Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 77 - 23. apríl 2007 ] Flaggdagsrenning í Vági Skipað verður fyri flaggdagsrenning í Vági flaggdagin. Het­ta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri flaggdagsrenning í Vági. Tað er Ítrótt arfelagið “Hvistan”, ið skipar fyri til­tak­in­um. Byrjað verður við Framtíðina kl. 13.30, har lut­tak­ar­ar­nir eisini møta. Runnið verður oman á niðaraveg, vest­ur í Bø og rundan um vatnið, niðan við hjá Eyðfinn Mørk og niðan á Foss, út í Toftar og oman ígjøgnum Tof­ta­brek­ku, út á vendiplássið á Gartnaroyri og síðan eftir nið­ar­a­veg vestur aftur til Framtíðina. Strekkið er uml. 5 km. Børnini renna bert hálvan teinin. Kapp­ing­in er fyri børn og vaksin. Gjørt verður vart við, at øll – ung og eldri, skjót og minni skjót – eru vælkomin. Fólk vælkomin at ganga allan teinin. Tá komið er á mál, fáa allir lutt akararnir frukt, sunkist og kaffi, og heiðursmerki verða latin teimum trimum frems­tu rennarunum í hvørjum bólki. James setti met David James sett i um vikuskiftið nýtt met í ensku Premier League. Hett a var nevnliga 142. ferðin, at David James helt málið reint í Premier League. Undan hesum átt i fyrrverandi Arsenal-málverjin, David Seaman, metið. David James hevur vart málið fyri Watford, Liverpool, Aston Villa, West Ham, Manchester City og Portsmouth, har hann nú spælir. Men nýggi Skála ven­ja­ rin var ikki hjá­stadd­ ur, tá ið hansara menn vundu bur­tur­ úr óvanliga illa upp­ løg­du gø­­tu­mon­n­u­n­um Fótbóltur Jóannes Hansen ­­­­­­joannes@sosialurin.fo Hann kom, hann sá og hann sigr­aði. Soleiðis plagar at verða tikið til. Í síðstu viku var venjaraskifti á Skála. Stó­ ra idolið á Skála, John Pet­er­sen, er nýggjur venjari. Men John er ikki komin til Før­oy­a fyrrenn í dag. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann hvørki var komin el­la sá, tá ið hansara menn sun­nu­dag­in í Sarpugerði vun­nu 3-0 og harvið trygg­ ja­ðu sær fyrstu stigini á ár­in­ um. Tað var vorðið sum føð­ ing­ar­dags­gáva hjá John Pet­ er­sen, sum sjálvan debut dag­in sum venjari fylti 35 ár. Ruddaðu beinanveg Tá ið eitt lið einki stig hevur fing­ið burturúr fýra ferðir 90 minutt ir, ber tað illa til at siga, at ein sigur er lætt vun­n­in. Men tað hoyrir við til søguna, at gøtumenn vó­ru lítið uppsett ir og ó­van­ li­ga døllutir. Kanska spøkti flagg­dag­ur­in, sum er miku­ dag­in. Tá skal GÍ á heim­a­ vøl­li spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini ímóti KÍ. Tónin varð sligin ann, áð­renn tíggju minutt ir vóru far­n­ir. Útlendsku á­lops­spæl­ ar­ar­nir drógu tagaðu við renn­ing­um miðverjuna hjá heima­lið­num sundur, og so bar til hjá Pæturi Dam Ja­cob­sen, sum hesa ferð var sen­tral­ur miðvallari saman við Levi Hanssen, smekkaði til úr átjan metrum, og so lá ból­tur­in í málinum aftanfyri Ge­za Turi. Tað var ikki frítt , at tað sást aftur á uppstillingini, at Ská­la hevði skift venjara. Pau­li G. Hansen er fram­veg­ is so mikið illa fyri, at hann ikki er førur fyri at spæla al­la tíðina. Hann varð skift­ ur inn miðskeiðis í 2. hálv­ lei­ki. Skála bossurin, Hans Ják­ up Andreasen, er gamal ven­ ja­ri. Hesa ferð hevði hann á­byrg­di­na av liðnum, og hann vísti fleiri av mon­nu­ num, sum hava verið mar­g­ in­al­spæla­rar álit. Teitur R. Joen­sen var á vongverjanum í høgru, og Poul N. Poulsen var á plássinum frammanfyri hann. Mest merkisverda skift­ ing­in á Skála var tað, at he­sa ferð fekk blaðungi Hans Jørgensen, sum hevur ver­ið á yngru landsliðunum, mø­gul­eik­an