Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 77 - 23. apríl 2007 Taka fegin kappingina upp Í Tryggingarfelagnum Føroyum taka tey væl ímó­ti ætlanini at broy­ ta lógina so at kapp­ ing fæst á økinum Kapping Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í løtuni viðgerð Løgtingið eitt uppskot um at broyta trygg­ing­ar­lógina. Ein tann stóra broytingin í hesum verður, at nú skal kapp­ing fáast á økinum. Higartil hevur trygg­ing­ar­ mark­nað­urin verið full­ko­mi­ liga afturlatin so at útlendsk trygg­ingarfeløg eru ikki slopp­in at virka í Føroyum og føroysk tryggingarfeløg eru ikki sloppin at tekna trygg­ing­ar uttanlands. Men hetta skal nú broytast so at marknaðurin verður lat­in upp. Sostatt skulu útlendsk fe­ løg sleppa at virka í Før­oy­ um og somuleiðis skulu før­ oysk tryggingarfeløg sleppa at tekna tryggingar utt­an­ lands. Men hesum stúrir stjórin í Tryggingarfelagnum Før­ oy­um ikki fyri. - Vit síggja hetta meir sum ein møguleika fyri at øk­ja um okkara virksemi, held­ur enn sum eina hóttan um, at útlendskt trygg­ing­ar­ fe­l­øg koma til Føroyar at kapp­ast við okkum, sigur Gun­nar í Liða, stjóri í trygg­ ing­ini. - Vit síggja nýggjar mø­gu­ leik­ar í hesum, leggur hann af­tur­at. Hann sigur, at nú kann Tryg­g­ing­ar­felagið Føroyar ei­si­ni tekna tryggingar uttan­lands og tað kann geva nýgg­jar møguleikar at men­ na felagið. Og uttanlands eru ymsir mø­gu­leik­ar. - Ein møguleiki kann ve­ra at tryggja føroysk á­hug­ a­mál uttanlands. Ein annar mø­gu­lei­ki kann vera at fara í samstarv við eitt útlendskt trygg­ing­ar­felag. - Men talan kann eisini ve­ra um at Tryggingarfelagið Før­oy­ar beinleiðis stovnar deild­ir ella tryggingarfeløg uttan­lands, sigur hann. Enn vil Gunnar í Liða kort­ini ikki vera meiri í­tø­ki­ lig um, hvørjar tankar, teir ha­va spælt sær við á hesum øki. Náttúrugripasavnið hev­ur gjørt av ikki at ge­va loyvi til at draga lun­da ella ræna lom­ vig­ar­egg í ár Tað verður hvørki loyvt at dra­ga lunda ella at ræna lom­via­r­egg í ár Tað hevur Nátt­úr­u­gri­pa­ savn­ið gjørt av. Tað er í grundini bæði ó­lóg­l­igt at draga lunda og at ræna lomviaregg, un­dan­ tøk kunnu gerast, partvís fy­ri at varðveita mentanina. Longu, tá ið Sverre Pat­ur­ s­son í 1939 skrivaði um lun­ da­mein­gið í Føroyum, gjør­ di hann vart við, at dráttur var ein av orsøkunum til, at lund­in var minkaður. Lund­ in, sum verður drigin, er bú­fugl­ur, sum júst hevur vorp­ið, og liggur á reiðri. Tí var hesin veiðiháttur bann­að­ur, tá nýggj fug­la­ veið­i­lóg varð lýst í 1954. Náttúrugripasavnið sigur, at undir serligum umstøðum kann loyvi gevast til at dra­ ga lunda, tó bara triðja hvørt ár í sama fuglalandi. Tað er annars ikki so stór­ ur áhugi fyri at draga lunda long­ur, men nakrar um­sók­ nir koma á hvørjum ári, ser­ li­ga úr Mykinesi og Sand­oy­ n­ni, og veiðan hevur ligið um einar 1000 lundar til­ sam­ans á hvørjum ári. Men tað er ikki í samsvari við nútíðar veiðimentan at veiða búfugl í verp­ing­a­r­tíð­ ini, men í umsóknunum verð­ur ofta ført fram, at lund­ar­nir hava grivið so nógv, at vandi er fyri, at alt lun­da­land­ið leypur burtur. Seinastu árini eru sera fáar lundapisur komnar und­ an, og tí hevur Nátt­úr­u­gripa­ savn­ið gjørt av ikki at loyva drát­ti í ár. Tað er eisini ólógligt at ræ­na lomvigaregg, men und­an­tøk kunnu gevast til at ræna í teimum størstu lom­­vi­ga­­bjør­g­un­um fyri at varð­­vei­ta