Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

, P/F Wenzel Akranesgøta 5 · FO-100 Tórshavn tlf. 354500 · fax 354501 fordpost@wenzel.fo www.wenzel.fo Ford S-MAX og Galaxy eru bilar, sum veruliga hava flutt mørk bæði hvat liðiligari innrætting, plássi og koyrieginleikum viðvíkur. Báðir hava fingið toppkarakter frá EuroNCAP, umframt at S-Max var kosin ”Car of the Year 2007” Ford S-MAX og Galaxy eru bygdir yvir sama plattform og verða teir gjørdir á eini felags verksmiðju í Belgia. Bilarnir hava eisini nógv annað til felags. Talan er í báðum førum um stórar rúmligar bilar við sera liðiligari innrætting og komforti á høgum støði. Báðir hava teir nógvar innbygdar trygdarskipanir og fingu fimm stjørnur á EuroNCAP krasjtestunum. Umframt airbag framman, í síðunum og gardinairbag, hava teir eisini airbag, sum verja knøini hjá bilføraranum við ein samastoyt, eins og teir hava ABS bremsuskipan við EBD (Elektronisk Bemsekraft Distribution), ESP (Elektronisk Stabilitets Program) við antispin EBA (Emergency Brake Assist). Ford S-MAX vendir sær meira til tær ungu famlijurnar við smáum børnum, meðan Galaxy er væl egnaður hjá familjum við vaksnum børnum ella hjá fyritøkum og stovnum sum javnan hava brúk fyri einum stórum bili í sambandi við vitjanir o.l. Bilarnir fáast við hesum bensin­ motorum: 2,0 litur Duratec 145 hk (190 Nm) (S-MAX / Galaxy), Bensin 2,5 litur Duratec 220 hk (320 Nm) (bert S-MAX). Dieselmotorarnir eru: 1,8 litur Duratec TDCi 100 hk (280/300 Nm) (bert Calaxy), 1,8 litur Duratec TDCi 125 hk (320/340 Nm) (S-MAX / Galaxy) og 2,0 litur Duratec TDCi 140 hk (320/340 Nm) (S-MAX / Galaxy). Bæði S-MAX og Galaxy eru rúmligir og praktiskt innrættaðir bilar við sport­ligum koyrieginleikum. S-MAX er ein MPV við sitiplássum til fimm vaksin og fáast eisini við tveimum setrum á aftastu røð, meðan Galaxy hevur 7 sitipláss sum standard. Við øllum setrunum í brúk hevur Galaxy framvegis eitt viðførisrúm sum tekur 310 litrar. Báðir bilarnir hava FoldFlatSystem (FFS) har 32 ymiskir møguleikar eru fyri at fáa pláss fyri bæði fólki og viðføri. Setrini kunnu flytast eftir tørvi. Setrini eru sera løtt at leggja niður og beinplássið á báðum teimum aftaru røðunum kann stillast alt eftir hvussu nógv fólk eru í bilinum ella hvussu stórar persónar talan er um. Galaxy hevur eina boks við fleiri rúmum uppi undir loftinum til at leggja ymiskar lutir frá sær í. 58 motorjournalistar frá 22 londum hava kosið Ford S-MAX til ”Car of the Year 2007”. S-MAX fekk hesa altjóða heiðurslønina fyri at vera ein framúrskarandi bilur í allar mátar. mg. Ford S-MAX og Galaxy: Rúmligir og praktiskir Ford Ka fyri undir 100.000 Ford Ka 1,3i Prísur: kr. 99.900,- Útgjald kr. 24.975,- At gjalda um mánaðin í 6 ár kr. 1.251,- ★★★★★ Ford S-MAX ”Car of the Year 2007” Ford Galaxy