mánadagur 23. apríl 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 77 - 23. apríl 2007 ]
Súni settur á beinkin
Eftir at hava byrjað inni í fleiri dystir á rað, var Súni Olsen ikki at finna millum
leikararnar, sum byrjaðu inni, tá AaB vitjaði í Viborg.
Venjarin Erik Hamrén setti Allan Olesen inn á vinstra bakk fyri føroyska landsliðsleikaran.
Men við Súna á beinkinum allan dystin eydnaðist tað Aab at vinna ein tryggan 2-0
sigur. Rada Prica skoraði bæði málini, soleiðis at hann nú hevur skorað 15 mál í
deildini.
Við sigrinum hevur Aab nú hála seg upp á 45 stig og hóttir nú av álvara OB á triðja
plássinum, sum bara hevur eitt stig meira
Kurt á dómaraseðilinum
Kurt Mørkøre hevði úttikið seg sjálvan til hópin hjá B36, sum sunnudagin spældi móti
EB/Streymi. Tað framgongur á dómaraseðilinum frá dystinum. Hann kom tó ikki á
vøllin, men var ein av teimum fimm innskiftarunum, B36 hevði.
Hetta er fyrsta árið hjá Kurt Mørkøre, har hann er venjari burtur av. Í Noreg hevur Kurt
spælt sum leikandi venjari, og tað gjørdi hann eisini, tá hann var í KÍ 2002.
Kurt hevur annars boðað frá, at hann ikki ætlar sær á vøllin í ár, men eftir øllum at
døma sær freistingin út til at verða ov stór fyri gamla málrevin.
Ein ynskibyrjan við
tveimum málum
uppá eitt korter. Tað
var tað, sum B71 skul
di brúka til at fáa trý
stig á Argjum. Soleiðis
sær tað út, um eyguni
einans eru vend eftir
tølunum, sum standa
eftir dystin. Veruleik
in er tó ein heilt ann
ar, tí tað var eingin
løtt uppgáva hjá B71
at hála sigurin suður
um fjørðin
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
AB og B71 hava kappast í
oddinum á 1. deild seinastu
árini. Tá hevur B71 havt tað
rættiliga trupult á Argjum.
Nú liðini møttu hvørjum
øðrum fyri fyrstu ferð í bes
tu deildini, sær út til at rig
ga betur hjá sandoyingum á
Argjum. Í hvussu so er hvat
stigum viðvíkur
Tá skráin fyri kappingar
árið varð løgd, líktist dystur
in á Argjum 22. apríl eini
botnuppgerð, men tá fýra
dystir vórðu spældir segði
stigatalvan okkurt annað.
AB og B71 lógu beint oman
fyri strikuna við Skála og
VB/Sumba aftanfyri seg.
Nú dysturin er av liggur AB
framvegis beint omanfyri
niðurflytingarstrikuna, með
an B71 hevur lagt sjógv nið
ur til hini liðini í tyngra
endanum.
Tvey meinlík mál
Tað ber ikki til at siga, at
argjamenn ikki vóru á vøll
inum tá dysturin byrjaði.
Men okkurt høvdu teir
gloymt eftir í umklæðingar
rúminum, tí tá eitt korter
var farið vóru sandoyingar
frammanfyri við tveimum
málum. Argjamenn hugdu
málleysir og spyrjandi hvør
uppá annan, og sandoyingar
høvdu lagt lunnar undir nak
að sum líktist einum stórsig
ri.
Í fótbóltsheiminum verð
ur ofta sagt um óvæntað
mál, at tað var sum at fáa
kalda pøs av vatni í skortin.
Argjamenn fingu tvær av
slagnum áðrenn teir rakn
aðu við.
Fyrstu pøsina fekk AB
bara nakrar heilt fáar min
uttir inn í dystin. B71 flytur
bóltin úr høgru í vinstru
síðu, har Símin Hansen prik
ar bóltin víðari til Clayton
Soares, sum hegnisliga lyft
ur bóltin upp um Magnus
Poulsen í AB-málinum.