mentanina. Mett varð heldur ikki, at ein avmarkað ræning skaddi stovn­in munandi. Seinastu árini hevur lom­ vig­in tó verið illa fyri og se­ra fá egg vóru í fjør og tí hev­ur Náttúrugripasavnið gjørt av ikki at loyva ræning í ár. Hendan avgerðin forðar tó ikki fyri, at farið verður í bjørg­ini at skifta kongar og lík­n­an­di, leggur savnið af­tur­­at. Á aðalfundi leyg­ar­dag­ in, fekk Amnesty In­ter­nat­ional í Før­oy­ um tríggjar nýggjar nevn­dar­limir Nevndarval Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Amnesty Inernational hevur fing­ið nýggjar kreftir í nevn­ d­ina. Á aðalfundinum leyg­ ar­dag­in , vórðu tríggir, nýgg­ir nevndarlimir valdir. Men tað vórðu tey fyri­ reik­að upp á, tí longu fram­ m­an­und­an hevði forkvinnan sein­as­tu seks árini, Annika Sølv­a­rá, boðað frá, at hon vil­di fegin lata onkran ann­ an sleppa framat. Tað sama hevði Jette Hoy­ dal, sum er næst­form­ans­ kvin­na, boðað frá og har­aft­ ur­at tók Áki Johansen seg úr nevndini mitt í val­skeið­ num tí hann hevði ov nógv at gera. Teir tríggir nýggju nevn­ dar­lim­ir­nir í Amnesty í Før­ oy­um e­ru Firouz Gaini, Dor­te Pedersen og Carl Au­gust Arge. Hinir nevn­ dar­lim­ir­nir eru Erling Is­holm og Katarina Petersen og tey hava verið í nevndini í mong ár. Tiltakslimir í nevn­di­ni eru Unn Poulsen og Birita Ludvíksdóttir og tær eru eisini nývaldar. Av tí at Annika Sølvará hev­ur tikið seg úr nevndini, er tað eisini greitt, at Am­nes­ ty skal hava nýggjan for­ mann ella forkvinnu Men nevnd­in skipar seg sjálv og ein av fyrstu døgunum fer hon so at velja ein av nevn­ di­ni til nýggjan formann el­ la -kvinnu. - Á aðalfundinum hildu Ge­ne­f­ke og maður hennara, Bent Sørensen, stak á­hu­ga­ verd­an fyrilestur um arbeiði við offrum fyri píning, har tey hava gjørt slóðbrótandi ar­bei­ð­ið, sum hevur vunnið, stó­ra, altjóða viðurkenning. Ongin ræning í ár Bæði lomvigin og lundin eru so illa fyri, at tað er neyðugt at avmarka veiðina, sigur Náttúrugripasavnið. Myndin er bókin hjá Arne Nørrevang um bjargasøguna. Peter Alberg Jensen hevur tikið hana av Skúvoyarbjørgunum Amnesty í Føroyum fingið nýggjar kreftir Nevndin í Føroya deildini hjá Amnesty International, er nú hendan, frá vinstru: Firouz Gaini, Unn Poulsen, tiltakslimur, Erling Isholm, Katarina Petersen, Dorte Pedersen og Carl August Arge. Á myndini manglar Birita Ludvíksdóttir, sum er tiltakslimur Ellisakførini verða flot­að flagg­dagin Sekstanda árið á rað skipar Føroya Ellisakfør aftur í ár fyri siðvandu raðkoyringini við ellisakførum flaggdagin. Tað er vorðið til fastan sið, at ellisakførini verða flotað flaggdagin, eins og kappróðrarbátarnir. Ellisakførini møtast á Shellstøðini við Ringvegin í Havn kl 14 flaggdagin og koyra síðani í “skrúðgongu” oman á Kongabrúnna, har akførini verða sýnd fram til kl 17, tá farið verður í felagshølini yviri við Strond. Roknað verður við nógvum akførum hesaferð – eitt nú tí at nýggja felagið “Havnar Bilasavn” hevur keypt øll ellisakførini hjá Hans Elmari Poulsen á Vatnsoyrum. Javnaðarflokkurin møtir veljarunum í Klaksvík Undir heitinum "Flokkurin møtir veljarunum" er Javnaðarflokkurin farin undir eitt landsfevnandi átak, har valdu umboð floksins fáa høvi at greiða frá, hvørji úrslit eru rokkin í valskeiðinum, sum nú fer at halla, og har veljarin hevur høvi at siga sína hugsan um politikkin og úrslitini. Við á fundunum verða ting- og landsstýrisumboð floksins.