millum stólp­ar­ nar. Gøtumenn sett u hann ik­ki á serliga stórar royndir. Men talan var sjálvandi um fín­an debut, tí ungi maðurin meg­n­aði at halda tætt . Vorðið sum út­gangs­støða Leiðslumálið tíðliga í 1. hálv­lei­ki bar við sær, at Ská­ la kundi dúva upp á snar­á­ lop­ini, sum teir í fleiri ár ha­va verið meistarar í. Skálamenn hildu GÍ lið­ for­man­n­in, Sámal Joensen, í ógvuliga stutt um tjóðri. Hin­ir GÍ miðvallararnir megn­aðu ikki tyngdina, sum skal til, og tá ið vong­ ver­jar­nir eisini høvdu ilt við ­at taka lut í uppspælinum, bar tað við sær, at tað ofta gjør­­d­ist lítið samanhangandi og tannleyst. Tá ið Skála stutt undan hvíld­ini økti um leiðsluna til 2-0, kendist tað sum um, at avgerðin var fallin um, hvør skuldi vinna stigini. Alex­and­ur Johansen, sum eft­ir drúgvan skaðasteðg í fjør alt meiri líkist tí góða gam­la Alexanduri, var mið­ skeið­is á vøllinum, tá ið hann í júst røtt u løtu slepti bólt­in­um fram um GÍ ver­ju­ na til Levi Hanssen, sum sneid­di framvið mál­ver­ja­ num, áðrenn hann trillaði bólt­in í tóma málið, og so var fagnaðurin stórur á norð­aru langsíðuni og millum Hans Jákup Andreasen og han­sa­ra menn á beinkinum. GÍ megnaði ikki at seta mei­ri damp undir ketlarnar eft­ir steðgin. Heimaliðið hevði bóltin nógv, men teir vó­ru tannleysir, og ofta tap­ tu teir næstdystirnar og stríð­ið um returbóltarnar. John lendir í dag At ferðin ikki var serliga stór, løgdu gestirnir vertin á. Pauli G. Hansen styrkti um fyritreytirnar at varð­vei­ ta bóltin, tá ið hann kom á vøll­in, og í yvirtíðini megn­ aðu teir av staðfesta rimmar sig­ur­in. Geza Turi bjargaði í fyrstu atløgu, men Alex­an­ dur Johansen var fyrri á ret­ ur­in­um ­enn ikki serliga upp­ set­tu gøtumenninir, og so var støðan 3-0 til Skála. Støð­an í sambandið við trið­ ja málið, ið varð skorað í yvir­tíð­ini, var góð mynd av hug­burð­in­um og avrikinum hjá heimaliðnum. Í dag er John Petersen kom­in til Skála, og hann kann staðfesta, at tað var vor­ð­in sum føð­ing­ar­dags­gá­ va, sum Hans Jákup An­drea­ sen og spælararnir sun­nu­ dag­in ­góvu honum. GÍ-Skála 0-3 (0-2): Fín føðingardagsgáva í Gøtu Skálamenn komu loksins á talvuna. Í fimtu royndini gjørdist tað til sigur, tá teir vunnu sær trý mál og trý stig í Gøtu Spæl Í umfarinum móti Ni­els Nielsen og Hans Ja­cob Petersen hevði eg hesa hondina, ið eg hevði trupulleikar at mel­da. S/NS N E S V !ut p p ? 1ut – 15-17 hp. Mín honda sá soleiðis út: Sp EKD9865 Hj KB Rú K3 Kl K6 Hvat er besta meld. Eg hugsaði um at melda: Pas Dbl, ið lovar 15+ 4sp 3ut. Eg valdi at doubla og vónaði at makkarin segði pass, men hann meldaði 2hj. Nú royndi eg við 2sp, sum gjørdist endaliga meldið. Eg fekk 10 stik, sum øll tey, ið høvdu melda 4sp. Um tit hava okkurt gott boð um, hvussu hondin kann meld­ast hevði tað verið eitt fínt kjakevni á www.bridge.fo. Endaliga støðan í finaluni 1 Marner Joensen - Arnbjørn Sivertsen 90 2 Bogi Simonsen - Hallberg Arnfríðsson 48 3 Heðin Mouritsen - Jóannes Mouritsen 35 4 Hans Jacob Petersen - Niels Nielsen 33 5 Allan Dal-Christiansen - Robert Langgaard 30 6 Per Kallsberg - Dánjal P. Mohr 17 7 Jens Pauli G. Nolsøe - Danny Danielsen 14 7 Atli Hansen - Jógvan Ranghamar 14 9 Oddmar Danielsen - Einar Ellingsgaard 8 10 Salomon Johansen - Sakaris Joensen 1 11 Henriett e Svenstrup - Bjørg Róin -18 12 Finn Ougaard - Høgni Jacobsen -20 13 Øssur Winthereig - Ingolf S. Olsen -33 14 Símin Hansen - Hanus Bærentsen -46 15 Heini Joensen - Hans J. Poulsen -55 16 Ásla Weihe - Hallgerð Hansen -118 Skála GÍ