Tíggju minuttir seinni
ynskir Símin Hansen at
prógva, at tað ikki bara eru
brasiliumenn, sum duga
slík kynstur og eisini hann
lyftur bóltin upp um málver
jan og í málið.
Hesi bæði meinlíku mál
ini kundu verið grundarlag
undir einum stórsigri, men
eins og móti GÍ, tá AB var
aftanfyri við trimum mál
um, so raknaði heimaliðið
við og fekk fótin fyri seg.
Fram til steðgin leikaði
javnt við onkrum minni
kjansi til hvørt, sum tó hvør
ki voldi Magnus Poulsen
ella Símun Rógva Hansen
teir stóru trupulleikarnar.
AB omaná
Í seinna hálvleiki kom AB
enn betur við, og løgdust
teir eisini omaná dystin. Nú
vóru tað teir, sum settu treyt
irnar og eitt korter inn í sei
na hálvleik gav hetta av at
býta.
Innskifti
danin,
Peter
Christensen, langaði til bólt
in skamt uttan fyri brotsteig
in, og tá Símun Rógvi Han
sen í málinum hevði snarað
høvdinum sat bólturin upp í
málhorninum.
Krevjandi
Seinasta hálva tíman trýsti
AB tað, teir vóru mentir,
men eyðsýnt er, at liðið enn
ikki er samanspælt til For
mulafótbólt.
Eins og móti GÍ eru argja
menn
onkursvegna
ikki
klárir, tá dysturin byrjar.
Hetta kann koma at kosta
teimum dýrt. Ikki bara í
stigum, men eisini í orku, tí
tað krevur nógva orku og
yvirskot at spæla seg afturí
aftur ein dyst, sum annars
so vónleysur út tíðliga í
dystinum. Orka og yvirskot,
sum kann vera avgerandi,
tá tað resta fimm umfør og
ikki bara eru spæld fimm
umfør.
Sandoyingar kunnu hin
vegin fegnast um ársins
næsta sigur. Serliga søtur er
sigurin, tí hetta var ein av
teimum dystunum, sum teir
eiga at vinna, um teir ætla
at varðveita sætið í deild
ini.
AB-B71 1-2 (0-2):
So bragdaði hjá B71 á Argjum
Skála
GÍ
– Vit eru ikki
vaknaðir
Rani D. Christiansen
var rættiliga vónbrotin
eftir tapið fyri B71 í
gjár.
– Hatta var skuffandi,
tí vit høvdu sett nøsina
upp ímóti nøkrum stig
um. Nei, hatta var ikki
nóg gott, staðfestir Rani
D. Christiansen.
– Vit hava nakrar tru
pulleikar við, at vit ikki
eru klárir, tá vit byrja.
Vit fáa ein skelk, tá teir
skora fyrsta málið, og
so fáa vit ein skelk aft
rat, áðrenn hin hevur
lagt seg. Tað er sjálvandi
spell, tí hetta var ein av
teimum dystunum, vit
eiga at vinna.
– Men vit kunnu bara
takka okkum sjálvum
fyri, at tað ikki bleiv
soleiðis, sigur Rani D.
Christiansen, sum tó rós
ar sínum liðfeløgum fyri
at koma gott afturíaftur
eftir skelkandi byrjan
ina.
Ætlaðu okk
um eitt skjótt
mál
Uppleggjarin og seinni
málskjúttin hjá B71,
Símin Hansen, fegnast
um tey trý stigini hansa
ra menn fingu skava
saman á Argjum í gjár.
– Hasin dysturin er av
tí slagnum, sum skal
vinnast, so tað var bara
óført, sigur Símin Han
sen fegin.
– Vit ætlaðu at fáa eitt
skjótt mál beinanvegin
og tað riggaði. Tað plag
ar annars at vera soleið
is, at vit eru aftanfyri
næstan áðrenn dysturin
byrjar, men nú var beint
øvugt, sigur Símin, sum
heldur, at sigurin var
fult uppiborin.
Clayton Soares og B71 megnaðu ongan tíð at basa AB í fjør. Men við trimum sera týðandi stigum tóku teir eitt stórt fet upp eftir
stigatalvuni sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen