn – og so at tað held­ ur ikki so galið at hava góð­ ar grannar.... Málið verður kannað og frá­greið­ing verður skrivað. – Hetta er eitt sindur spe­ si­elt, men helst verður talan um eitthvørt brot á ferð­s­lu­ lóg­ina, sigur vakthavandi. Emil Olsen heldur flaggrøðuna í Fuglafirði Flaggdagshald verður í Fuglafirði við bókasavnið mikudagin tann 25. apríl kl. 16.30. Emil Olsen heldur flaggdagsrøðuna, og Fuglafjar›ar hornorkestur spælir. Heðin Zachariassen heldur flaggrøðu í Hvalvík Skótaliðið Borgin í Hvalvík skipar fyri Flaggdagshaldi við skúlan í Hvalvík týsdagin 25. apríl kl. 16:00. Heðin Zachariassen, borgarstjóri og løgtingsmaður flytur fram røðu og Eiðis Ljómfelag spælir. Skótar og róðrarfólk møta í Gamla skúla kl. 15:45, sigur Skótaliðið Borgin. Sovnaði við fullum drøni Petur Simonsen, stjóri í Lands­mið­støð­ ini sig­ur, at sjálvsagt sku­lu lær­ar­ar hava bæði rund­styk­ki og hotell við fullari pens­ jón, tá tal­an er um ef­t­ir­­út­­búgv­ing. - Ein mu­­na­­góð eftir­út­ b­úg­v­ing krev­­ur eisini góðar kar­mar, sigur hann Skúlamál Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo -Er tað ikki at fornokta ve­ru­ leik­an at rokna við, at lær­ar­ inn­an av Viðareiði og lær­ar­ in úr Hvalba fara á skeið hjá LMS við trimum mat­ pakk­um, tveimum termo­ kann­um og bestikki í skjátt­ uni. Og hvat nú, um hon brúk­ar mjólk út í – ella suk­ ur­mol­ar? Soleiðis spyr Pet­ ur Simonsen, eftir at røddir í Mentamálaráðnum hava giv­ið til kennar, at tey vilja held­ur senda fleiri lærarar á skeið, enn at nýta pening til at ein drekkamunn og ein tey bita til teirra, sum fara á skeið hjá LMS. Kommunan ger bart Í síðstu viku varð greitt, at lut­tøku­gjald­ið fyri lærarar, sum fara á skeið hjá Lands­ mið­støð­ini (LMS) er vorðið træt­u­mál millum land og kom­mu­nu. Seinastu árini ha­va kommunurnar goldið lut­tøku­gjald á einar 100 – 200 krónur fyri skeið hjá lær­a­r­um. Men nú hevur í øll­um førum Tórshavnar Kom­m­una skorið ígjøgnum, tí hetta er ikki teirra mál­s­ øki, og tí eiga lands­mynd­ug­ leik­ar­nir at rinda rokningina. Av Mentamálaráðnum varð sagt, at tey skilja væl, at skúla­stjóra­rn­ir nú eru í villa­ reiði, tí teir vita ikki hvagar teir so skulu senda rokn­ing­ ina. - Vit hava ikki lagt upp fy­ri slíkum útreiðslum í Men­ta­mál­a­ráð­num, tí higar­ til hava kommunurnar gold­ ið skeiðsgjaldið hjá lær­ar­ um, segði Jenny Lydersen, un­dir­vís­ing­ar­leiðari á fólka­ skúla­deildini. Og hon vísti á, at tað er ein trupulleiki hjá teimum, at LMS tekur eitt gjald, sum millum ann­ að verður nýtt til traktering av lærarum, tí MMR vil held­ur nýta játtanina til eftir­út­búg­ving til at senda flei­ri lærarar á skeið, enn til drekk­a­munn og ein bita á mid­degi. Bert brotpartur Petur Simonsen sigur, at LMS krevur eitt gjalda á 200 kr. fyri skeiðstilfar um­framt kaffi á morgni og sein­na­part­in og ein bita á mid­degi. Hetta gjaldið verð­ ur kravt frá skúlunum. - Sum prísirnir eru í dag, er tað helst øllum greitt, at eitt luttøkugjald á 200 kr. als ikki er eitt gjald fyri sjál­ va undirvísingina og ymsar út­reiðs­lur í sambandi við in­struk­tør­in, eitt nú løn, flog­ferð­a­seð­il, ho­tell­upp­i­ hald, og heldur ikki til fyri­ sit­ing av skeiðunum, tí van­ li­gu skeiðsgjøldini í dag eru oft­ast uml. 10 ferðir tað, sum LMS krevur í lut­tø­ ku­gjal­di, sigur hann. Loysir seg ikki Hann spyr, hvat ger lær­ar­ inn­una av Viðareiði og lær­ ar­an úr Hvalba so serlig, at tey skulu møta so kørgum um­støð­um, tá skúlastjórin Han­us og varskúlastjórin Jan­us fara á skeið hjá MMR á Hotel Vágum við fullari pen­sjón, men uttan gjald. - Tá sagt verður, at “vit held­ur vilja nýta peningin til skeið til fleiri lærarar, enn til kost og uppihald til lær­ar­ar, sum fara á skeið”, kan­st tú av góðum grundum spyr­ja, hvat krónurnar til breyð á LMS-skeiði muna í mun til upphæddirnar til hot­ell við fullari pensjón á skeið­um sum onnur skipa fy­ri, hugleiðir Petur Sim­on­ sen, sum eisini vil verða við, at um sjónarmiðið er “mei­ra til undirvísing og min­ni til mat og uppihald”, so veit hann, hvar betri loys­ ir seg at heinta nakað. Kargar umstøður Pet­ur Simonsen spyr eisini til matarsteðgin – Hevur lærarinnan av Við­a­reiði ikki tørv á so­si­al­ ari samveru við starvsfelagar úr Hvalba, Tórshavn og Fug­ la­firði samstundis, sum tey fáa eitt fakligt prát? Ella skal matarsteðgurin heldur brúk­ast til at royna at fáa okk­urt etandi frá Keyps­sam­ tøk­uni ella BurgerKing? Av LMS verður sagt, at veru­leik­in um rundstykki held­ur enn matpakkan kom fyri mongum árum síðani í LMS eins og allar aðrar stað­ir, har skeið og eftir­út­ búg­v­ing verður fyriskipað. - At hesin veruleikin ikki er komin eina hædd upp her í húsinum, tá talan er um lær­ar­ar kann bara undra. Sjálv­sagt skal vera pláss fyri bæði rundstykkjum og ho­tel­li við fullari pensjón, tá talan er um eftirútbúgving av lærarum og leiðslum. Ein munagóð eftirútbúgving krev­ur eisini góðar karmar, sig­ur Petur Simonsen. So seint sum skúlaárið 2006- 07 høvdu lærarar matpakka við, og seinasta mat­pakk­a­ skeið var fyri snøggum mán­aði síðani. ‘ - Eftirmetingarnar frá tí skeið­inum tala sítt greiða mál, um at hetta er ikki nak­ að, sum verður góðtikið í 2007, greiðir Petur Sim­on­ sen frá. Lands- ella kommunal uppgáva Hann sigur, at ongin ivi er um, at eftirútbúgving er ein landsuppgáva, men at flei­ri kommunur kenna ei­si­ ni ábyrgdina av, at triv­nað­ur­ in hjá lærarunum er í lagi. - Við hesum í huga er tað kanska ikki so sólarklárt, at kom­mu­nan eigur at sleppa und­an at lata luttøkugjaldið. Prak­sis hevur so í hvussu er ver­ið tey seinastu 3-4 árini, at kommunan hevur goldið, sig­ur hann. Petur Simonsen sigur, at um strikurnar skulu kritast so snórabeint upp, sum tað nú letur til, er ivasamt hvør­ ju megin strikuna útreiðslur til handbøkur og un­dir­vís­ ing­ar­tilfar til læraran ligg­ ja. - Hvussu við tele­fon­sam­ røð­um og hvussu við tel­du­ nýt­sl­uni. Og havt við post­ gjald­in­um fyri und­ir­vís­ing­ ar­mið­lar­nar, sum skúlar ó­keyp­­is læna frá LMS?. Het­ta er bert okkurt av mon­ g­u­m, sum saktans kann gera strik­una krókuta. Nýggjur faldari Sambært Petur Simonsen, er skeiðskráin hjá Eftir­út­ búgv­ing­ini fyri skúlaárið 2007-08 júst send út. Karm­ ar­­nir eru bæði luttøkugjald, trak­ter­ing og ferð­a­end­ur­ gjald. - Uttan at reypa halda vit, at innihaldsliga er talan um eitt kærkomið og kva­li­fi­ser­ að tilboð til skúlarnar, sum kann verða gott ískoyti til neyð­uga arbeiði alla tíðina at menna skúlan, og sum land og kommunur vónandi vil­ja standa saman um. Fløkt upp í ein ..matpakka Seinasta mat­pakk­a­skeið var fyri snøggum mán­aði síðani. - Eftirmetingarnar frá tí skeið­inum tala sítt greiða mál, um at hetta er ikki nak­að, sum verður góðtikið í 2007, sigur Petur Sim­on­sen