Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 77 - 23. apríl 2007 ] Suðuroyarliðið megnaði tvær ferðir at geva NSÍ ein rættuligan hvøkk, men brasilski Anderson skoraði fýra ferðir og syrgdi fyri trivaligum heimasigri við Løkin NSÍ-VB/SUMBA Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Hann arbeiðir ikki serliga nógv, men hann veit, hvat tað snýr seg um. Anderson Casthilio spælir við NSÍ, tí hann tey bæði árini, tá ið hann var á Toftum vísti, at hann dugir at skjóta mál. Málrevurin Og Anderson syrgir fyri tí, sum hann er keyptur til Runa­víkar at gera. Eftir fimm umfør er hann topp­ skjútti í Formuladeildini. Hann hevur skorað átta mál. Sunnudagin skoraði hann fýra ferðir ímóti VB/ Sumba. Hetta var onnur ferð­in, at brasiliumaðurin var meistari fyri hattrikkið. Fyrra ferðin var, tá ið NSÍ á heimavølli vann 3-0 á B36. Anderson flytir seg ikki so nógv. Men hann veit, hvat tað snýr seg um. Hann er røttu løtuna á rætta stað­ num. Tað er ikki altíð, har allir hinir eru. Ofta snýkir hann seg afturum hinar, og so er hann fínur við høvdi­ num. Tá ið møguleikin býðst er hann tryggur á bóltinum sum fáur. Tað hevur higartil borði átta mál við sær, og NSÍ telist mill­um tey allar fremstu. Meistarafótbólt var einki at síggja til størsta partin av 1. hálvleiki. Tað minti ikki so lítið um avrikið ella rætt­ ari manglandi avrikið, sum teir gulu og svørtu vístu í Klaks­vík næstsíðsta sunnu­ dag. Teir í NSÍ vóru lítið avgjørdir, og tað gekk long tíð, áðrenn teir megnaðu at seta gestirnar undir tað trýst­ ið, sum tað kundi roknast við, at teir fóru at megna. Gestirnir hóttu Tað kann gott vera, at VB/ Sumba dyrgdi eftir einum stigi. Men fyrstu løtuna vóru tað fremmanda menn­ inir við Løkin, sum slerdu tónan ann. Evrard Ble ar­beiddi nógv á miðvølli­ num, har hann eisini hevði orku til at skipa framrættaða spælið, og Birgir Jørgensen megnaði fleiri ferðir at leggja trýst á NSÍ miðverj­ arnar og málverjan. Fyrsta stóra hvøkkin fekk NSÍ, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Ble spældi Birg­ ir Jørgensen leysan í vinstru. Jens Martin hálv­ bjarg­aði, og miðvallarin Aca Pandurevic, sum júst er komin til Vágs, var fyrst­ ur á returinum, og so var 1- 0 til VB/Sumba, og fyri­ treyt­irnar hjá vágbingum vóru uppaftur betri, enn tær høvdu verið. VB/Sumba sjálvsálitið økt­ist, og heimamenninir vóru á ongan hátt leysir av hóttanini av, at tað kundi taka seg heilt illa upp. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki var Anderson fyrstu ferð upp á spæl. Jústinus R. Hansen legði innfyri úr høgru, og verjan hevði mist einsamalla framherjan burtur. Tað varð ikki ósektað. Anderson smekk­aði høvdið undir bólt­ in og so var javnleikur. Útjavnandi málið gav heimaliðnum sjálvsálit, og teir kundu havt lagt seg á odda, men Vlada Filipovic vardi væl. Punkteraðu VB/Sumba legði fyri í 2. hálvleiki soleiðis, sum teir høvdu gjørt í fyrra umfari. Tveir minuttir eftir steðgin skoraði ein av blaðungu monn­unum, Martin Tausen, var leysur í høgru, og úr spísk­um smekkaði hann fram­við Jens Martini. So var lagt upp til, at klokk­an skuldi arbeiða fyri VB/Sumba. Men teir megn­ aðu bara at halda tørn í tríggjar minuttir. Sjúrður Jacobsen átti framlegg­ing­ ina úr vinstru, og Anderson heilfluktaði í málið. At Evrard Ble eftir lítið korter noyddist skaddur av vøllinum var dyggur smeit­ ur hjá VB/Sumba. Lítla løtu seinni stútaði Anderson frí­ sparksframlegging í kassan, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Arbeiðssami Hjal­grím Elttør átti inn­ leggið úr vinstru, sum And­ er­son umsetti til 4-2, og inn­ skifti Øssur Dalbúð stað­ festi rimmar sigurin. Atli og Frem taptu Atli Danielsen var í miðverjuni allan dystin, tá Frem spældi útidyst móti Fredericia. Hann megnaði tó ikki at forða vertunum í at vinna dystin við tveimum málum móti ongum. Frem er 8. plássi í donsku 1. deild. Kapprenningin heldur fram Chelsea tók ikki av møguleikanum, sum teir fingu leygar­ dagin. Tá spældi Manchester United nevnliga javnleik móti Middlesbrough. Tí kundi London-liðið minka munin til Manchester niður í eitt stig, tá teir spældu móti New­ castle sunnudagin, men tí møguleikanum tóku teir ikki av. Dysturin á St. James’s Park endaði nevnliga málleysur, og so kundu reyðu devlarnir av Old Trafford draga andan lættari. Munurin millum tey bæði oddaliðini er tí trý stig, nú fýra dystir eru eftir at spæla. NSÍ-VB/Sumba 5-2 (1-1): Andersson aftur høvuðsleikari VB/Sumba NSÌ Arnbjørn og Marner vunnu FM Talan var um spennandi kapping, men tað eydnaðist Arnbjørn Sivertsen og Marner Joensen at vinna FM-kappingina fyri pør Bridge Bogi Simonsen Leygardagin varð finalan fyri pør í Bridge leikt í Bridgehúsinum í Havn. 16 pør høvdu rætt at luttaka í finaluni, ið var spæld sum ein barometur kapping við 15 umførum á 4 spøl. Í mun til hálvfinaluna, so gekk tað framúr væl hjá teimum, ið skipaðu fyri hendan dagin, og skulu tey hava rós fyri tað. Finalan gjørdist sum vænta rættiliga spennandi. Fleir pør skiftust at liggja á odda. Eitt skifti sá tað út til, at FM vinnarinir frá í fjør rættiliga høvdu fingið vind í seglini og at teir fóru frá hinum. Men tað gekk ikki. Eitt vánaligt umfar móti sera sterku veteranunum Niels Nielsen og Hans Jacob Petersen steðgaði góðu gongduni. Tað vóru eini fýra fimm pør, ið nærum allatíðina høvdu møguleika vinna. Tað var ikki fyrr enn í næst seinasta umfarinum, tá ið Bogi Simonsen – Hallberg Arnfríðson spældi móti Arnbjørn Sivertsen og Marner Joensen, at spenningurin fór. Pørini lógu undan hesum umfarinum áfremstu sessunum. Arnbjørn og Marner høvdu eitt framúr umfar og vunnu stórt. Sostatt var avgerðin um fyrsta plássið follin. Nú var spenningurin so um, hvør fekk silvur. Tað eydnaðist Boga og Hallberg við tí besta umfarinum hendan dagin at koma uppá aftur og vinna slivur. Saman við Arnbjørn Sivertsen vann Marner Joensen FM- finaluna fyri pør í bridge Við sigrinum eru runavíkingarnir nú ájavnir EB/Streymi í oddinum í Formula-deildini